Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. apríl 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. apríl 2016 · Nr. 47 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 POLITIKKUR Árni Gregersen Tingformaðurin ætlaði upp­ runaliga, at tingfólk skuldu fara í summarfrí, tá ið ting­ dagurin endar í morgin, men hetta hendir ikki. Dagsskráin fyri í morgin telur heili 15 punkt og hóast tvey av teimum eru 3. við­ gerðir og átta eru 2. viðgerðir, so taka 15 punkt á skránni sína tíð. Og eitt av málunum, sum heilt víst einaferð enn fer at fáa eina drúgva við­gerð, er onnur við­gerðin av upp­ skotinum til broytingarnar í hjúnabandslógini. Málið var til aðru viðgerð einaferð fyrr og tað var stór­ ur spenningur tá um hvussu atkvøðugreiðslan fór at enda, men tað vístis eg, at mál­ið var beint aftur í trivn­ aðar­nevndina. Í Løgtinginum hevur tað í longri tíð verið soleiðis, at umleið helvtin er sinnað at atkvøða fyri at broyta hjúna­bandslógina, meðan hin helvtin er ímóti. Fýra tingkvinnur hava lagt uppskotið fram. Tær eru Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin, Sonja Jógv­ansdóttir, uttanflokka, og Hanna Jensen, Framsókn. Í samgonguskjalinum mill­um teir tríggjar sam­ gongu­flokk­arnar; Javnað­ar­ flokkin, Tjóðveldi og Fram­ sókn, stendur, at hetta málið er eitt etiskt mál og sostatt ikki eitt samgongumál. Hetta er at skilja soleiðis, at tingfólk ikki hava fyri neyð­ini at atkvøða, sum flokk­urin ynskir, men at tey kunnu atkvøða eftir egnari sann­føring. Kristin og Heðin Í longri tíð hevur ligið á ljóði, at teir báðir javnaðar­ting­ mennirnir, Heðin Mort-en- sen og Kristin Michelsen, ivaðust í, hvat teir fara at atkvøða. Teir boðaðu eisini frá, tá ið uppskotið var til 2.viðgerð fyrru ferð, at teir fóru at taka undir við einum uppskoti um at beina málið aftur í nevnd. Eisini onnur tingfólk ivast í, hvat tey skulu atkvøða, tí sjálvt um tað stendur í sam- gonguskjalinum, at talan er um eitt etiskt mál – og sjálvt um løgmaður hevur endurtikið tað sama síðani, so er andstøðan ikki samd við samgonguna um hetta. Andstøðan heldur, at tal­ an heilt greitt er um eitt sam­ gongu/andstøðu mál og tí fara flestu andstøðu­ting­fólk at atkvøða ímóti mál­in­u­m. Trivnaðarnevndin hev­ ur viðgjørt málið síðani 1. viðgerð 24. november í fjør. Eftir at málið var beint aftur í nevndina, tí tingið ikki helt, at tað fekk svar uppá allar spurningar, hev­ ur nevndin enn einaferð býtt seg í ein meiluta og ein minniluta. Meirlutin er samgongu­ tingfólkini Katrin Kallsberg, Óluva Klettskarð og Djóni N. Joensen og so uttan­flokka- kvinnan Sonja Jógvansdóttir. Meirlutin mælir til ein­ stakar broytingar í nýggjasta álitinum. Millum annað skriv­ar meirlutin: – Tulkingarósemja er um, hvørt samkynd borgarliga gift pør eftir ásetingini í § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini kunnu krevja at verða signað í kirkjuni. – Til tess at beina burtur allan iva er skotið upp, at § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini annaðhvørt verður strik­að ella umorðað. Hjúna­bands­ lógin er framvegis felags máls­øki. Løgtingsumsitingin hev­ur víst á, at Løgtingið ikki kann broyta § 14, stk. 2 av sínum einting­um. Tí er neyðugt, at lands­stýris­maðurin í familju­ rættarmálum (Innlendis- og heilsumálaráðið) tekur upp málið við danska ráðharran á økinum soleiðis, at oman­ fyri­nevnda broyting kann fremj­ast sum skjótast. Ein av grundgevingunum hjá andstøðuni fyri at siga, at her er talan um eitt sam­ gongu­mál, er orðingin um, at landsstýriskvinnan við inn­lendismálum, Sirið Sten­ berg, eisini má inn í sam­ ráð-ingar við danir fyri at fáa lógarheimildir og »an­ ordning« uppá pláss. Minnilutin í trivnaðar­ nevndini – Kaj Leo Holm Johannesen, Jenis av Rana og Jógvan av Lakjuni – er framvegis sannførdur um ikki at taka undir við mál­in­ um. – Minnilutin er sannførd­ ur um, at tað ber ikki til at gera hjúnabandið kyns­ neutralt uttan at gera seg inn Dýri biðidagur og flaggdagurin gera, at tingið fær ovmikið at gera í hesi vikuni FRÍDAGARNIR ARBEIÐIÐ Í TIN Páll á Reynstúgvu, tingformaður, ivast í um seiansti tingdagur í hesi tingsetuni verður í morgin Katrin Kallsberg, Tjóðveldi, er forkvinna í trivnaðarnevndini. Nevndin hevur lagt nýtt álit fram í málinum um at loyva samkyndum at giftast