Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-20, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2016síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. APRÍL 2016 SOSIALURIN 46 33 havi eg heldur ikki verið til allar floksveitslurnar. Men tað er eitt val, sum eg sjálvur havi tikið, og tað eru slíkar avgerðir, ið skulu til, um man vil røkka sínum málum. Og gongur tað væl, so gloymir man eisini alt um tað, sigur hann. Spurdur um tað ikki ofta er freist­andi bara at sleppa øllum og liva lívið á sama hátt sum allir javnaldrarnir, sigur Óli Mortensen, at tað er tað ikki. – Tað má eg satt at siga viðganga, at tað er tað ikki. So leingi sum eg havi nøkur mál fyri framman, so er tað als ikki trupult, sigur hann. Til Danmarkar at svimja Eftir lokið studentsprógv í summar er ætlanin hjá Óla Mortensen at leita sær til Danmarkar bæði at nema sær útbúgving og at svimja. – Í fyrstu atløgu er ætlanin at fara niður at svimja í eitt ár, áðrenn eg fari undir nakra útbúgving. Eg vil helst sleppa at svimja í Bellahøj, har Pál Joensen eisini svimur, so eg kann venja saman við øðrum sterkum langteinasvimjarum, sigur Óli Mortensen. Man kann kanska siga, at Óli Mortensen ofta hevur staðið í skugganum av Pál Joensen, men sjálvur heldur Óli, at tað er ein fyri­ munur fyri hann, at hann hevur havt Pál at kappast við. – Tað er ein motivatión í sjálvum sær, at man hevur ein landsmann, sum stendur seg so væl í altjóða høpi, og sum eg eisini kann læra nógv av. Mær dámar eisini væl, tá ið eg skal kappast við Pál, hóast eg higartil havi verið við undirlutan sum oftast. Men til dømis vann eg á honum á 200 metra firvald til FM í fjør, samstundis sum eg setti føroyskt met, og tað eru slíkir sigrar, sum eisini standa frammaliga í minninum, og sum geva áreiði at halda fram við svimj­ ingini, sigur Óli Mortensen. Vil altíð svimja sum føroyingur Um Óli Mortensen skal sleppa til OL at svimja, so verður tað sum føroyingur á danska landsliðnum eins og Pál Joensen var tað í 2012 í London og eisini verður tað í Rio í summar. – Um eg skal umboða Danmark fyri at sleppa til OL, so hevði eg gjørt tað. Men eg hevði ongantíð funnið uppá at svomið sum dani, sum onkur annar føroyingur hevur gjørt. Eg havi ongantíð havt tað í mínum tonkum, sigur hann. Júst stoltleikin við at vera før­ oyingur hevur nógv at siga fyri Óla Mortensen, og hann sigur eis­ini, at tað tí er nakað serligt at vera til Oyggjaleikir við føroyska svimji­ landsliðnum. – Oyggjaleikirnir eru hæddar­ punktið fyri nógvar føroyskar svimj­arar, tí tað eru langt frá øll, sum sleppa út til aðrar stórar altjóða kappingar at royna seg. Tí er tað ógvuliga harmiligt, at vit ikki fara við til Oyggjaleikirnar komandi ár, sigur Óli Mortensen. Hann greiðir frá, at allir før­ oyskir svimjarar síggja Oyggja­leik­ irnar sum nakað serligt, og eitt nú sigur Pál Joensen, at tað er nógv tann stuttligasta kappingin at vera við til. – Tá eru vit eisini ein stórur hóp­ur, sum eru saman leingi í eini kapping, har vit altíð standa okk­um væl í svimjingini, sigur Óli Mort­en­sen. EM er næsta royndin Í komandi mánað fer Óli Mortensen saman við fýra øðrum føroyskum svimjarum til London at kappast til EM á langgeil. – Har er málið hjá mær bara at halda fram við góðu gongdini. Fyrst og fremst vil eg betra tíðina hjá mær á 1.500 metrum frí á langgeil. At koma í finaluni er ikki realistiskt, men eg fái góðar royndir við at vera við til slíkar kappingar, og so ikki minst er tað umráðandi hjá mær at fáa kappingar á langgeil, sigur Óli Mortensen. Men tað er tó einki at ivast í, at tað heilt stóra málið hjá unga havnarmanninum eru olympisku leikirnir í Tokyo um fýra ár. – Tá fari eg eisini at seta mær nógv hægri mál, enn eg havi gjørt. Eg skal gera enn størri framstig, enn eg havi gjørt, og tað er millum annað tí, at eg í summar leiti mær av landinum og fari at svimja í Danmark, sigur Óli Mortensen at enda. TERJI@SOSIALURIN.FO – Allur dagligdagurin er merktur av svimjingini. Alt tað við at ganga í býnum og sovorðið ber als ikki til, um tú vilt røkka langt í svimjingini, sigur Óli Mortensen MYNDIR: FINNUR JUSTINUSSEN / FOTOSTUDIO