mánadagur 25. apríl 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 25. apríl 2016 · Nr. 47
SKATTAMÁLIÐ
BYRJAN TIL ENDA
Mars 2013
Granskoðanin í bankanum
viðgerð leysaliga málið og
ivi verður sáddur um, hvørt
tað er rætt at draga tapið
frá. Bæði danska KPMG og
føroyska Spekt sáa iva um
ætlanina.
Juni 2013
Leiðslan í Eik sendir eitt skriv
til Taks, eftir at nevndarlimir
hava gjørt vart við, at tey
ikki meta tað lógligt at draga
tapið frá í sjálvuppgávuni.
Spurt verður inntil, hvussu
tapið kann dragast frá og
ikki um tað kann dragast
frá. Skrivið, sum Fíggjarligt
Støðufesti gjørdi í oktober
2010, verður ikki sent við.
Mars 2014
Spekt sendir skrivligt upprit
til nevndarformannin í Eik.
Har sigur Spekt, at tey ikki
meta tað rætt at draga tapið
frá – hvørki sum frádrátt ella
goodwill. Hetta verður ikki
sent til Taks.
Juni 2015
Taks svarar Eik Banka aftur,
at tapið kann dragast frá
sum goodwill yvir 10 ár.
Ársskiftið 2015/2016
Jørn Astrup Hansen fer úr
nevndini í Eik. Hann skuldi
úr nevndini, tí TF Holding
keypti tey resterandi pro
sentini
frá
Fíggjarligum
Støðufesti. Men hann fer
úr áðrenn ætlað, tí hann vil
ikki góðtaka rokniskapin fyri
2015 – har tær 90 milliónirnar
skulu dragast frá á tí al
menna rokniskapinum. Og
hesum greiður hann miðl
unum frá í februar 2016.
Januar 2016
Uttanhýsis granskoðanin hjá
Eik – Spekt – vil ikki skriva
undir rokniskapin uttan at
viðmerkja, at tey ikki meta
tað rætt, at draga tær 90
milliónirnar frá.
27. januar 2016
Eik má venda sær aftur til
Taks orsaka av hesum. 27.
januar halda Eik og Taks
fund um málið, og tástani
fær Taks innlit í hugsanina
hjá Spekt.
Januar 2016
Fíggjarligt Støðufesti sendir
skriv til Fíggjarmálaráðið.
Taks velur eftir hetta at taka
málið uppaftur til viðgerðar.
21. mars 2016
Torben Nielsen, nevndar
formaður í Eik, sendir út tíð
indaskriv, har hann vísur til
sitat frá donsku fyritøkuni
Deloitte. Danska fyritøkan
sigur
sambært
nevndar
formanninum, at tey meta
tað lógligt at draga tapið
frá, sum Eik banki hevur
gjørt. Enn vita vit tó ikki
nær skrivið er gjørt, útfrá
hvørjum upplýsingum niður
støðan er tikin, ella hvussu
samlaða niðurstøðan sær út.
Heldur ikki vita vit, um Eik
Banki hevur nýtt Deloitte
sum ráðgevar í skattamál
inum, ella um Deloitte er
komið í myndina eftir at
málið gjørdist alment.
21. mars 2016
Taks svarar Kringvarpinum,
at viðgerðin dregur út, tí
fleiri nýggir upplýsingar eru
komnir fram í almenning
inum, og Taks má tí venda
sær aftur til Eik eftir fleiri
upplýsingum í skattamál
inum. Enn er óvist nær Taks
kemur til sína niðurstøðu.
barbara@sosialurin.fo
Savnsmyndir