mánadagur 25. apríl 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. apríl 2016 · Nr. 47
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Politikkur
Síða 14-15
Ting
setan
longd
Síða 6-7
Vilja
broyta
hjúna
bandslóg
Munurin millum samgongu og and
støðu er tódnaður nakað í fyrstu
veljarakanningini hetta valskeiðið.
Tað vísir kanningin, sum Gallup
Føroyar hevur gjørt fyri Miðlahús
ið og Kringvarpið.
Á valinum 1. september í fjør var
munurin 5,6 prosent. Teir tríggir
samgonguflokkarnir høvdu undir
tøku frá 52,8 prosentum av veljar
unum, meðan teir fýra andstøðu
flokkarnir fingu undirtøku frá 47,2
prosent.
Hendan javnvágin er broytt so
leiðis, at nú hava teir tríggir sam
gonguflokkarnir undirtøku frá 51
prosentum, meðan teir fýra and
støðuflokkarnir hava undirtøku
frá 49 prosent.
Men hetta broytir tó ikki pol
itisku valdsjavnvágina, tí tingsessa
býtið er tað sama: Samgongan hev
ur 17 og andstøðan 16 tingsessir.
Men javnvágin innanhýsis í and
støðuni eru broytt soleiðis, at teir
báðir stóru andstøðuflokkarnir
hava fingið hvør sín tingsess aft
urat – sum teir smærru andstøðu
flokkarnir, Miðflokkurin og Nýtt
Sjálvstýri hava mist.
Umframt
vanliga
politiska
rumblið sum er, tá samgonguskifti
er í Tinganesi. So hevur tíðin eftir
valið verið merkt av persónligum
rumblið – fyrst og fremst av, at
Sonja Jógvansdóttir meldaði seg
úr Javnaðarflokkinum beint sum
samgongan varð skipa – og síðani
flytingarnar hjá Anniku Olsen,
sum fór úr Fólkaflokkinum, upp í
Framsókn og samgonguna. Gjørdist
forkvinna í fíggjarnevndini, fyri
síaðni eftir 96 tímar aftur at fara úr
samgonguni og Framsókn. Seinni
fór hon aftur upp í Fólkaflokkin.
Eingin
veljarakanning
er
kunngjørd, meðan hetta rumblið
stóp uppá. Men sambært hesi
kanning, so hevur tað ikki skatt
Javnaðarflokkin
nevnivert,
at
Sonja Jógvansdóttir er farin úr
flokkinu, tí Javnaðarflokkurin er
framvegis størsti flokkur. Hóast
hann missir 1,3 prosent í kanningini,
so varðveitir hann átta tingsessir –
uttan Sonju Jógvansdóttir.
Fólkaflokkurin hevur eina lítla
framgognd í kanningini upp á 0,8
prosent. Av andstøðuflokkunum
er tað serliga Sambandsflokkurin,
sum hevur framgongd. Hann vunn
ur eina lítla helvt av afturgongdini í
september aftur.
Á valinum misti Sambandsflokk
urin stjórnarvaldið og løgmann – og
tríggjar tingsessir.
Flokkurin hevur síðani havt for
mansskifti – og er farin frá at verða
landsins fjórðstørsti flokkurin til at
vera landsins næst størsti flokkur
saman við Tjóðveldinum.
Kanningin broytir ikki politiska
valdsbýtið í Føroyum.
varðveita javnvágina
Bjarni Djurholm, fyrrverandi
løgtingsmaður
og
lands
stýrismaður, er í øðini inn á
Kringvarpið og Miðlahúsið, tí
vit hava latið gjørt eina velj
arakanning.
Konspiratiónsteoriirnar
eru øðiligar hjá gamla fólka
floksmanninum, sum hann
saman við facebookorakli
num í Klaksvík, Jóan Paula
í Geil, varpar út á politiskt
løgdu heimasíðuni hjá Ólavi
í Beiti og Gunnari Skúvadal.
Men tað er altso ikki
Bjarni Djurholm, sum ger av,
nær Miðlahúsið ger veljara
kanningar.
Ta avgerðina eiga vit
sjálvi. Og sum vera man, er
styttri millum veljarakann
ingar beint upp undir val.
Tað er tí, at tær eru serliga
áhugaverdar tá.
At gera eina veljarakann
ing um hjúnabandslógina
beint upp undir, at løgtingið
fer at viðgera hana, er eisini
sjálvsagt. Tí hvat nyttar, at
koma við eini kanning aftan
á løgtingsins avgerð?
Tað er áhugavert hjá okk
um øllum at vita, hvat fólkið
heldur.
At so tingfólk, sum eru
ímóti, at fólk av sama kyni
skulu giftast, gera alt møgu
ligt fyri at órógva, nú tað sær
út sum um, løgtingið fer at
samtykkja málið, tað er bara
tað vanliga politiska spælið.
Men tað er einki sum
forðar Bjarna Djurholm ella
Kaj Leo Johannesen at gera
eina veljarakanning við teim
um spurningum, sum teir
halda skulu spyrjast.
Bæði Fólkaflokkurin og
Sambandsflokkurin gjørdu
gallupkanningar í seinasta
samgonguskeiði. Tað kunnu
teir bara gera – og tað eiga
teir at gera, um teir halda, at
okkara kanningar eru so pol
itiskt litaðar, sum teir vilja
vera við.
Vælsignaði Bjarni Djur
holm slappa nú av. Tú ljóðar
sum at gamalt knarrut grenj
soleiðis sum tú sleingir um
teg við ákærum og konspir
atiónsteorium.
Ein maður, sum hevur so
drúgvar politiskar royndir
sum tú, átti at kunna dugnað
betur í samfelagnum ella í
privata vinnulívinum.
Men um tú velur at vera
ein grumpy old man, so fer
eingin at senda boð eftir tær!
The Grumpy Old Man
Býtið millum andstøðu
og samgongu er ikki broytt
Frá at vera tann royndi politikarin við drúgvum royndum í
Løgtinginum og í landsstýrinum hevur Bjarni Djurholm fing
ið sær leiklutin sum eitt gamal grenj. Tað er spell. Tí drúgvar
politiskar royndir kundu dugnað samfelagnum betur
Fríggjadagin 20. mai verður
Norðurlandahúsið karmur
um ein føðingardag, tá Meg
infelag teirra, ið bera brek í
Føroyum hátíðarheldur 35
ára stovningardagin hjá
felagsskapinum.
– Neyvan var tað av til
vild, at MBF varð stovnað
sjálvan dagin hjá Sameindu
tjóða 24. oktober 1981, og var
tað eitt stórt framstig fyri
felagið og føroyingar, tá ið
Føroya Løgting 13. mai 2009
samtykti ST sáttmálan um
rættindi hjá einstaklingum,
ið bera brek. Øll árini hevur
MBF áhaldandi arbeitt við
brekpolitikki, ið umfatar
øll
samfelagsviðurskifti,
og hevur virkað fyri at fáa
ávirkan og at verða hoyrd í
málum, ið viðkoma fólki, ið
bera brek, skrivar felagið í
tíðindaskrivi.
Á skránni í Norður
landahúsinum
35
ára
dagin
verða
lívssøgur,
hugleiðingar og tónleikur,
og harumframt verður ljós
varpað á stóru broytingar
nar innan brekøkið sein
astu árini.
Á degnum verður eisini
ein nýggj bók løgd fram,
sum felagsskapurin lýsir
sum upplýsandi tilfar til
føroyingar um ST sáttmál
an um rættindi hjá einstak
lingum, ið bera brek.
Hetta
er
úrslit
av
samstarvi millum Edward
Fuglø, listamann, Jastrid
Gullaksen, Grafia, og Ásu
Olsen, aðalskrivara, og Tóru
við Keldu, forkvinnu, í MBF.
Bókin verður ókeypis,
og
er
ætlað
børnum
og vaksnum at lesa í
felag. Vónandi fer bókin
at
kveikja
áhugan
hjá
føroyingum sum heild fyri
rættindum teirra, ið bera
brek.
Geva út bók á
35 ára degnum