Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. apríl 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 25. apríl 2016 · Nr. 47 Vilmund Jacobsen Borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu, Kristin Michel­ sen, ásannar, at tað er trupult at halda upp á íbúgvaratalið í teimum økjum í Føroyum, sum ikki hava landafast til meginøkið. – Hetta merkja vit so sanniliga eisini í Suðuroy. Ikki minst tí er tað virksemi, sum Varðin Pelagic og onnur hava skapt og hvønn dag skapa so ógvuliga avgerandi fyri trivnaðin hjá arbeiðandi fólkinum og fyri inntøkugrundarlagið hjá kommunum. Kristin Michelsen á­sann­ ar eisini, at tá tú hevur eitt uppsjóvarvirki í økinum, verður tað altíð soleiðis, at virksemið á virkinum verð­ ur heft at, nær upp­sjóvar- fiskurin verður veiddur. – Virksemið verður tí eisini árstíðarbundið, og soleiðis er tað bara í slíkum vinnum. Hinvegin er nógv at gera og tey, sum arbeiða á virkinum, tjena góðar pengar, tá virksemið er í hæddini. Borgarstjórin vísir á, at á einum so framkomnum virki sum Varðanum Pelagic eru eisini nógv vælútbúgvin fólk, eitt nú innan maskin-og el, og tí er altíð eitt hampiligt tal av fólki til arbeiðis á virkinum - eisini, tá eingin fiskur er. Eisini surimi Kristin Michelsen sigur seg hava skilt, at maskinurnar til surimi-virkið, sum Varðin Pelagic er í holt við at byggja, koma til heystar, og ætlanin er at byrja framleiðslu um ársskiftið. – Her verða eisini nøkur nýggj arbeiðspláss skapt, sum vit sjálvsagt fegnast al­mikið um. Tað er stak hugaligt, at vit hava fólk og fyritøkur í økinum, sum eru mennandi fyri vinnuna í Suðuroy. Borgarstjórin heldur tað sjálvandi vera spell, at fólkatalið í kommununum í Suðuroy sum heild er mink­ andi, men eins og aðrastaðni í Føroyum og í útjaðarum í øðrum londum við, síggjast somu fyribrigdi. – Tað skal ógvuliga nógv til bara fyri at halda tørn og skal útjaðarin, sum ikki hevur fast samband við meginøkið, mennast í íbúgv­ aratali, skal okkurt heilt óvanligt gerast. – Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, men fiski­skap­ urin eftir upsa er framvegis smáligur. Tað vita tey á Fiska­ marknaði Føroya at siga. – Eitt partrolarapar land­ar í dag, og nøkur pør koma inn at landa seinni í vikuni. Partrolararnir fáa nakað av toski og longu sum hjá­ veiði. Nakrir djúpvatnstrol­ ar­ar fiska svartkalva, men ivasamt er, um nakar av teimum kemur inn at landa hesa vikuna. Tað eru eisini nakrir djúpvatnstrolarar, sum fiska svartkalva og frysta veiðina umborð. Fríggjadagin, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri hesa vikuna, lógu allir trol­ bátarnir við bryggju og bíðaðu eftir betri veðri. – Tvey garnaskip fiska svartkalva, og helst koma bæði skipini inn at landa seinni í hesi vikuni. Fiskiskapurin hjá garna­ skip­unum er brúkiligur, verð­ur lagt aftrat. vilmund@sosialurin.fo Upsaveiðan roynist ikki, men teir trolarar, sum fáa nakað av svartkalva, fáa hampiligt burturúr Sjónleikurin ”Renn fyri vívinum” er sera væl umtóktur, og higartil hevur verið útselt til allar sýningar. Umleið 1350 fólk hava higartil sæð leikin. Triðja árið á rað fer Nes kommuna nú at skipa fyri várdøgum, sum verða hildnir í kommununi í vikuni fyri bátafestivalin á Toftum Kundar broyta hugburð Handilsvinnufelagið bjóðar øllum, sum hava áhuga fyri handli og sølu, á ráðstevnu sum fer at seta fokus á handilsyrkið. Evnið á ráðstevnuni verður broyttur brúkaraatburður, talgilda framtíðin og støðan í føroysku handilsvinnuni. Handilsvinnuráðstevnan verður hósdagin 12. mai í Öström, og seinasta freist at melda seg til ráðstevnuna er mánadagin 9. mai. - Handilsvinnufelagið hevur farna árið sett sjóneykuna á internethandil. Hetta er ikki uttan orsøk, tí vit vita, at kundarnir eru við at broyta atburð, eitt nú orsaka av internethandli og nýggjum talgildum loysnum, sum geva kundunum atkomu til nógv fleiri veitarar, bæði innanlands og uttanlands. Tað veit Vinnuhúsið at siga í dag. Lagt verður aftrat, at tað serliga eru kundarnir í yngra ættarliðnum, sum skulu røkkast á ein øðrvísi hátt enn áður. - Men, vit gerast øll alt meira talgild og vænta tískil at verða møtt á talgildum pallum eisini. Á handilsvinnuráðstevnuni verða fleiri fyrilestrar, og eitt nú fer Dorte Wimmer frá Retail Institute Scandinavia at halda fyrilestur um framtíðarinnar brúkara, um ættarliðið Y og Cross Channel. Ólavur Ellefsen, stjóri á Tökni, fer at hugleiða um, hvørjar KT- møguleikar føroyska handilsvinnan hevur, og hvørjar væntanir føroyski brúkarin hevur til talgildar loysnir nú og í framtíðini. Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur á Lóðri, fer eisini at leggja fram eina greining av støðuni í føroysku handilsvinnuni. vilmund@sosialurin.fo Misjøvn trolveiða - Sjálvandi er tað spell, at fólkatalið í kommununum í Suðuroy sum heild er minkandi, men eins og aðrastaðni í Føroyum og í útjaðarum í øðrum londum við, síggjast somu fyribrigdi, sigur Kristin Michelsen – Tað er trupult at steðga afturgongd - Tað er gleðiligt, at Varðin Pelagic og Delta Seafood byggja út, sigur borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu