Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. apríl 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. apríl 2016 · Nr. 47 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 VELJARAKANNING Eirikur Lindenskov 46 prosent av Føroya fólki eru fyri, at fiskiveiðirættindi verða seld á almennum uppboði. Tað vísir veljarakann­ ing­in, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Miðlahúsið og Kringvarpið. 37 prosent eru ímóti, og 17 prosent vita ikki at svara. Her er meirilutin ikki so greiður, sum tá spurt verður um hjúnabandslógina, sum víst á í aðrari grein her í blað­ num. Kanningin vísir eisini, at menn hava greiðari støðu enn kvinnur. Tí 52 prosent av føroysku monn­ unum taka undir við, at fiski­veiðirættindi verða seld á almennum uppboði. 39 prosent eru ímóti, og 8 prosent vita ikki. Hjá kvinnunum eru 39 prosent fyri og 34 prosent ímóti, og 27 prosent av kvinn­unum vita ikki, um tær taka undir við, at fiski­ veiðirættindi skulu seljast á almennum uppboði. Býtt kring landið sæst, at størst undirtøka fyri upp­skotinum um al­menna uppboðssølu av fiski­ rættindum er í Suður­streym­ oy og í Sandoynni. Her eru 55 prosent fyri. Størst er mótstøðan í Norðoyggjum, har hara 28 prosent av fólkinum, sam­ bært veljarakanningini, taka undir við almennari up­p­boðs­sølu av fiski­veiði­ rættindum. 59 prosent av norðoyingum eru ímóti. Í Eysturoy er mótstøðan eisini stór. Har eru 37 prosent fyri go 43 prosent ímóti. Í Norðstreymoy eru 47 fyri og 28 prosent ímóti. Í Vágum eru 34 prosent fyri og 41 prosent ímóti, og í Suðuroy eru 46 prosent fyri go 37 prosent ímóti. Men føroyingar kring landið eru ikki samdir MEIRILUTI FYRI ALMENNAR UPPBOÐSSØLU AV FISKIRÆTTINDUM Meiriluti allastaðni men størstur í Havn Tað vísir kanningin frá Gallup Eirikur Lindenskov Í Suðurstreymoy er meirilutin størstur. Har siga 79 prosent, at tey eru fyri, meðan 17 prosent eru ímóti. Minsta undirtøkan fyri er í Norðoyggjum – har meiriluti tó er fyri. Har siga 49 prosent seg fyri vera fyri, meðan 45 eru ímóti. Í hinum oyggjunum er býtið soleiðis: Eysturoy: Ja: 50 prosent Nei: 42 prosent Veit ikki: 7 prosent Norðurstreymoy: Ja: 59 prosent Nei: 32 prosent Veit ikki: 9 prosent Vágoy: Ja: 64 prosent Nei: 33 prosent Veit ikki: 4 prosent Sandoy: Ja: 75 prosent Nei: 25 prosent Suðuroy: Ja: 62 prosent Nei: 31 prosent Tjóðveldis­fólk fyri – fólkafloks­fólk ímóti Eirikur Lindenskov Fólkafloksfólk eru ímóti og tjóðveldisfólk eru fyri. Tað er stutta svarið, tá hugt verður eftir, hvat velj­ arar hjá ymsu flokk­un­um halda um almenna upp­ boðssølu av veiði­rætt­indum. Millum fólka­floks­veljarar eru 24 prosent fyri og 65 prosent ímóti. Hjá tjóðveldisfólki er øvugt. Har eru 72 pro­sent fyri og 17 pro­sent ímóti. 60 prosent av sam­bands­ veljarunum eru ímóti og 21 prosent eru fyri. Hjá javnaðar­veljar­um er greiður meiriluti fyri. 60 prosent av teim­um, sum velja Javn­aðarflokkin eru fyri og 21 prosent ímóti. Hjá Nýggjum Sjálv­stýri er býtið 43 fyri og 50 prosent ímóti. Í Framsókn eru 70 prosent fyri og 16 pro­sent ímóti. Hjá Miðflokkinum eru 34 prosent fyri og 23 prosent ímóti, með­an tey, sum ikki vita, telja mest millum mið­ floks­veljarar, 43 prosent. Sigast skal, at tá tøl­ini í eini kanning mill­um 532 fólk verður býtt út á flokkarnar og aftur greinað, so verð­ur óvissan sera stór, serliga hjá smáu flokk­unum, tí tølini verða tá sera smá.