mánadagur 25. apríl 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. apríl 2016 · Nr. 47
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Tá Teistin fer á beding í
morgin, týsdagin 26. apríl,
fer Ternan at søkja sigl
ingina á Sandoyarleiðini,
og Jósup og Sildberin fara
at røkja Nólsoyarleiðina,
umframt at Sam fer at gera
farmatúrar
til
Nólsoyar
týsdagar og hósdagar.
Á
Strandfaraskipum
Landsins vita tey at siga, at
Ternan fer at sigla á Sand-
oyar- og Hestleiðini eftir
galdandi ferðaætlan.
Frá týsdegnum, 26. apríl
til og við leygardagin 30.
apríl, fer Jósup at sigla á
Nólsoyarleiðini - og frá
sunnudegnum 1. mai til 15.
mai fer Sildberin at sigla á
Nólsoyarleiðini.
Tá
Sildberin
soleiðis
verður tikin av Skúvoyar
leiðini, tekur Súlan um end-
an eftir galdandi ferðaætlan.
– Væntandi kemur Teist
in aftur av beding 15. mai,
og tá fara skipini aftur at
sigla á síni "vanligu" farleið,
siga tey á Strandfaraskipum
Landsins.
Neyvari
kunning
um
hesar farleiðir og um sigl
ingina út í Kalsoynna kann
lesast á www.sl.fo
Tað førir við sær nógvar broytingar hjá Standfara
skipum Landsins, at Teistin fer á beding í morgin
Nógvar broytingar
hjá Strandferðsluni
Íslendska uppsjóvarskipið
Huginn landaði seinastu hósnátt
umleið 750 tons av svartkjafti
til Havsbrún í Fuglafirði.
Streymurin verður
brúkiligur, og veðrið hesa
vikuna verður fyri tað
mesta hampiligt
Seks ísfiskalínuskip hava
seinastu tíðina fiskað í
íslendskum
sjógvi.
Eitt
av hesum skipum landar
heima í Føroyum í dag, og
tvey koma heim at landa
seinni í hesi vikuni.
Á Fiskamarknaði Føroya
vita tey at siga, at skipini,
sum fiska í íslendskum
sjógvi, hava eina blanding
av toski, hýsu, brosmu og
longu.
Umframt
ísfiskalínu
skipini, fiskar eisini eitt
føroyskt frystilínuskip í
íslendskum sjógvi í løtuni.
Trý línuskip eru til
fiskiskap undir Føroyum,
og eitt av hesum landar
væntandi í dag - og eitt
annað
seinni
í
vikuni.
Línuskipini undir Føroyum
fáa mest av toski, hýsu,
brosmu og longu.
Um útlitini til útróður
hesa vikuna, vita tey á
Fiskamarknaði Føroya at
siga, at streymurin verður
brúkiligur, og veðrið verður
fyri tað mesta hampiligt.
– Vit vænta tí nakað
av útróðri hesa vikuna,
siga tey á Fiskamarknaði
Føroya.
vilmund@sosialurin.fo
Nólsoyar kirkja
hevur nú fingið
nýggja kirkjuklokku,
og 150 fólk vóru til
hátíðargudstænastuna í
gjár. Eftir gudstænastu
var bjóðað til døgurða í
Missiónshúsinum.
Meðan Teistin er á beding frá í morgin at rokna, verða fleiri broytingar á ymiskum farleiðum hjá Strandfaraskipum Landsins
Bjóða nú
FRC-skeið
við Áir
Vinnuháskúlin
hevur útvegað sær
ein skjóttgangandi
bjargingarbát - ein
FRC-bát - sum hevur
fingið navnið Royndin.
Hetta er í samband
við, at Trygdardeplin
hjá Vinnuháskúlanum
nú fer at bjóða skeið í
nýtslu av skjóttgangandi
bjargingarbátum.
Skúlin hevur fingið nógvar
fyrispurningar um eitt
slíkt skeið, og fólk spyrja,
hví skúlin ikki hevur skeið
í FRC-skjóttgangandi
bjargingarbátum.
Royndin verður partur av
Trygdardeplinum við Áir,
har skeiðini framyvir eisini
verða hildin. Manningin á
deplinum hevur eisini verið
á skeiði uttanlands fyri at
kunna bjóða hesa frálæru.
Sambært heimasíðuni -
www.fsn.fo - verður fyrsta
skeiðið hildið í døgunum,
22. og 23. juni 2016.
vilmund@sosialurin.fo
Nøkur línuskip hesa vikuna
Fleiri línuskip fiska í íslendskum sjógvi,
og nøkur eru undir Føroyum