Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-25, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. apríl 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. apríl 2016 · Nr. 47 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge – Argir B36 vann í gjár 2-1 á AB á Argjum og er í fjórðings­ final­uni í kappingini um Løg­mans­steypið. Tað kundi tó verið øðrvísi, um Lukasz Cielsewicz bleiv út­víst­ur miðskeiðis í seinna hálv­ leiki, tá hann feldi Aron Clementsen, ið var kós móti mál­inum hjá B36. – Tá eg sá tað í dystinum, so helt eg tað var reytt kort, sig­ur Trygvi Mortensen, venj­ari hjá AB. Tá liðini møttust í lands­ kappingini fyri tveimum vik­ um síðani, tá fekk B36 Róald Jakobsen útvístan fyri eina líknandi hending, men tá vann B36 sjálvt um teir vóru undirmannaðir í næstan ein tíma. B36 aftur á beint Eftir at hava mist stig móti liðum sum Skála og TB, so prutlaði eitt sindur undir lok­inum hjá B36, ið ikki tókt­ ist spæla eins væl og í fjør. Seinastu dystirnir vísa tó, at B36 aftur er komið á beint og hevur partvís marginalarnar á røttu síðu. Teir vunnu greitt á NSÍ í Gundadali og skuldi havt vunn­ið á KÍ í Klaksvík, með­ an teir fyri aðru ferð upp á mánað vinna á AB, sum ann­ars elskar at arga stóra­ beiggja. B36 spæl – AB kontra Dysturin myndaði seg áleið soleiðis, sum tey flestu mundi imynda sær áðrenn. B36 var – sum teir plaga - nógv á bóltinum. Fluttu hann væl runt og royndu so harfrá at koma til møguleikar. Argjamenn spæla upp á um­stillingar og skjótálop. Tað eydnaðist eisini rímuliga væl, tí argjamenn komu eins og B36 í fleiri støður, ið tú kanst ímynda tær at venj­ arar­nir hava planlagt undan dyst­inum. AB hevði vindin undan í fyrra hálvleiki og tað hálpti teimum, tá teir skuldu rudda vekk. Í seinna hálvleiki gekk verri, tá B36 kom út sum eitt ódnar­veður og trýsti. Fleiri fáa møguleikan Bæði liðini valdu at royna ung­ar og óroyndar spælarar frá byrjan. Fyri AB byrjaði 17 ára gamli Bjarki Nielsen inni á høgra vongi, meðan 18 ára gamli Pætur Petersen fekk sín fyrsta dyst frá byrjan í ár fyri B36, somuleiðis á høgra vongi. Felags fyri báðar er, at teir umframt at vera ungir, so vístu teir í dystinum góðar dygdir á bóltinum. Fyri AB spældi Kári Nielsen eisini fyri fyrstu ferð frá byrjan, meðan Trygvi Askham fekk møguleikan í mál­inum hjá B36. Bæði liðini skulu spæla týdningarmiklar dystir aftur hósdagin. AB í botn­gysara móti Skála, með­ an HB og B36 bresta saman í Gundadali. 3 HEÐIN STENBERG Eigur sín lut í fyrsta málinum, men stóð seg annars væl. Tryggur í útspørkum og at kom út eftir bóltinum. Hevði fleiri bjargingar. 3 SØRIN SAMUELSEN Stríðsmaður um ein háls og soleiðis kann avrikið hjá honum eisini lýsast. Verður tó yvir­ spældur nakrar ferðir. 3 DIMITRIJE JANKOVIC Er ein knassi í verjustøðu og lesur spælið væl. Hevur verið týdningar­mikil fyri AB í ár. 4 RÓI DANIELSEN Sterkur í tvídystunum og torir væl at stempla upp. Er vaksin væl í liðskiparaleiklutin. 3 JÓNAS STENBERG (Út 72.min) Vinstri bakk í fyrra hálvleiki og høgri vongur í seinna hálvleiki. Serliga í mót­ vindinum í seinna hálvleiki vóru um­støðurnar truplar, men altíð raskur. 3 BÁRÐUR OLSEN Sum endurføddur á mið­ vøllinum hjá AB. Orkar betri fyri hvønn dyst og skipar spælið væl, men enn restar nakað av neyvleika í avleveringum. 3 KÁRI NIELSEN Spældi væl á miðjuni í fyrra hálv­leiki, men hevði tað trupult á vinstra bakki í seinna hálvleiki. 4 DAN Í SOYLU (Út 83.min) Spældi leingi til eitt trygt 4-tal, men fánaði nakað í seinna hálvleiki. Átti uppleggið til 1-0 málið við góðari sending og mennist í hvørjum. Ein spennandi spælari, sum er verdur at halda eyguni við. 4 BJARKI NIELSEN Byrjaði inni fyri fyrstu ferð, men smæddist als ikki burtur. Hevur ein eginleika at verða har, sum bólturin endar. Tordi eisini at dribbla, men er enn ov veikur. Fær tó eitt 4-tal sum debutantur. 3 SÍMUN SAMUELSEN (Út 46.min) Stríddist væl á vinstra kanti, men spældi bara fyrr hálvleiki. Líkist alsamt tí Símun Samuelsen, ið vit kenna frá gomlum døgum. 3 PATRIK JOHANNESEN Skoraði til 1-0 við góðari renning, men skuldi helst fingið fleiri mál. Arbeiddi væl, men tók eis­ini onkrar skeivar avgerðir í álops­støðu. 3 ARON CLEMENTSEN (Inn 46.min) Kom inn á miðjuna og hevði trupulleikar fyrstu løtuna, har AB blivu trýstir. Kom væl við seinni og skuldi havt kostað B36 reytt kort. 3 RASMUS DAN SØRENSEN (Inn 72.min) Kom inn á vongin, men tað trupult. Var við í onkrum góðum álopum. MARTIN MIDJORD (Inn 83.min) Ov stutt inni til at gera eina meting, men legði upp til góðan málmøguleika 4 TRYGVI MORTENSEN Liðið spælir góðan kontra fótbólt, men taktiska útskiftingin í hálv­ leikinum, og flytingin av Kára Nielsen á vinstra bakk tóktist órógva. SPÆLARAMETING B36 slapp við skrekkinum, tá Lukasz Cieslewicz miðskeiðis í seinna hálvleiki feldi ein leysan Aron Clementsen hjá AB. Tað heldur venjarin hjá AB, Trygvi Mortensen 1 til 6 FÓTBÓLTUR DYSTURIN HESA VIKUNA Bæði liðini valdu at royna ungar og óroyndar spælarar frá byrjan. Fyri AB byrjaði 17 ára gamli Bjarki Nielsen inni á høgra vongi, meðan 18 ára gamli Pætur Petersen fekk sín fyrsta dyst frá byrjan í ár fyri B36, somuleiðis á høgra vongi. LØGMANSSTEYPIÐ – Tá eg sá tað í dystinum, so helt eg tað var reytt kort. So sá eg at dómarin gav gult kort og hugsaði, at helst hevði hin verju­ spæl­arin verið í góðari støðu. Tá eg spurdi dóm­ aran um tað segði hann, at hann gav gult, tí at spæl­arin hjá okkum ikki hevði tamarhald á bólt­ inum. Tað skilji eg so einki av. – Eg kenni meg ikki snýttan. Vit skuldu havt skor­aði fleiri mál í fyrra hálv­leiki. Millum annað tá Bjarki Nielsen stútaði, men Trygvi Askham bjarg­aði. Vit áttu kanska eis­ini eitt brotsspark, tá Patrik Johannesen varð feldur. – Vit høvdu B36 har vit vildu hava teir, men tá tað er sagt, so var B36 greitt omaná tíðliga í seinna hálv­leik. Eg iðri meg um, at vit sparkaðu ov nógvar lang­ar bóltar. Vit skulu spæla meiri bólt. – Nú hava vit eina finalu hósdagin, tá vit spæla móti Skála. Tað er okkara finala, tí við so stórari útskifting í hóp­ inum, sum tað hevur verið hjá AB í ár, so er okk­ara fokus á at yvirliva í lands­kapping. TRYGVI MORTENSEN SÁ TAÐ SUM REYTT KORT