mikudagur 20. apríl 2016síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
HALLUR AV RANA
T
að loypti hvøkk á nógvar
havnarborgarar í gjár, tá
tjúkkur, svartur roykur
legði seg yvir miðbýin.
Tað gekk heldur ikki leingi áðrenn
ein rúgva av myndum av tjúkka
roykinum vórðu lagdar út á
Facebook, og mong mundi tey vera,
ið stúrdi fyri, at eldur var í einum
av bygningunum í miðbýnum.
Hóast tað sá ógvusligt út, so
stavaði eldurin ikki frá nøkrum
bygningi, men frá einum
viðfestivogni hjá fyritøkuni
RIB62, ið flestu
føroyingar munnu
kenna frá teirra skjóttgangandi
bátum.
Koyrdi bilin tá
eldurin kyknaði
Sigmund Signarsson, stjóri í RIB62,
koyrdi sjálvur bilin, tá eldurin
kyknaði. Hann greiðir frá, at
hann var á veg aftur til Havnar, tá
eldurin kyknaði.
– Eg var á veg aftur frá Gomlu
rætt, har vit høvdu havt onkrar
túrar við bátunum. Tá eg kom
koyrandi oman móti Steinatúni
varnaðist eg, at ein kona peikaði
eftir vogninum. Tað hugsaði eg
ikki so nógv um, tí vognurin er
pyntaður nýliga, so seinastu
dagarnar hevur tað verið vanligt,
at fólk hava hugt og peika
eftir bilinum, sigur Sigmund
Signarsson.
– Men hendan kvinnan
steðgaði ikki at peika, og í
staðin byrjaði hon at renna móti
bilinum og rópa. Eg rullaði so
vindeyga niður og varnaðist tá
sjálvur, at eldur var í vogninum.
Um hetta mundi var Sigmund
Signarsson staddur í Steinatúni,
har ferðslan vanliga er tung um
fýra tíðina. Tí mátti hann hugsa
skjótt.
– Eg fór beinanvegin at hugsa,
um hvar eg kundi fáa fatur á
vatni at sløkkja eldin við. Eg
visti, at ein vatnslanga er undir
Bryggjubakka, so eg tendraði
VIT SIGLA AFT
26
Hóast virðir fyri 160.000 krónur fóru upp í royk í gjár,
tá ein viðfestivognur hjá fyritøkuni RIB62 kolaðist upp
í miðbýnum, so steðgar tað ikki virkseminum hjá fyritøkuni.
Eldsbruni í Vágsbotni
SOSIALURIN 46
FRÍGGJADAGUR 22. APRÍL 2016