Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. apríl 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. apríl 2016 · Nr. 47 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HB OG VÍKINGUR ERU ÓSIGRAÐ Sebastian Pingel skoraði skjótasta málið nakrantíð, áðrenn hann noyddist skaddur av vøllinum og kanska ikki verður at síggja aftur fyrr enn síðst í mai mánað Jóannes Hansen Fokus er flutt frá kappingini um løgmanssteypið og aftur á landskappingina, har áttanda umfar verður klokkan 16 seinna­partin miku­dagin, tá ið TB og NSÍ aftur hittast við Stórá í Trongis­vági og hóskvøldið, tá ið hinir fýra dystirnir verða spældir. Sebastian Pingel er ætlað­ur at vera ein av fleiri álops­streingjum hjá B36 at spæla uppá. Síðsta miku­kvøld skoraði hann skjótasta málið í hesum kappingar­árinum og iva­ leyst eitt tað skjótasta málið, sum nakrantíð er skorað í føroysku landskappingini. NSÍ var í Gundadali, og B36 vann 3-1. Gestirnir góvu bóltin upp, og tá ið tólv sekund vóru farin, lá bólturin í málin­um aftan­ fyri Símun Rógva Hansen. Sebastian Pingel var mál­ skjútti, og danski framherjin er nú skrá­settur fyri at hava skorað fýra mál. Tað er rættiliga ivasamt, nær Sebastian Pingel aftur verður B36 málskjútti. Eitt korter var farið, tá ið hann ikki reisti seg aftur eftir samanbrest við mótspælara. Tað var neyðugt við út­ skifting, og í B36 kvíga teir fyri, at tað fara at ganga seks vikur, áðrenn Sebastian Pingel aftur verður at síggja í B36 álopinum: – Vit vóna tað besta, men tað er nógv, sum bendir á, at eitt liðband í knænum er farið. Tað plaga at ganga seks vikur, áðrenn spælararnir koma fyri seg aftur eftir sovornan skaða, stað­ festir B36 venjarin Eyðun Klakstein. Í fjør kom tað ongantíð fyri, at eitt mál varð skorað í fyrsta minutti. Trý mál vórðu tá skrásett at vera skorað í øðrum minutti: Martin Tausen hjá TB í 2-2 ímóti EB/Streymi við Margáir 27. september, Høgni Eysturoy hjá B36 skoraði 1-0 sigursmálið í Gundadali ímóti FC Suðuroy 2. august og René S. Joensen hjá HB setti beinanvegin hol á, tá ið HB vann 3-1 ímóti KÍ í Gundadali 14. mai. NSÍ dumpaði aftur B36-NSÍ 3-1 Størsta avbjóðingin hjá NSÍ í stríðnum fram ímóti at ogna sær annað FM heitið er at fáa bilbukt við kappingar­ neytarnar í toppin­um. Fyrr í ár hevur NSÍ tapt ímóti bæði HB og Víkingi á heimavølli, og mikukvøldið legði NSÍ rygg til 3-1 tap í Gundadali ímóti B36. NSÍ hevði tríggjar blað­ ungar, evnaríkar men ó­roynd­ar spælarar á liðnum: 17 ára gamli Mórits Heini Mortensen og 19 ára gamli Jann Benjaminsen vóru millum teir fyrstu ellivu, og eitt korter undan leikloki varð 17 ára gamli Hans Marius Davidsen skiftur inn. B36 miðvallarin Høgni Madsen var væl nøgdur við 3-1 sigurin: – Tá ið vit øktu til 2-0 við brots­sparki, kendu vit okkum hava tak á tí. Tó kom tað illa við, at Klæmint A. Olsen dygst undan steðginum við fínum skoti úr átjan metrum minkaði um munin. Men vit vístu okkum sum menn eftir steðgin, og eftir ein tíma, tá ið Lukasz Cieslewicz skoraði til 3-1, var eingin ivi. NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen skor­ aði átt­anda málið. Hann er harvið toppskjútti, men tað FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB Enn einaferð javnleik móti teim ið sigast at vera FM kandidatar. Eftirhondini ein óvani við øllum hesum javnleikunum. Óhepnir at vit ikki vunnu. Forrestin er Dimitri 23 ár eldri enn Bjarki. Skjótt so vinna vit dystirnar. KRISTIAN JOENSEN KÍ Hjallgrím - Niels Pauli - Atli og aðrir a beinkinum, sterkasti bonkur vit hava sað í Føroyskum fótbólti síðan rullutrappurnar komu í Handilskjarnan. Ótrúligt at meir ikki fægst burturúr, skal man longu nú siga bye bye Europa ? Men tey elendiligi liðini, so sum AB mugu bara vinnast! Nú er eitt at gera og pulvirisera LÍF komandi umfarð. SÆBJØRN LEITI ÍF Huff huff 2-2 skála spældi sum eitt lið og fekk 1 stig  Koyr á ÍF ALLAN ENGHAMAR HB Manglaðu nakað av fantasi og neyvleika. Men fingu sigurin til síðst, vigtigt! LISSI MOURITSEN B36 Fyrimyndarligt - B36! Fyrimyndarligt - Áskoarar! Fyrimyndarligt - Petur Reinert! Fyrimyndarligt í 90 min +! FYRIMYNDARLIGT ! JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ Hatta kundi verið ein spenn­andi dystur. Tað var tað ikki. Liðið, ið vit eru von at hyggja eftir, var bara at síggja á vøllin­um í einar 10-15min. Harmiligt at missa stig í einum tilíkum dysti. Vit mugu taka annað skinn um bak til næsta dyst! Stuttligt at síggja okkara ung­dóm fáa pláss á liðinum! Vit vera við har suðuri. Vit fara norður aftur við lyftum høvdi! FÓTBÓLTUR