Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. apríl 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 25. apríl 2016 · Nr. 47 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD TÍÐINDI TEY SVIMJA Í METUM Metini mest sum rapa inn í føroyskari svimjing, har tey ungu hava kappast í Klaksvík um vikuskiftið. Jóhan á Plógv Hansen tapti í Spania og Torkil Veyhe var óheppin í Herning – her eru tey stuttsøgdu ítróttartíðindini. Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Bæði Vendsyssel FF og Vejle skulu hava nýggjan venjara. Ove Christensen hevur lagt frá sær í Vendsyssel, meðan Klebér Saarenpää og Vejle eru vorðin samd um at fara hvør til sítt. Í báðum feløgunum verða tað ítróttarstjórarnir, sum fyribils taka við róðrið restina av kappingarárinum. Ove Christensen legði frá sær leygardagin eftir 0-3-tap ímóti AC Horsens í síðstu viku og eitt vár við átta dystum, har eingin hevur verið vunnin. Eisini í Vejle er tað orsakað av vánaligum úrslitum, at nýggjur venjari skal finnast. Fremad Amager hevði valt at seta bæði Christian Holst og Heina Vatnsdal á beinkin, tá ið Brabrand í gjár var á vitjan. Dysturin endaði við 2-2-javnleiki, og tað merkir, at Fremad Amager nú er eitt stig frá uppflytingini. Nýggju dystir eru eftir at spæla. Meistaraheitið er rokið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu og Dinamo Bukarest, sum í gjár spældu 0-0-javnleik á útivølli ímóti Pandurii. Romario Kortzorg hjá Dinamo fekk reyða kortið um miðjan seinna hálvleik, og tá gjørdist tað trupult. Kaj Leo varð innskiftur og fekk fimm minuttir á vøllinum. Gilli Rólantsson verður ikki við, tá ið AaB í kvøld fer á vitjan hjá Randers í donsku Superliguni. Í løtuni er eingin skaddur ella leikbannaður hjá AaB, og tað er ikki gjørt pláss fyri Gilla, sum annars hevur verið fastur maður í hópinum seinastu tíðina. Kapprenningin um meistara­heitið í sponsku La Liga stendur við, eftir at øll tey trý oddaliðini, FC Barcelona, Atlético Madrid og Real Madrid, vunnu sínar dystir um vikuskiftið. Lionel Messi syrgdi fyri, at FC Barcelona var á odda 1-0 í hálvleikssteðginum ímóti Sporting Gijon. Í seinna hálvleiki var sonn málveitsla, og serliga var tað Luis Suarez, sum skaraði framúr. Hann skeyt fýra mál og var høvuðsatvoldin til, at FC Barcelona vann 6-0. Atlético Madrid mátti stríðast fyri sigrinum, tá ið teir á heimavølli spældu ímóti Malaga. Angel Correa gjørdist sigursharri í 1-0-sigrinum, har venjari teirra, Diego Simeone, varð burturvístur fyri at tilætlað sparkað ein bólt ov nógv inn á vøllin. Hvøkkur var lopin í hjá Real Madrid, sum longu eftir 14 minuttum av vitjanini hjá Real Vallecano púra óvæntað var aftanfyri 2-0. Lucas Vasquez og Gareth Bale (2) syrgdu tó fyri, at Real Madrid fekk ein alneyðugan 3-2-sigur við sær til húsa. Úrslitini bera við sær, at støðan í oddinum í La Liga er óbroytt. FC Barcelona og Atlético Madrid eru oddalið við 82 stigum, har FC Barcelona tó hevur betri málmun. Real Madrid er bara eitt stig aftanfyri tey bæði. Tríggir dystir eru eftir at spæla. Oddastríðið í týsku Bund­ es­liguni er eisini ó­broytt, har Bayern München vann 2-0 á Hertha Berlin og Borussia Dort­mund vann 3-0 á Stutt­ gart. Bayern er framvegis sjey stig framman­fyri Dortmund. Einans níggju stig eru eftir at spæla um, so tað skal vilja heilt illa til, um Bayern München ikki skal endurvinna sær meistaraheitði. Hannover 96 spælir ikki í Bundesliguni næsta kappingarár. Tað er greitt, nú Eintracht Frankfurt um vikuskiftið vann 2-1 ímóti Mainz, og Hannover 96 harvið ikki longur kann røkka bjargingini. Felagið hevur verið í bestu deildini síðstu 14 árini. Juventus líkist alt meiri einum italskum meistara. 2-1-sigurin á Fiorentina í gjár var 24. sigurin seinastu 25 dystirnar, og við níggju stigum frammanfyri Napoli og 12 stigum eftir at spæla um, skal ógvuliga nógv ganga galið um Juventus ikki endurvinnur meistaraheitið. Tað er stavn um stavn í oddinum í næstbestu deildini í Onglandi, har Burnley, Middlesbrough og Brighton øll hava 87 stig. Málmunur teirra er ávikavist +33, +32 og +30. Tveir dystir eru eftir at spæla. Tvey tey fremstu flyta beinleiðis upp í Premier League, meðan tey, ið enda frá nummar trý til seks, skulu spæla playoffs. Manuel Neuer hevur longt um sáttmálan við Bayern München, soleiðis at 30 ára gamli málverjin nú verður at finna í felagnum fram til og við 2021. Tað eru fimm ár síðani týski landsliðsmálverjin skifti frá fíggindanum, Schalke 04. Hann hevði annars sáttmála fram til 2019. Við Bayern hevur hann vunnið nógv: tríggjar ferðir landskappingina, tvær ferðir steypakappingina og einaferð Champions League. Fernando Torres hevur ikki verið úttikin til spanska landsliðið í tvey ár, men landsliðsvenjarin, Vicente del Bosque, sigur við AS, at hann væl kundi funnið upp á at úttikið hann til EM- endaspælið í summar. 32 ára gamli Atlético Madrid- framherjin, sum hevur skotið fimm mál í seks dystum hendan mánaðin, er komin á máltalvuna í tveimum teimum undanfarnu EM- finalunum. Stórdysturin í Turkalandi ímillum Trabzonspor og Fenerbahce fekk ein rokmiklan enda, tá ið ein áskoðari rann inn á vøllin og leyp á ein eyka hjálpardómara – tann, sum er aftanfyri baklinjuna. Fenerbahce var á odda 4-0 hesa løtuna í 89. minutti. Dómarin valdi at bríksla dystin av, og enn er ógreitt hvat fyri revsing Trabzonspor fer at fáa. HONDBÓLTUR Bjerringbro-Silkeborg og Jóhan á Plógv Hansen fingu eitt vánaligt útgangsstøði, tá ið teir í gjár taptu fyrru fjórðingsfinaluna í EHF Cup við 30-24 ímóti spanska Granollers. Jóhan skeyt trý mál. Seinna fjórðingsfinalan verður í Danmark leygardagin. KAPPRÓÐUR Tað verður Tóki H. Niclasen, sum framyvir fer at stjórna Róðrarsambandi Føroya. Tað er greitt, eftir at tvøramaðurin á aðalfundinum í gjár vann formansvalið greitt ímóti Ísaki Mikladal. Tóki hevur royndir úr Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, og hann tekur við eftir Jan Herman Hansen, sum eftir 10 ár sum formaður hevur valt at leggja frá sær. SÚKKLING Torkil Veyhe (Team WeBike- CK Aarhus) var eyðsýndur, tá ið GP Herning varð súkklað um vikuskiftið. Á 186km langa teininum fór hann í útbrot saman við Thomas Guldhammer (Vejle Cykel Klub). Teir vunnu sær 45 sekund til feltið, men Torkil var óheppin og punkteraði. Hann kom á mál við feltinum og gjørdist nummar 51. Meðan føroyingurin royndi seg í Danmark, so royndi heimselitan seg í belgiska klassikaran­um, Liége -Bastogne -Liége. Heldur óvæntað var tað hollendski Wout Poels (Team Sky), sum stóð seg best í einum spurti ímillum tríggjar útbrótarar. Danir leggja nógv fyri í royndini at fáa ein part Tour de France súkklaðan í Danmark í framtíðini. Danski vinnumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, hevur verið á fundi við formannin fyri risastóru súkklukappingina, Christian Prudhomme. Sambært TV2, so verður roynt at lokka Tour de France til Danmark í 2018 við 90 mió. kr. SVIMJING Klaksvíkar Svimjihøll hevur um vikuskiftið verið karmur um JuniorMeistarastevnuna og Meistarastevnuna fyri Ung 2016, sum er føroya­ meistarastevnan fyri allar okkara aldursbólkar upp til gentur 17 og dreingir 18. Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimji­felag gjørdist stóri heiðurs­ merkja­slúkurin hesa­ferð við 16 heiðurs­merkjum – 14 gull og tvær silvur. Felagið úr Suðuroynni gjørdist eisini tað felagið, sum vann flest heiðurs­merki í hesi kappingini, Hjá mannfólkunum var tað Johan Dam úr Havnar Svimjifelag, sum vann flest heiðursmerkir. Tey vóru 13 í tali og øll av gulli. Kappingin staðfesti, at svimjingin her­ heima er í rívandi menning, tí har vórðu nevni­liga seks nýggj føroysk junior­met sett umframt eitt føroyskt met. Vár Erlingsdóttir Eides­ gaard úr Havnar Svimjifelag setti framúr met í 800m frí­svimjing, har hon við tíðini 8:54.23 setti bæði nýtt føroyskt juniormet og nýtt føroyskt met. Tíðirnar á hesum teininum hava annars leingi verið á yvir níggju minuttir. Róland Toftum úr Suður­ oyar Svimjifelag setti tvey nýggj føroysk junior­met. Í 50m bringu eitur nýggja juniormetið nú 29.07, og í 100m bringu er tað nú 1:04.10. Eisini Sára R. Nysted setti nýtt føroyskt juniormet. Tað gjørdi hon í 100m blandað, har tíðin var 1:04.93. At enda vóru tað tvær stafettir, ið settu nýggj føroysk juniormet. Í 4x100m frí svumu Barbara Debes, Jana Bjartalíð Thomsen, Ásbjørg Hjelm og Signhild Joensen úr Ægir 3:59.07, og í 4x50m blandað svumu Marius Gardshodn, Niels Nattestad, Johan Hofgaard og Birni Sigvardsen úr Havnar Svimjifelag 1:54.65.