mikudagur 20. apríl 2016síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. APRÍL 2016
SOSIALURIN 46
35
Komandi partur
Í komandi pørtum verður higartil nærum ókend
frásøgn um djóralæknan Carl Johan Bech, sum
systkinabarn hansara Jørgen Frants Jacobsen skrivaði.
undirtøkuna í Gøtu. Atkvøðutalið í Gøtu fór
frá 6 í 1928 upp í 38 í 1932. Tað man hava verið
Havstreym fyri at takka.
Ein kann bert hugsa um, hvussu poli
tikkur hevði verið, um Havstreym var lív
lagað. Við valið í 1936 fór javnaðarflokkurin
úr tveimum tinglimum upp í seks, tá hevði
Havstreym uttan iva verið ein teirra. Hann
hevði helst hildið sessin, tí flokkurin fekk
umboð í Eysturoyar valdømi í mong ár.
Tað var í 1940, at Jákup Frederik Øregaard
varð valdur á ting fyri javnaðarflokkin, og
hann sat í nærum 40 ár, og var ein tann
týdningarmiklastu politikarum alla hesa
tíðina. Men tað hevði neyvan verið pláss
fyri Øregaard, um Havstreym eisini var til.
Virkaði í tveir mánaðir
Havstreym kom at at virka sum formaður
frá 1. januar og til hann fór avstað við
Immanuel helst fyrst í mars 1932. Hann
hevur verið virkin hesa stuttu tíðina. Tað
sæst í bløðunum, serliga í Føroya Social
Demokrati, har hann skrivar styttri og
longri greinir.
Hetta var ein krepputíð eisini í Føroyum.
Hetta merktist eisini í viðurskiftini millum
fiskimenn og reiðarar. Tað sást eisini í grein,
hann skrivar í Sosialinum við hesi yvir
skrift:
Kriseudvalg eller Rederforening?
Her verður róð upp undir, at tann kreppu
nevnd, sum løgtingið hevur sett at koma
við uppskotum til loysn av kreppuni, kundi
eins væl verið mannað av reiðarafelagnum.
Nevndin hevði skotið upp at fáa broytt
verandi sáttmála, soleiðis at parturin hjá
fiskimonnum minkaði og tann hjá reið
arum harvið øktist. Hetta uppskot skilti
Havstreym ikki, tí fiskimenn vóru so sanni
liga eisini í kreppu, og varð tikið frá teimum,
so gjørdist teirra kreppa bara enn størri.
Ein loysn kundi verið tann sosialistiska,
at samfelagið yvirtekur tey skip, sum ikki
klára seg og fer síðani at reka tey!
Annars kunngjørdi Havstreym í bløð
unum, at sáttmálin var galdandi fram til
1.10. 1932, so tað kundi so einki henda innan
hesa freist. Men hann kom so ikki at hava
meira við hetta mál at gera!
Hvøkkur í Gøtu
Tað var sjálvsagt ein hvøkkur í Gøtu, at
nývaldi formaðurin hjá fiskimonnum so
brádliga var burtur. Jóannes Dalsgaard,
fyrrverandi landsskjalavørður, hevur
fyrr skrivað ein grein í Sosialinum um
Havstreym. Hon varð seinni endurgivin í
FF-blaðnum. Hon kann lesast á heimasíðuni
www.olijacobsen.com
FF-blaðið nr. 319, síða 10, 15 og 16.
Men her skal verða endurgivið, hvat hansara
egnu bygdamenn søgdu um hann. Hetta er
grein sum stóð í Sosialinum á heysti 1932.
Teir sum stóðu undir hesi grein vóru Elias
P. Olsen, sum var álitismaður hjá FF í Gøtu
og eisini í Eysturoy, og Esbern Zachariassen,
sum seinni kom at arbeiða í landsstýrinum.
Greinin var soljóðandi:
Nøkur áminningarorð frá fiskimonnum
í Gøtu um Hans Havstreym og felagar
hans í Gøtu, sum fórust við Immanuel
Sum øllum føroyingum man vera kunnugt
fórust tvey fiskiskip í havódnini undir Ís
landi í vár, Laura og Immanuel úr Vági.
Við síðstnevnda fórust 3 menn úr Gøtu og
teirra millum Hans Havstreym, sóknar
formaður í Gøtu sókn og formaður Føroya
Fiskimannafelags.
Á fundi fiskimannafelagsins í Gøtu í sep
tember mintust vit hesar felagar okkara og
var tá samtykt, at vit eisini skuldu minnast
teir á almennum stað.
Hóast saknið er stórt eftir ein og hvønn
góðan drong, sum ferst á sjónum, so kenna
vit tað sárast eftir Hans Havstreym, tí hann
var ein framúrskarandi unglingi í okkara
bygd.
Hans Havstreym var borin í heim í Gøtu 5.
Juli 1903. Faðir hansara var Hans Fr. Hansen,
ættaður í Norðragøtu, ein viðgitin sjómaður.
Hann átti skipið Tulip og gekk burtur við tí á
heimferð frá Hetlandi um heystið 1904. Við
honum var bróðurin, Petur Jacob Hansen
og fórst hann í somu ferð. Faðir teirra var
Hans J. Hansen í Norðragøtu. Eisini hann
latst á sjónum við róðrarbáti í 1878.
Móður Hans Havstreyms var Maria
Hansen, dóttir Joen Hansen í Tórshavn,
ið gekk burtur við róðrarbáti í 1885 saman
við bróður sínum Vilhelm Hansen. Sum
vit síggja herav eru allir næstu forfedrar
Hans Havstreym latnir á sjónum eins og
aðrir sum røkja sjógvin og harvið bera
landið uppi peningaliga. Havstreym var eitt
ár og 3 mánaðir, tá faðir hansara doyði og
móðurin sat einkja eftir í trongum korum.
Hann aldist nú upp hjá henni og gekk í skúla
í Gøtu.
Góð evnir
Longu á ungum aldri vísti tað seg, at hann
hevði góð evnir og hug til at lesa, ikki bert í
skúlabókunum, men eisini í øðrum góðum
bókum, ið vóru fyri hond. Men so sum korini
vóru heima var ikki hugsingur um at halda
fram til bókina, hann mátti tíðliga, eins og
aðrir fiskimannasynir í Føroyum, leggja
í kjalaræðið á teimum, sum fórust undir
bláman har úti í havi, sum bæði elur og
stjelur føroyingin. Men Hans Havstreym
longdist út í heimin og í 1926 fór hann til
Danmarkar, har dvaldist hann eina tíð á
Bornholm og søkti sjógvin saman við fiski
monnum har.
Tá hann í 1927 kom heim aftur, kendist
tað brátt, at hann hevði ein góðan hug at
arbeiða fyri upplýsingini og framburði
millum sínar starvsbrøður og felagar,
fiskimenninir. Til at búgva seg betur undir
hetta starv, fór hann ein vetur á arbeið
araháskúlan í Esbjerg og fekk har hollan
kunnskap í mongum greinum. Heimaftur
komin av hesi ferð, legði hann út bæði í talu
og skrift. Hann var javnaðarmaður við lív og
sál og hvassliga tók hann til orða fyri rætti
arbeiðarans móti ríkmannaveldinum.
Í 1930 varð hann valdur til sóknarformann
fyri fiskimannadeildina í Gøtu, og árið eftir
varð hann valdur til felagsformann við
einum yvirveldandi stórum stemmutali.
Hetta vísir, at fiskimenn høvdu eitt óføra
gott álit á honum, og ivaleyst hevði teirra
álit ikki verið til skammar, um honum hevði
ognast lív nøkur ár afturat, tí hann átti ein
brennandi áhuga fyri vælferð fiskimanna.
Stutt eftir, at hann varð valdur, fór hann
eina ferð um landið til at halda røður fyri
felagsmonnum og harvið eldhuga teir fyri
felagsskapi og samanhaldi. Væl var hann
fagnaður, har hann kom fram, og ivaleyst
høvdu orð hansara borið ávøkstur, um hann
hevði fingið loyvi at starva í nøkur ár, men
so skuldi ikki verða.
Áður enn hann fór til skips í vár, skipaði
hann fyri at gera aðra fundarferðina í
heyst, tá hann kom aftur, og til at hava
við hondina, lat hann savna saman allar
tær kontraktir, sum hava goldið millum
reiðarar og fiskimenn síðani felagið var
íbirt fyri at kunna peika á framstigini og
prógva týdningin av felagsskapinum. Hann
gleddi seg til at koma at standa á odda í
ráðgerðunum um hina nýggju kontraktina
í heyst, men nú mugu aðrir taka við – hann
er farin.
Hans Havstreym fell sum ein góður
starvandi bróður millum teirra, ið ganga á
odda í bardaganum fyri landi sínum í bestu
fatan, fiskimonnum og arbeiðarum.
Aðrir gøtumenn, sum
doyðu við Immanuel
Saman við Hans Havstreym fórust úr
Gøtu bygd, Ole M. Poulsen, borin í heim í
Syðrugøtu 11. september 1908, fyrrverandi
stjórnarlimur í F.F. í Gøtu sókn og Ole
Müller, borin í heim í Porkeri 2. september
1908. Ole M. Poulsen var giftur, og eftir
situr nú einkja við 3 børnum. Ole Müller
var faðir og móðurleysur. Faðir hansara
fórst við Norðstjørnuni í 1910. Óli var eitt
fyridømi fyri ungdómin, og ein góður stuðul
í heiminum. Báðir vóru teir av ítarstu
sjómonnum.
Tað er ikki minni grund til at minnast
tílíkar dreingir, enn teir ið falla á vali í
bardøgum, men tíverri verður tað ov sjáldan
gjørt. Og satt er sum norska skaldið kvað:
Og mangen sjømands liv
Fik dødens krans af tang og siv
Sum burde haft i guld
Sit navn blandt kæmpekuld.
Nú eru teir farnir og lýsa vit Guds signing
yvir teirra minni. Aldri eiga vit at gloyma
teir felagsmenn okkara, ið fórust har úti á
havinum, og tað fyridømi, Hans Havstreym
gav okkum við sínum eldhugaða starvi fyri
framburði fiskimanna, skal verða okkum
ein viti til at halda fram eftir í áhaldandi
felagsskapsstarvi í framtíðini
Í fiskimannafelagnum í Gøtu tann 20.11.32
Havstreym, hm. saman við vinmanninum,
Sámal Petur í Køkinum
Barndómsheimið hjá Havstreym. Sitandi er Mia við børnunum,
Havstreym, Hans Petur og Anna Berlina