mánadagur 25. apríl 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 25. apríl 2016 · Nr. 47
VELJARAKANNING
Eirikur Lindenskov
– Stórur meiriluti av Føroya
fólki er fyri, at fólk av sama
kyni skulu kunna giftast.
Tað er greiða niðurstøðan
í kanning, sum Gallup Før
oyar hevur gjørt fyri Miðla-
húsið og Kringvarpið.
Gallup Føroyar spurdi í døg
unum 16. til 19. apríl soleiðis:
»Tekur tú undir við, at
hjúnabandslógin
verður
broytt soleiðis, at tvey av
sama kyni kunnu giftast
borgarliga (tvs. ikki í kirkju)?«
»Ja« svaraðu 64 prosent.
»Nei« svaraðu 30 prosent.
5 prosent svaraðu »veit
ikki«
Í kanningini eru 532 til
vildarliga vald fólk, sum eru
eldri enn 18 ár, spurd.
Býtið millum, hvussu kyn
ini svara, er rættiliga javnt.
Av teimum, sum svaraðu
»ja« eru 65 prosent kvinnur
og 64 prosent menn
Av teimum, sum svaraðu
»nei« er býtið púra javnt, 30
prosent av báðum kynum.
Av teimum, sum svaraðu
»veit ikki« eru 5 prosent
kvinnur og 6 prosent menn.
STÓRUR MEIRILUTI
FYRI AT SAMKYND
KUNNU GIFTAST
Greiður
meiriluti
í øllum
aldurs
bólkum
sigur »ja«
Eirikur Lindenskov
Stórur meiriluti er í
øllum
aldursbólkum
fyri, at løgtingið skal
loyva samkyndum at
giftast borgarliga.
Tað vísir kanningin,
sum
Gallup
Føroyar
hevur gjørt fyri Miðla
húsið og Kringvarpið.
Gallup hevur tey,
sum hava svarað, í fimm
aldursbólkar:
18-24 ár:
Ja: 79 prosent
Nei: 15 prosent
Veit ikki: 6 prosent
25-39 ár:
Ja: 76 prosent
Nei: 19 prosent
Veit ikki: 5 prosent
40-49 ár
Ja: 63 prosent
Nei: 36 prosent
Veit ikki: 1 prosent
50-59 ár
Ja: 61 prosent
Nei: 29 prosent
Veit ikki: 10 prosent
60+ ár
Ja: 53 prosent
Nei: 40 prosent
Veit ikki: 5 prosent
Samkynd giftast: Veljarar hjá seks flokkum siga ja
Eirikur Lindenskov
Tað vísir kanningin, sum
Gallup Føroyar hevur gjørt
fyri Miðlahúsið og Kring
varpið.
Høvuðsniðurstøðan
í
kanningini er, at 64 prosent
av Føroya fólki eru fyri at
loyva fólki av sama kyni at
giftast borgarliga, meðan 30
prosent eru ímóti.
Kanningin byggir á svar
frá 532 fólkum kring landið,
sum eru yvir 18 ár, ið eru
spurd.
Tá
kanningin
greinar,
hvat fólk sum velja hendan
ella handan flokkin halda, so
verður óvissan sum vera man
hægri, og tí skulu svarini upp
á, hvussu býtið er inni í ymsu
flokkunum takast við størri
fyrivarni enn høvuðstølini í
kanningini.
Men sambært kanningini,
so eru tað serliga veljarar hjá
Framsókn, sum vilja loyva
fólki av sama kyni at giftast
borgarliga. Tí tað siga 89 pro
sent av teimum, sum siga seg
velja Framsókn.
Næststørsta undirtøkan
er
millum
veljarar
hjá
Tjóðveldi. Har eru 83 prosent
fyri.
Í Javnaðarflokkinum eru
75 prosent fyri.
Millum
veljarar
hjá
Nýggjum Sjálvstýri eru 62
prosent fyri.
Hjá Fólkaflokkinum og
Sambandsflokkinum eru 50
prosent fyri.
Miðflokkurin er einasti
flokkur í kanningini, sum
hevur fleiri veljarar, sum eru
ímóti at fólk av sama kyni
skulu kunna sleppa at giftast
borgarliga.
Í seks av teimum sjey flokkunum á tingi er meiriluti fyri at loyva fólki av sama kyni at giftast borgarliga