mikudagur 20. apríl 2016síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. APRÍL 2016
SOSIALURIN 46
34
Óli Jacobsen
FEKK BERT TVEIR MÁNAÐIR
SUM FORMAÐUR Í FF
Tann 28 ára gamli Hans Jacob Havstreym hevði eina gylta framtíð fyri sær sum
nývaldur formaður í Fiskimannafelagnum. Men so hendi vanlukkan
Hans J. Havstreym:
S
jálvur vaks eg upp í sama túni sum
Hans J. Havstreym í gomlu Norðra
gøtu. Har búði beiggi hansara Hans
Petur við síni familju. Har búði
eisini Mia, mamma teirra. Hon gjørdist 99
ára gomul og doyði í 1972. Mia var ein ser
merkt kvinna. Hon var ættað úr Havn og
giftist til Gøtu fyrst í 20. øld. Hon skakaði
gøtufólk á fleiri økjum. Millum annað tí hon
nýtti hatt, tí tað var sanniliga ikki vanligt tá
á døgum, og so hevði hon eisini urtapottar
og gardinur í vindeygunum. Tað var eisini
tá óhoyrt á bygd.
Sjálvur kendi eg væl Miu og prátaði ofta
við hana. Hon tók tað framvegis tungt, at
hon misti sonin, Havstreym, við Immanu
el í 1932. Hon greiddi einaferð frá, at hon
bønaði hann um ikki at fara avstað hendan
lagnutúrin, nú hann hevði fingið hetta
nýggja starvið at vera formaður í fiski
mannafelagnum. Men hann svaraði henni:
»Mamma, eg má fara, sjálvt um eg veit, at eg
kanska ikki komi aftur.«
Tá í tíðini var eitt slíkt formansstarv ikki
roknað fyri at vera heiltíðarstarv. Tað var
skrivarin, sum hevði dagliga raksturin um
hendi.
Vit, sum gingu í Gøtu skúla í 50-unum,
fingu at vita um Havstreym á tann hátt, at
mynd av honum hekk uppi í eina skúlastovu.
Harvið var eisini høvi til at greiða frá, hvør
maðurin var. Í dag munnu tað neyvan nógv
børn í Gøtu, sum vita nakað um hann.
Myndin hongur nú í Glyvra Hanusar húsi,
barnaheiminum hjá Hans Jacob. Hetta hús
er í dag partur av fornminnissavninum í
Norðragøtu.
Hans Petur átti ein son, sum hann hevði
kallað Havstreym, og minti hetta okkum
eisini á hansara framúrskarandi pápa
beiggja.
Bitin av politikki
Hans Jacob varð tíðliga bitin av politikki.
Hann var javnaðarmaður, og hann stillaði
upp til løgtingið 19. januar 1932, nakað sam
stundis, sum hann varð valdur til formann
í FF fyrst í 1932.
Hann var greiður í síni agitatión. Eitt
dømi um hetta var hesin stubbi í Sosialinum:
Kammerater
Den 19. i denne Maaned lægges Afgørelsen i
vore Hænder. Det er os, der skal bestemme
Lagtingspolitiken de kommende 4 Aar. Det
er os, Kammerater, der skal føre Ordet paa
Valgdagen for at sammensætte det nye
Lagting.
Det paahviler os den Pligt at sørge for,
at vi Fiskere bliver godt repræsenteret.
Det er den arbejdende Klasse, der skal
føre Ordet i Færøernes Lagting, men først
og fremmest Fiskerne, dem der bærer det
færøske Samfund oppe. Dernæst maa vi se,
hvad de forskellige færøske Partier fører i
sit Skjold. Hvad er deres Bannemærke?
Af de 3 Partier er Socialdemokratiet det
Parti, der virkelig vil udrette noget for den
arbejdende Klasse. Derfor Kammerater,
Fiskere, stem paa Socialdemokratiets
Kandidater!
Hans Havstreym
Valið var eitt vónbrot, sum tað sæst í hesum
brævinum til ein partamann í danska javn
aðarflokkinum:
Socialdemokraterne har efter min men
ing ikke noget at prale af ved dette Valg.
Hvis Socialdemokraterne heroppe ikke i
Fremtiden kommer til at følge en nærmere
afstukket Linje, saa er de snart en Saga blot.
De regnede med 4-5 Mandater men fik kun
to.
Angaaende mig selv, saa har jeg faaet en
af de højeste Tillidsposter at beklæde, nemlig
Formandsposten i Føroya Fiskimannafelag,
og er saaledes den første Fisker heroppe,
der har faaet dette Hverv. Dette kan man
kalde Tillid. Jeg slog min Modkandidat med
det dobbelte antal Stemmer. Den forhen
værende formand havde nær 400 stemmer
mindre end jeg.
Men til Lagtingsvalget fik Piben en helt
anden Lyd. Den manglende Tillid er ikke til
Personen Havstreym, men til de andre.
Ellers er der ikke meget Nyt udover
den gamle Krise. Fiskerne staar paa Koge
punktet og Rederne er Stejle. Dog vil jeg
haabe, at det vil lykkes at bilægge den tru
ende Konflikt.
Valgbølgerne har allerede lagt sig. Nu
kommer der nye Stridspunkter frem i
striden mellem Fiskerne og Rederne. Nu er
jeg kommet og vil se og vil ogsaa sejre.
Tað sæst, at Havstreym ikki hevur verið
nøgdur við flokkin, sum hann var. Hóast
javnaðarflokkurin ikki fekk framgongd við
valið í 1932, kundi flokkurin ikki klaga um
Siðsøga
Havstreym hevði gott samband við danska javnaðarflokkin, eisini
Stauning. Hetta er brot úr brævi hann skrivar til floksfelaga
Hans Jacob Havstreym
Mia, mamma Havstreyum,
gjørdist nærum 100 ár
Tulip, sum gekk burtur í 1904.
Pápi Havstreym var einum
av teimum, sum fórst.
Modellið er í barndómsheiminum
hjá Havstreym