Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-25, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. apríl 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. apríl 2016 · Nr. 47 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge – Vestmann/Hoyvík Hevur tú hoyrt søguna um vestmenningin, sum var til tíðina? Nei? Tann søgan kem­ur her. Alt kappingarárið 2015/2016 hevur H71 verið greitt oddalið í FTZ-deildini og vann grundspælið greitt – heili tíggju stig frammanfyri Kyndil á triðja plássi. Tað er ikki fyrr enn í næst seinasta umfari, at vest­ menningar tryggja sær hitt at­gongumerkið til FM final­ una. Og so er líka mikið um tú ert nummar eitt ella tvey, ella hevur havt eitt trupult kapp­ingarár. Vinnur tú final­ur­nar, so ert tú FM vinn­ari. Tann boðskapin skiltu vestmenningar, tá teir bæði mikukvøldið og leygar­ kvøldið vunnu greiðar sigrar á H71, og harvið FM heitið ann­að árið á rað. Vestmenningar toppaðu rættstundis. Steypafrí lykilin VÍF sá ikki út sum eitt FM vinnandi lið, tá kapp­ingar­ árið byrjaði. Eftir greipu­ vinn­andi árið í 2014/2015, so takkaðu Heini Hanusarson, Agnar Joensen, Eli Muller og Sámal Joensen fyribils fyri seg. Tað gekk strilti at fáa spælið at hanga saman, meðan serliga hoyvíkingar vóru flúgvandi og vunnu allar sínar dystir. Stutt fyri árs­skiftið kom tó vend í. H71 tapti sín fyrsta dyst, með­ an Agnar Joensen, Sámal Joensen og Heini Hanusar­ son vóru aftur í gulum og bláum. – At tað byrjaði so illa var ikki við vilja. Tann partin kunnu vit bara takka okkum sjálvum fyri, sigur Ingi Olsen, venjari hjá VÍF. Hann heldur at ein av høvðus­orsøkunum til, at VÍF klár­aði at toppa í finalunum var, at liðið ikki spældi í av­ ger­andi dystunum í steypa­ kapp­ingini. – Tá høvdu vit einar fimm vikur, at vit ikki spældu dyst. Tær vikurnar komu væl við hjá okkum og gjørdu mun. Tá fingu vit fleiri ting upp á pláss, greiðir Ingi Olsen frá. Mikukvøldið broytti alt Fyrsta ábendingin um at vestmenningar hesa ferð komu til tíðina, var miku­ kvøldið í høllini í Vest­ manna. Hóast H71 var favo­ritt­ur undan finaluni, so bleiv tíðliga greitt, at VÍF í spælarum sum Filip Jojic, Sámal Joensen, Heina Hanusar­syni og Niklas Selvig hev­ur tær royndirnar, sum skulu til at fáa mentala yvir­takið í eini finalu. Frá 3-1 til H71 til 9-4 til VÍF. Hetta var fyrsta teknið. H71 hálaði inn aftur, men aftur kom VÍF við einum útbrotið. Hesa ferð stóð H71 eftir og VÍF vann 31-20. Ein risa stað­ festing av, at vest­menn­ingar eru til tíðina í ár. Hanus tamdi Peter Krogh Eftir dystin í Vestmanna viður­kendi Petur Mittún, venj­ari hjá H71, at alt gekk galið. Tó var ein tvídystur, ið fleiri mettu sum avgerandi. Tað var mansverjan hjá Hanusi Christophersen av stór­skjútt­anum hjá H71, Peter Krogh. Hann skoraði bara trý mál og hevði stórar trupulleikar av Hanusi Christophersen, ið var stinnur í verjuspælinum allan dystin. Leygarkvøldið í Hoy­víks­ høllin slapp Peter Krogh til meiri og skoraði átta mál. Tó hevði hann aftur trupult við at fáast við mansverjuna ein stóran part av dystinum. Hann bleiv eitt skifti so Tað er mangan álagt vestmenningum, at teir ikki eru til tíðina. Kappingarárið í ár er eitt prógv um, at vestmenningar so avgjørt kunnu vera til tíðina. Teir spældu tveir teir bestu dystirnar í kappingarárinum í FM finalunum HONDBÓLTUR VEST- MENNINGAR TIL TÍÐINA MANSFINALA