mikudagur 20. apríl 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. APRÍL 2016
SOSIALURIN 46
28
POLITIKKUR
ÁRNI GREGERSEN
A
t tryggja loyniligt val,
fyllir nógv, nú inn
lendismálaráðið hevur
gjørt eina nýggja vallóg
til kommunuval.
Vallógin hevur við sær, at 26
av 60 valstøðum verða niðurløgd,
tí færri enn 100 veljarar eru á val
staðnum.
Uppskotið til nýggja lóg ásetir,
at minst 100 fólk skulu vera knýtt
at einum valstaði.
Er talan um færri veljarar, so
mugu tey til eitt størri pláss í
kommununi at atkvøða ella – ella
brævatkvøða. Tí vallógin verður
eisini broytt soleiðis, at tá ið
hendan lógin verður sett í gildi, so
fáa øll møguleikan at brævatkvøða
– eisini sjálvan valdagin.
Hóast hetta er ásett í nýggju
lógini, so hevur tað ikki við sær,
at tær smæstu kommunurnar
onki valstað hava, tí samstundis
stendur í løgaruppskotinum, at
allar kommunur hava minst eitt
valstað.
Harmonisering
Gamla vallógin til kommunurnar
er frá 1972 og leingi hevur tí verið
tosað um at gera broytingar og
orðað lógina soleiðis, at hon liggur
nærri at orðingunum í vallógini til
løgtingsval.
Neyðugt hevur eisini verið at
gera dagføringar av ymiskum slag,
millum annað tað sum er nevnt
omanfyri um stødd á valstøðum.
Ein broyting er, at nú er tað
landsstýrismaðurin við innlendis
málum, sum fýura vikur undan
valinum almannakunnger, at nú
verða valkort send út. Hetta er eitt
mál, sum áður ehvur ligið hjá ein
støku kommununum.
Í gomlu lógini er tað soleiðis, at
vallistarnir skulu almannakunn
gerast í seinasta lagi 1. september.
Hetta verður nú broytt til, at fimm
vikur undan valinum verður listin
yvir tey, sum hava valrætt, gjørdur.
Valevnislistarnir skulu vera
formanninum í valnevndini í hendi
í seiansta lagi klokkan 18, tríggjar
vikur undan valdegnum. Fyri at
kunna lata ein valevnislista inn,
so skulu í minsta lagi 15 stillarar
skriva undir.
Í smærru kommununum er
hetta tal nakað lægri, alt eftir
hvussu nógvir veljarar eru í komm
ununum.
Onkuntíð hevur stríð verið
um valevni, sum er stillað upp
á meira enn einum lista til eitt
kommunustýrisval.
Tað fer ikki at bera til longur.
Vísir tað seg, at okkurt valevni
er uppstillað á meira enn einum
lista, so er tað upp til valnevndina
at forða fyri hesum. Nevndin kann
í evsta føri draga lut um hvørjum
lista, valevni stendur á.
Tað er skylda hjá øllum borgar
um at stilla upp til kommunuval.
Tí kann hetta koma fyri. Tað er ikki
uttan so, at tú hevur sitið minst
tvey valskeið, at tú kanst bera teg
undan at stilla upp – ella vegna
sjúku o.a.
Brævatkvøður
Við nýggju lógini verða eisini áset
ingarnar um brævatkvøður broytt
ar.
Meðan gamla lógin segði rættu
liga víst, hvør kundi atkvøða við
brævatkvøðu, verður hetta broytt
í nýggju lógini.
Tá ið hon kemur í gildi, so verð
ur tað soleiðis, at øll kunnu bræv
atkvøða.
Tá ið atkvøtt verður á hendan
hátt skal í flestu førum atkvøðast
dagin fyri sjálvan valdagin, men
býr veljari á útoyggj, har onki
valstað er, so fer at bera til at
atkvøða sjálvan valdagin – uttanso
at samferðsluviðurskiftini forða
fyri, at atkvøður sleppa fram til
galdandi valstað.
So at siga somu reglur sum nú,
eru galdandi fyri um brævatkvøð
urnar eru galdandi.
Viðvíkjandi vanligum atkvøð
um, so er atkvøðuseðilin ógildugur;
1)um tað ikki við vissu sæst,
hvønn valevnislista veljarin hevur
viljað atkvøtt fyri,
2) um atkvøðuseðilin er øðrvísi
vorðin enn teir, sum útflýggjaðir
eru til atkvøðugreiðsluna, og
3) um á atkvøðuseðilin er skrivað
annað enn ein krossur, ella
um atkvøðuseðlinum er givið
slíkt eyðkenni, at tað sæst, hvør
veljarin er.
ARNIG@SOSIALURIN.FO
Kommunuvalini
Landsstýriskvinnann við innlendismálum, hevur lagt
uppskot fram um nýggja vallóg til kommunuvalið
26 VALSTØÐ
NIÐURLØGD
Sirið Stenberg sigur, at
velir tingið at útseta málið,
so ger tað henni onki.