Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. apríl 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. apríl 2016 · Nr. 47 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TF HOLDING AÐAL­ FUNDURIN VALDI ÚT­ SKIFTING Valdsjavnaðin í TF Holding broyttist hósdagin, tá ið tríggir nevndarlimir skuldu veljast í TF nevndina. Eftir atkvøðugreiðslu skipaði nevndin seg við Arna Brattaberg sum formanni og Ingeborg Godtfred sum næstforkvinnu. Nakað bendir á, at nývalda nevndin fer at seta sjóneykuna á ivasama bygnaðin í milliardasamtakinum Barbara Holm Áðrenn aðalfundin í TF sam­ takinum hósdagin var greitt, at nevnd og umboðsráð høvdu skipað seg í tveir part­ ar. Øðrumegin vóru teir, sum vardu borg – Gunnar í Liða, Jákup Egholm, Jan Muller og onnur við. Hinumegin vóru tey, sum bjóðaðu av. Arni Brattaberg, Ingeborg Godtfred, Annika Waag og onn­ur við. Tríggir av seks nevndar­ limum í TF stóðu fyri vali hendan dagin. Jan Muller, Jákup Egholm og Annika Waag stóðu fyri vali og av teimum var einans Annika Waag afturvald. Sostatt skipaði nevndin seg við einum greiðum meiriluta fyri, at Arni Brattaberg skuldi gerast formaður í nevnd­ini. Stóð á jøvnum í fjør Gunnar í Liða, Jákup Egholm og Jan Muller hava verið í TF samtakinum í mong ár, og Gunnar í Liða hevur verið ein av oddamonnunum í valds­mikla samtakinum í mong ár. Fyrst sum for­stjóri í TF og síðani sum nevndar­ formaður. Í fjør stóð á jøvnum í nevndini. Helmingurin av nevndarlimunum vildu hava Gunnar í Liða at halda fram sum nevndarformann, með­ an hin helmingurin peikaði á Arna Brattaberg. Tá avtornaði valdi nevnd­ in at lata formans­at­kvøð­una vera avgerandi, og sostatt var tað atkvøðan hjá Gunnar í Liða, sum gav honum sessin eitt bil aftrat. Men avgerðin varð koll­ dømd av Skráseting Føroya og lutakast skuldi fyrr í ár broyta valdsjavnvágina aft­ ur. Eftir lutakastið gjørd­ist Arni Brattaberg formaður og Ingeborg Godtfred næst­ for­kvinna. Tveir nevndarlimir, sum atkvøddu fyri Gunnari í Liða í fjør, fullu hósdagin. Jákup Egholm og Jan Muller vóru stuðlar hjá gamla for­stjór­ anum, men hósdagin valdi um­boðs­ráðið at leita aðrar vegir. Annika Waag, sum at­ kvøddi fyri Arna Brattaberg, varð afturvald, og aftrat henni komu tvey nýggj andlit. Birgir Nielsen og Karl Birgir Isaksen. Sum skilst eru teir báðir eisini stuðlar hjá Arna Brattaberg. Stutt eftir fundarlok hós­ dagin skipaði nevndin seg við Arna Brattaberg sum for­manni. Kolldømdu tilráðingarbólkin Áðrenn aðalfundin hevur nógv verið at hoyrt um til­ ráð­ingarbólkin, sum er knýtt­ ur at TF samtakinum. Til­ráð­ ingar­bólkurin hevur havt til uppgávu at meta um og seta fram tey, sum bólkurin metir hava førleikarnar til at manna nevndina í TF. Tey, sum vóru innstillað vóru: • Birgir Nielsen • Jákup Egholm • Ingibjørg Berg • Jóhanna á Bergi Av hesum var tað einans Birgir Nielsen, sum varð vald­ur í nevndina í TF. Á heimasíðuni hjá TF Holding stendur um tilráð­ ingar­bólkin, at: »Tilráðingarbólkurin skal í sínum arbeiði at tilmæla nevndarlimir veita trygd fyri, at nevndin hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna kann taka sær av áhugamálum hjá eigarunum og tørvinum hjá TF Holding Samtakinum við­víkjandi førleikum, styrki og margfeldi. Tilráð­ingar­ bólkurin skal eisini veita trygd fyri, at nevndin kann arbeiða óheft av ser­áhuga­ mál­um og samsvarandi við­mæl­um um góða virkis­ leiðslu. At enda skal tilráð­ ingar­bólkurin leggja dent á margfeldi, tá talan er um kyn og aldur, viðkomandi før­ leikar og royndir og vitan til at seta saman nevnd­ir. Bólk­ urin gevur aðal­fund­inum upp­skot um nevndar­limir.« Leggjast skal tó til merkis, at tilráðingarbólkurin bert kem­ur við tilmælum til nevndar­limir í TF Holding. Tað merkir tó ikki at til­mæl­ ini altíð verða fylgd, tí áður er eisini sæð, at fólk, ið standa á listanum hjá til­ráðingar­ bólkinum, ikki verða vald í nevndina, meðan fólk, ið ikki komu á listan, verða sett í nevndina ístaðin. Og soleiðis gjørdist eisini hesaferð. Vandamikil bygnaður í sam­takinum undir luppin Ikki einans skulu nevndar­ limirnir í TF Holding arbeiða fyri áhugamálunum hjá eig­ ar­unum. Eisini hava nevnd­ ar­limirnir í TF Holding evstu ábyrgdina og evsta eftirlitið við øllum tí, ið fyriferst í dóttur­feløgunum, og at alt fer rætt fram í hesum. Men bygnaðurin í sam­ takinum kann gera, at tað verður trupult at halda hetta eftirlit, ikki minst um nevnd­ irnar gerast ov veikar í mun til leiðslurnar. Og júst bygnaðurin í sam­ takinum var eitt av evnunum, sum umboðsráðslimir høvdu á lofti hósdagin. Fleiri inn­ komin uppskot vóru til aðal­ fundin at taka støðu til – eitt teirra snúði seg um at hyggja nærri eftir, hvussu ofta somu persónar kunnu ganga aftur í ymiskum nevndum og ráð­ um hjá TF Holding. TF Holding eigur seks dóttur­feløg, harav tvey eru av ser­ligum týdningi. TF Holding eigur 100 prosent av P/F Tryggingarfelagið Føroy­ ar og so eisini 100 prosent av P/F Eik Banka. Tað er sostatt nevndin í TF Holding, sum eigur og velur nevndina í Eik Banka. Nevndin í Eik Banka er tann, sum hevur eftir­lit við og setur stjóra og dagligu leiðsluna í Eik Banka,