mikudagur 20. apríl 2016síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. APRÍL 2016
SOSIALURIN 46
27
FRÍGGJADAGUR 22. APRÍL 2016
SOSIALURIN 46
UR Í MORGIN
ávaringarljósini,
trýsti
á
speedaran og helt floytuni
niðri, meðan eg koyrdi oman
eftir Tórsgøtu og út á undir
Bryggjubakka, sigur Sigmund
Signarsson og heldur fram.
– Komin oman har, leyp
eg út eftir slanguni, meðan
nakrar vinmenn loystu bilin frá
vogninum og fluttu hann, so ikki
eldur eisini kom í sjálvan bilin.
Sløkkiliðið fekk eina fráboðan
um, at eldur var í einum bili í mið
býnum klokkan 16.17, og var fyrsti
bilurin í Vágsbotni stutt aftaná,
sambært átaksleiðaranum hjá
sløkkiliðnum.
Tað kann Sigmund Signarsson
taka undir við. Hann metir
nevniliga, at sløkkiliðið var á
staðnum einans nakrar fáar
minuttir eftir, at hann sjálvur
var har.
– Tá eg kom oman í Vágsbotn
var eldurin so stórur, at ein
slanga hjálpti ikki serliga nógv.
Tíbetur var sløkkiliðið á staðnum
einans nakrar fáar minuttir eftir,
at eg sjálvur kom á staðið, greiðir
Sigmund Signarsson frá.
Eldur í gassovn
Løgreglan hevur í dag gjørt
kanningar av vogninum hjá RIB62
fyri at staðfesta, hvat orsøkin var
til eldsbrunan. Tey meta, at ein
gassovnur í vogninum var orsøkin
til eldsbrunan.
– Tað er torført at meta um
hvat orsøkin var, men okkara
kanningar benda á, at tað var ein
tendraður gassovnur, ið elvdi til
eldsbrunan.
– Ovnurin stóð á hjólum inni í
vogninum, so okkara meting er,
at tá bilurin fór frá Gomlu rætt,
hevur vognurin liva so nógv, at
gassovnurin er farin á rull. Har
hevur hann antin trillað inn í
okkurt, ið eldur so er komi í, ella
hevur hann likið gass, upplýsir
løgreglan.
Stórur skaði
Tað er ikki meira enn ein vika
síðani, at vognurin hjá RIB 62
varð pyntaður av nýggjum, so at
hann var klárur til at taka móti
ferðafólkum í summar. Stjórin
dylur heldur ikki fyri, at talan
er um eina óhepna byrjan upp á
summarið.
– Hetta er skelkandi, men
vit eru glað fyri, at eingin
mannaskaði stóðst av eldinum,
tí hetta hendi mitt í býnum. Men
hetta er ikki tað, ið vit hava brúk
fyri nú tá summarið stendur
fyri durum. Tað er keðiligt, tí
um summarið brúka vit vanliga
orkuna til at sigla túrar, men nú
mugu vit eisini hugsa um hetta.
Sigmund Signarsson metir,
at talan er um einar 160.000
krónur, ið fóru fyri skeyti í
eldsbrunanum.
– Eini 60-70 draktir og 60-
70 vestar eru kolaðir upp í
eldinum, umframt vognurin,
ið varð pyntaður fyri sjey
døgum síðani. Spurningurin
er, nær vit fáa alt hetta upp
aftur at standa. Draktirnar
og vestarnir høvdu eitt virði
á umleið 100.000 krónur,
meðan vognurin hevði eitt
virði á 60.000 krónur.
Ein hjálpandi hond
frá kappingarneytum
Tá Miðlahúsið tosaði við
Sigmund Signarsson í gjár,
visti hann ikki hvussu tað
bleiv við teimum túrum,
ið ætlanin var sigla næstu
vikurnar, men í dag kundi
hann upplýsa, at við hjálp
frá góðum fólki, so verður
eingin túrur avlýstur.
– Vit sigla aftur í
morgin. Vit hava fingið
eina hjálpandi hond frá
okkara kappingarneytum,
ið lána okkum vestar og
draktir, so vit fáa siglt
túrarnar. Harumframt
hava vit eisini fingið góða
hjálp og stuðul frá vinum
og kenningum, so virksemi
steðgar ikki, sigur Sigmund
Signarsson at enda.
HALLUR@SOSIALURIN.FO