Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. apríl 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. apríl 2016 · Nr. 47 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Barbara Holm September 2010 Gamli Eik Banki fer á heys­ in. Bankar í danska rík­inum hava rindað til banka­pakkar­ nar, og tí verður Eik bjarg­ aður av politiska trygdar­net­ inum. Fíggjarligt Støðufesti tekur yvir virksemi í bank­ anum 30. September. Oktober 2010 Nýggi Eik Banki Føroyar P/F sær dagsins ljós. Fíggjarligt Støðufesti spýtur 2 milliardir í nýggja bankan, og eitt skriv verður í tí sambandi fram­ leitt av granskoðarum hjá Fíggjar­ligum Støðufesti og í sam­ráð við danskar skatta­ myndug­elikar. Í skrivinum stendur, at ikki er loyvt at draga tap frá, sum stava frá kollsilgda bankanum. Hetta verður skrivað, tí enn veit Fíggjar­ligt Støðufesti ikki, hvussu stórt tapið verður, tá ið tey eru liðug at gera upp í kollsilgda bankanum. 18. februar 2011 Jørn Astrup Hansen, stjóri í Eik Banka, skrivar skjal, sum fyri aðru ferð síðani Fíggjar­ ligt Støðufesti yvirtekur bank­an ger greitt, at ikki er loyvt at draga tap frá koll­ silgda bankanum frá í nýggja bank­anum. Apríl 2011 TF Holding keypir 70 pro­ sent av bankanum fyri minni enn ásetta virðið á bank­anum. Súni Schwartz Jacobsen verður stjóri og Jørn Astrup Hansen verð­ur nevnd­arlimur vegna Fíggjar­ ligt Støðufesti, sum enn eig­ ur 30 prosent av bank­anum. 2012 Leiðslan í Eik letur inn sjálv­ uppgávu fyri 2010/2011, har 90 milliónir eru drignar frá í skatti fyri tap á áleið 500 miliónir krónur. Hálva milliardin stavar frá gamla Eik Banka. Tað er tó júst her, at ósemjan liggur. Eingin ivi er um, at tapið stavar frá gamla Eik Banka. Men er tað nýggi bankin, sum reint tekn­iskt eigur tapið ella er tað Fíggjarligt Støðufesti – tað fer Taks at avgera seinni í summar. SKATTAMÁLIÐ Her er ein tíðarlinja og so stubbar, har man kann lesa meira um tey ymisku punktini á linjuni SKATTAMÁLIÐ FRÁ Tíðarlinja: September 2010 Eik Banki fer á heysin. 30. sept. 2010 Fíggjarligt Støðufesti yvirtekur bankan. 14. oktober 2010 Nýggi Eik Banki Føroyar P/F verður settur á stovn. Oktober 2010 Fíggjarligt Støðufesti ger skattaskriv. 18. februar 2011 Jørn Astrup Hansen, stjóri í Eik, ger nýtt skattaskriv. Apríl 2011 TF Holding keypir 70 prosent. 2012 Leiðslan sendir sjálvuppgávu inn fyri 2010/2011. Mars 2013 Granskoðanin sáar iva um skattafrádráttin. Juni 2013 Nevndin áleggur leiðsluni at venda sær til Taks. Mars 2014 Spekt sendir skrivligt upprit, mæla frá skattafrádrátti. Juni 2015 Taks játtar frádrátt yvir 10 ár. Ársskiftið 15/16 Astrup úr nevndini. Januar 2016 Spekt vil ikki skriva undir uttan átekning. 27. januar 2016 Eik vendir sær aftur til Taks. Januar 2016 Fíggjarligt Støðufesti vendir sær til Fíggjarmálaráðið. Januar 2016 Taks tekur málið uppaftur. 21. mars 2015 Deloitte sigur gott fyri skattafrádráttinum. 21. mars 2015 Taks má venda sær aftur til Eik eftir meira upplýsingum.