Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. apríl 2016síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 25. apríl 2016 · Nr. 47 ELDRAØKIÐ HEVÐI GJØRT UNDURVERK Høvdu vit fingið fimm milliónir afturat til eldra­ økið í Havnini, hevði tað gjørt undurverk. Tað heldur Bjørghild Djur­huus, forkvinna í Trivn­aðarnevndini hjá Tórshavnar Býráð. Sum nevnt í aðrari grein her á síðunum, er játt­anin frá landinum til eldraøkið í Tórshavnar Kommunu, so lítið, at í ár má eldraøkið í Tórshavnar Kommunu fáa 13,3 milli­ ónir krónur afturat úr kommunukassanum. Men Bjørghild Djur­ huus heldur ikki, at tey í býráðnum kunnu vera nøgd við bara at varðveita tað virksemið, sum er, tí tað er eisini neyðugt at gera ábøtur. Sjálv vil hon býráðið at játta eina eykajáttan upp á fimm milliónir krón­ ur afturat til eldraøkið, so at býráðið skal játta til­samans 18,3 milliónir krón­ur afturat til eldra­ økið í ár. Høvdu vit fingið fimm milliónir afturat, kundu vit havt eina ferðandi náttarvakt, sum ikki var knýtt at einum ávísum stovni, men ferðaðist ímill­um stovnarnar, alt eftir, hvussu tørvurin er. Hon kann eisini verða brúkt í heimatænastuni. Harumframt hevði borið til at sett tveir fysio­terapeutar til at endu­r­venja fólk, og til at venja við fólki við varandi sjúkum. Somuleiðis hevði bý­ ráð­ið kunna víðka venj­ ing­ar­tilboðið á Boðanes­ heiminum, umframt at peningur kundi verðið settur av til átrokandi og tíðaravmarkað røktartørv fyri at lætta um á deild­un­ um. Støðan tann, at í dag eru tey, sum fara á røktarheim, nógv verri fyri enn fyrr, og tí hava tey ofta brúk fyri tveim­ um hjálparfólkum í senn. Og at enda hevði eis­ ini pláss verið fyri at hækka játtanina til ans­ ingarsamsýning, so fleiri fáa møguleikan, at ansa teirra gomlu heima, og eisini tað hevði tálma røkt­arheimstørvin. – Hetta vísir, hvussu nógv, vit kunnu gera fyri bara fimm milliónir afturat, sigur Bjørghild Djurhuus. – Alt hetta er fyri­ byrg­ing, og er alneyðug fyri at tey eldri kunnu verða longri heima - og framvegis vera væl fyri, leggur hon afturat. Eru alt annað enn fegin um støðuna Býráðslimir í Havn verða nú noyddir í kommunukassan eftir góðum 13 milliónum afturat til eldraøkið í kommununi, tí at játtanin frá landinum strekkir ikki til Áki Bertholdsen Býráðslimir í Havn eru alt annað enn fegnir um støð­ una á eldraøkinum í komm­ un­uni Tað er týðiligt, nú býráðið hevur viðgjørt støðuna í eldra­økinum í kommununi. Tað er serliga fíggingin, sum landið játtaðu komm- un­unum afturfyri at yvir­ taka eldraøkið, sum legg­ur eitt hart trýst á bý­ráðs­limir, tí nú kann nevni­liga stað­ fest­ast, at tann upp­hæddin, kommunan fær í endurgjaldi frá landinum fyri at hava yvirtikið eldraøkið, er alt ov lítíð. Endurgjaldið er so lítið, at kommunan má sjálvt djúpt niður í kommunukassan fyri at forða fyri, at eldraøkið dettur sundur. – Játtanin frá landinum er so lítil, at í ár má eldraøkið í Tórshavnar Kommunu fáa 13,3 milliónir krónur afturat úr kommunukassanum, stað­festir Bjørghild Djur­ huus, forkvinna í Trivnaðar­ nevndini hjá býráðnum. Og hetta er bara fyri at sleppa undan at skerja virk­ semið, leggur hon afturat. Fyribils hevur býráðið játtað átta milliónir krónur afturat, men býráðslimir hava givið hvørjum øðrum lyfti um at finna tær 5,3 milli­ ónirnar afturat, sum mangla í. – Hetta er bara fyri at forða fyri at tænastan verð­ ur skerd og sostatt verður ikki rúm fyri at bøta um tænastuna, uttan so at játt­ anin verður hækkað enn meiri, sigur forkvinnan í Trivn­aðarnevndini. Stendur í stað Bjørghild Djurhuus sigur, at hesi seinastu trý árini hevur játtanin til eldraøkið í Tórshavnar Kommunu, at kalla staðið í stað. Í fjør var játtanin 141,1 millión, men veruligi kostn- aðurin var 9,4 milliónir krón­ ur meiri. Í 2014 vórðu 136 milliónir krónur játtaðar til eldraøkið í Tórshavnar Kommunu, og harav hevði kommunan sjálva játta fimm milliónir. Men tá ið árið varð gjørt upp, høvdu stovnar í Tórs­ havnar kommunu brúkt slakar seks milliónir krónur meiri, men tað endurrindaði landið meginpartin av. Og í ár er játtanin 140,5 milliónir. Bjørghild Djurhuus sigur, at tað nyttar ikki at grenja um, at eldraøkið ongantíð skuldi verðið lagt undir komm­unurnar, tí nú vendst ikki aftur. Men hon sigur, at tað var væntandi at at eldraøkið fór at mangla pengar, ið kommunan yvirtók tað, tí tey sóu rættiliga skjótt, at fíggjarliga endurgjaldið frá landinum var ov lágt. Tær fyrstu metingarnar vístu, at tað fóru at mangla 10-15 milliónir í, bara fyri at kunna varðveita tað virk­ semi, sum var. – Og soleiðis er støðan eisini vorðin, tí í ár mangla 13,3 milliónir krónur í, bara fyri at kunna halda tæn­ast­ ununa á sama stigi sum nú. – Tað er púra greitt, at vit teirri játtan, vit hava nú, ber ikki til at varðveita ta tænastustig, vit hava nú, sigur forkvinnan í Trivn­ aðarnevndini hjá býráðnum. Men hon heldur, at bý­ ráðið noyðast at ásanna, at játtanin er ov lítil til at varð­ veita tænastustigið, sum er. Hinvegin staðfestir hon samstundis, at talan kann ikki verða um at lækka tæn- astu­stigið. – Vit hava tvørtur ímóti sett okkum fyri at bøta um tænastuna og tað lyftið eiga vit at halda, sigur hon. Hon heldur, at fremsta uppgávan hjá býráðnum er at geva teimum eldru virðilig kor og tí ivast hon heldur ikki í, at býráðið fer at játta peningin. Og tað hendi eisini á býráðsfundinum hóskvøldið, tí tá samtykti býráðið at játta eldraøkinum átta milliónir krónur afturat, men lyftið er givið um, eisini at játta tær seinastu 5,3 milliónirnar, sum mangla í, fyri at fáa rokni­stykkið at ganga upp. – Nú vendst ikki aftur, og vit mugu síggja veruleikan í eyguni, heldur Bjørghild Djurhuus, forkvinna í Trivnaðarnevndini hjá býráðnum í Havn