Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-25, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. apríl 2016síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 25. apríl 2016 · Nr. 47 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 4 TRYGVI ASKHAM Fekk møguleikan fyri Tórð Thomsen. Stóð seg væl og hevði onkrar góðar bjargingar. Kundi ikki gera nakað við málið. 4 JÓNAS TÓR NÆS Íblandaður í nógvum av spælinum hjá B36 og var aktivur. Framrættaða útgangsstøðið mundi tó kostað onkuntíð. 3 ANDRIAS ERIKSEN Sterkur á bóltinum og tað skapar yvirtal í álopsstøðu á miðjuni, men tapti nógvar av sínum tvídystum og sá illa út í málinum hjá AB. 3 HØRÐUR ASKHAM Hevði somuleiðis onkrar trupulleikar í verjustøðu, men læs tó eisini spælið væl í øðrum støðum. 4 BENJAMIN HEINESEN Stóð seg væl á vinstra bakkinum, har samanspælið við Gest B. Dam riggaði væl. Kom framvið og var íblandaður onkrum av málinum. 3 HØGNI MADSEN Hevði tamarhald á miðjuni og smæðist ikki, hvørki í verjustøðu ella álopsstøðu. Tó vóru ikki so nógvar støður har tú veruliga legði merki til stríðsmannin. 4 RÓALDUR JAKOBSEN Hevur spælt betri dystir, men fær eitt 4-tal fyri sínar lekkru detaljur, skilagóðu avleveringar og ikki minst flotta skeggið! 3 LUKASZ CIESLEWICZ Skuldi helst verið útvístur, tá hann feldi Aron Clementsen. Ikki hansara besti dystur, men vísir í løtum at hann er eitt stig betri enn restin. 5 GESTUR B. DAM Dagsins maður á Argjum. Skorar eitt mál og er annars fúsur at órógva mótstøðuliðið. Riggaði væl á vinstra vonginum. 3 PÆTUR PETERSEN (Út 78.min) Kom sjáldan í tær góðu støðurnar, har teknikkurin slappur til sín rætt. Besta løtan var, tá B36 trýsti tíðliga í seinna hálvleiki. Eitt lítið 3-tal. 4 JÓGVAN SKEEL NOLSØE Hevur ikki livað upp til vónirnar seinastu dystirnar, men í gjár var hann eyðsýndur í álopium og skoraði. Skal tó hava fleiri kjansir til hvørt máli. HØGNI EYSTUROY (Inn 78.min) Dekan ov stutt inni til at gera eina meting. 4 EYÐUN KLAKSTEIN Vann helst dystin í hálv­leik­ inum, tá B36 var aftanfyri 1-0, men vendi tí við einum lang­um trýsti fyrst í øðrum hálv­leiki. Helt seg til konseptið hjá B36. Dystargongdin AB hevði munin í fyrra hálv­ leiki, har heimaliðið uttan at hava bóltin meiri kom til størru møguleikarnar. Fyrst legði Patrik Johannesen AB á odda eftir frálíka send­ing frá Dan í Soylu. Løtu seinni var sami Patrik Johannesen aftur leysur, men bara ein frá­lík takling frá Hørði Askham steðgaði tvøra­ mann­inum at økja fyri AB. Eis­ini Bjarki Nielsen mundi fingið sítt fyrsta mál fyri argja­menn, men Trygvi Askham fekk hondina á stút­ aran. Í seinna hálvleiki trýsti B36 við vindinum í ryggin AB í botn. Argjamenn komu ikki um miðjuna, fyrr enn Gestur B. Dam hevði javnað fyri B36. Síðani skiftust liðini um at fáa møguleikar. AB vildi hava Lukasz Cieslewicz út­ víst­an, meðan B36 vildi hava brotsspark í hinum end­ anum. Tað endaði við, at Jógvan Skeel Nolsøe eftir skot­fintu kundi trilla bóltin í mál­ið til endaliga úrslitið 2-1. trondur@sosialurin.fo SPÆLARAMETING Myndir: Sigmar Mørkøre 1 til 6 AB - B36 1-2 (1-0) 1-0 Patrik Johannesen, 11 1-1 Gestur B. Dam, 57 1-2 Jógvan Skeel Nolsøe, 69 Dómari: Rúni Gaardbo AB: Heðin Stenberg – Sørin Samuelsen, Dimitrije Jankovic, Rói Danielsen, Jónas Stenberg(Rasmus Dan Sørensen, 72.min) – Bárður Olsen, Kári Nielsen, Dan í Soylu(Martin Midjord, 83.min) – Bjarki Nielsen, Símun Samuelsen(Aron Clementsen, 46.min), Patrik Johannesen Gul kort: atrik Johannesen Venjari: Trygvi Mortensen B36: Trygvi Askham – Jónas Tór Næs, Andrias H. Eriksen, Hørður Askham, Benjamin Heinesen – Høgni Madsen, Róaldur Jakobsen – Gestur B. Dam, Lukasz Cielsewicz, Pætur Petersen (Høgni Eysturoy 78.min) – Jógvan Skeel Nolsøe Gul kort: Jógvan Skeel Nolsøe, Lukasz Cieslewicz, Róaldur Jakobsen Venjari: Eyðun Klakstein FÓTBÓLTUR Dysturin bleiv spældur í rætta steypa­andanum, har bæði satsa tað tey hava til dystin. At tað 24. apríl framvegis er vetrarkalt! Bæði AB og B36 skulu spæla týdningarmiklar dystir aftur hósdagin. AB í botngysara móti Skála, meðan HB og B36 bresta saman í Gundadali. – Hetta var ein góður steypa­dystur og ein góð­ ur sigur hjá okkum. Eftir at AB hevði lagt seg odda, og til vit høvdu vent dyst­ inum til 2-1, høvdu vit rím­iliga greiða yvirvág í spæli og vandamiklum støð­um. AB skapti eisini nakr­ar kjansir gjøgnum dyst­in, og seinasta løtan bleiv júst so órólig, sum hon skal verða í einum spenn­andi steypadysti, sum gongur báðar vegir. Saman­umtikið haldi eg, at sigurin var uppiborin. – Trygvi Mortensen ger eitt gott arbeiði á Argjum, og AB-liðið hevur flutt seg nógv rætta vegin síð­ani kappingarbyrjan. Sein­astu vikurnar hava teir fingið góðar javnleikir ímóti Víkingi, HB og KÍ, og tí eri sera fegin um, vit vunnu hendan trupla steypa­dystin og kunnu fara víðari í fjórðings­ final­una. EYÐUN KLAKSTEIN