Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-20, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. APRÍL 2016 SOSIALURIN 46 29 ÁRNI GREGERSEN – Eg veit væl, at tíðin at viðgera kommunalu vallógina er stutt, men lógin er væl fyrireikað og vælgjøgnumarbeidd. Tí er hon ikki komin á tingborð fyrr enn nú. Landsstýriskvinnan við kommunumálum, Sirið Sten­ berg, Tjóðveldi, er heldur bilsin, tá ið hon hoyrir, at tingfólk halda, at tíðin at viðgera eitt so stórt mál, er ov stutt. – Tað sum fekk meg at leggja málið fram nú var, at nú var alt fyrireikingararbeiðið liðugt og skal lógin koma í gildi áðrenn komandi kommunuval, so skal tað gerast nú, sigur lands­ stýriskvinnan. Hon sigur, at hon sjálvandi eisini hevur hugsað um at leggja uppskotið fram á ólavsøku, men tá fer tíðin av álvara at ganga undan, tí kommunuval verður fyrst í november. – So valið stóð millum at leggja uppskotið fram nú og fáa lógina at virka til komandi kommunuval – ella at bíða og ikki gera lógina fyrr enn til komm­unuvalið um fýra ár, sigur hon. Hon leggur afturat, at hetta uppskotið er væl gjøgnum­ar­ beitt. Øll hava fingið høvi til at geva hoyringssvar og sam_ gongufólk hava fleiri ferðir fing­ ið málið gjøgnumgingið – bæði politiskt og frá embætisfólki. – Hinvegin er hetta ikki eitt politiskt mál fyri meg, so velir tingið at lata uppskotið liggja, tí tíðin er ov stutt, so ger tað mær ikki nakað, sigur Sirið Stenberg, landstýriskvinna. Størsta broytingin í vallógini er, at øll valstøð skulu hava minst 100 veljarar. Tekur ein støðið í veljaratalinum í 2011, so hevur nýggja lógin við sær, at 26 av 60 valstøðum verða niður­løgd. Afturfyri verður tað gjørt soleiðis, at til fer at bera til at brævatkvøða sjálvan valdagin í teimum bygdum, har onki valstað er. Galdandi vallóg er frá 1972. Fleiri ferðir er í tinginum víst á, at smáu valstøðini gera, at til ber at gita, hvør tað er sum atkvøður hvat á smáu valstøðunum. Og tí má lógin broytast. Viðgongur at tíðin at við­gera lógina er stutt Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við kommunumálum, viðgongur at talan er um stutta viðgerðartíð Stór mótstøða móti at viðgera vallógina nú Uppskotið um nýggja vallóg er lagt fram eftir seinasta framløgudag – tað hevur loypt ilt í Løgtingið ÁRNI GREGERSEN Landsstýriskvinnan við inn­ lendismálum, Sirið Stenberg, hevur lagt uppskot fyri tingið um at gera eina nýggja vallóg til kommunuval. Lógaruppskotið er stórt og umfatandi og við viðmerkingum fyllir tað heilar 37 A4 síður. Millum tingfólk eru tað mong, sum eru samd um, at neyðugt er at gera nakrar broytingar í komm­unuvallógini, men at hon er komin á tingborð nú, eftir at fram­løgufreistin er farin, hóvar ting­fólkum sera illa. So illa, at sum støðan er, so er tað onki sum bendir á, at komm­ unu­vallógin verður broytt í hesi ting­setuni. Løgtingið fer eftir ætlan til hús í næstu viku og málið hevur ikki einisinni fingið 1.viðgerð enn. Fyri hvørja av teimum trimum viðgerðunum skulu ganga dagar ímillum, uttanso at tingið velir at víkja frá tíðarfreistunum. – Tað vænti eg ikki tingið fer at gera. Hetta er eitt so stórt mál, at vit fara ikki at víkja frá tíðar­ freistunum, sigur Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálvstýri. Heldur ikki Fólkaflokkurin tekur undir við, at eitt so stórt mál fær eina so skjóta og skrumbluta viðgerð. Flokkurin heldur als ikki, at stundir eru at viðgera eitt so stórt og avgerandi mál. – Sjálvandi skal lógin um val til kommunurnar viðgerast virðiliga. Tað nyttar onki at skunda eitt slíkt mál ígjøgnum. Og hetta hevur onki við samgongu og andstøðu at gera, sigur Jørgen Niclassen, formaður í Fólkaflokkinum. Samgongan Heldur ikki samgongan er serliga fegin um, at eitt so stórt mál skal viðgerast nú beint undan at tingið fer heim í summarfrí. Málið er lagt fram eftir at freist­ in fyri at leggja uppskot fram er farin. – Nei, hetta skilji eg ikki rættu­ liga. Málið er so stórt og har er so nógv at taka støðu til, at eg ivist í um tað kemur framaftur, fer tað í nevnd, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn. Heldur ikki borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, Javn­ aðarflokkurin, tekur undir við at skunda málið í gjøgnum. – Nei, hetta eru als ikki stundir til at viðgera nú. Minst til, at talan er um fult av broytingum, sum vit eisini skulu taka støðu til, sigur Kristin Michelsen. Tringbólkaformaðurin hjá Javn­aðarflokkinum, Jónleif Jo­ hanne­sen, er á somu kós, sum hinir limirnir í tingbólki Javn­aðar­ floksins. Hann metir heldur ikki, at stundir eru at avgreiða málið, nú áðrenn tingið fer heim. Sambandsflokkurin er heldur ikki fegin um, at skunda eitt so stórt lógarmál ígjøgnum. – Vit taka sjálvandi undir við einum parti av lógini, men har eru nógvir ivaspurningar, sum vit fegin vilja kjakast um – bæði innanflokka og í tinginum, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. Málið um nýggja vallóg var lagt fram eftir at tíðarfreistin fyri framløgu var farin. 17 undirskriftir skuldu til fyri at fáa málið á tingborð og allar tær undirskriftirnar komu frá samgonguni og stuðli hjá sam­ gonguni. Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálvstýri, væntar ikki, at tingið fer at víkja frá tíðarfreistini fyri at bera hetta málið ígjøgnum Jørgen Niclassen, Fólkaflokkurin, sigur, at hetta stórar lógaruppskot skal hava eina virðiliga viðgerð við nóg góðari tíð Heðin Mortensen, Javnaðar­ flokkurin, heldur, at eitt so stórt mál eisini má fáa eina nóg drúgva viðgerð