mánadagur 25. apríl 2016síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 25. apríl 2016 · Nr. 47
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
argur, at tað kostaði honum
tveir minuttir út.
– Tað er ein torfør upp
gáva, tí hann er ein sterkur
og kraftmikil spælari, men
fært tú fyrst yvirtakið, so
hevur hann tað við at melda
seg meiri úr dystinum, enn tú
kanst hevði væntað av einum
spælara á hansara stigi, sigur
Hanus Christophersen um
uppgávuna at mansverja
Peter Krogh.
– Hetta er stævið á ein
annan hátt enn vanligt, men
tað er eisini strævið fyri hin
ar í verjuni, tí teir eru bara
fimm og skulu flyta seg meiri
enn vanligt, greiðir Hanus
Christhopersen frá.
Tá nú Mark L. Marcher,
ársins spælari farna kapp
ingarár, ikki var tøkur, so
lá nógv á Peter Krogh at
skjóta mál. Hinvegin hevði
VÍF tveir góðar skjúttar í
Áka Egilsnes og Filip Jocic.
Filip Jocic skoraði okkurt
týdningarmikið mál, men
fekk samanlagt bara átta
málum í finalunum, men tá
vigar Áki Egilsnes upp fyri
tað við sínum 19 málum.
Hartil kann nevnast, at
samanspælið millum Áka
Egilsnes og eitt nú Niklas
Selvig á høgra vongi eydnað
ist væl í fyrru finaluni, har
vongurin skoraði átta mál.
Hvat gekk galið í H71?
Tað eru helst líka nógvar for
kláringar, sum tað eru H71
áskoðarar upp á hví tað gekk
so galið. Eftir at hava verið á
odda í landskappingini frá
fyrsta bríksli, og so standa
eftir við ongum eftir tvær
langt undir miðal finalur.
– Vit eru ótrúliga ónøgdir
við innsatsin mikukvøldið.
Tá avráddu vit, at vit skulu
geva okkum 100 prosent,
men tað gjørdu vit ikki. Tað
gjørdu vit í dag, men tað
eru marginalarnr, sum ikki
koppa okkara veg hesaferð.
Eg hugsi um leysar bóltar,
sum teir fáa og um mál
møguleikar, ið vit ikki skora
uppá. Vit fáa nakrar býttar
útvísingar og tað ger tað
eisini torført, sigur Petur
Mittún.
Petur Mittún er ikki argur
um leistin í landskappingini,
sum ger at H71 kann missa
FM heitið á gólvið í eini FM
finalu, eftir at hava verið á
odda í landskappingini.
– Vit kendu treytirnar
áðrenn og teir vunnu uppi
borið. Tað er einki at siga
til tað, og vit ynskja VÍF til
lukku við gullinum, sigur
Petur Mittún, venjari hjá H71.
Vestmenningar
til tíðina
Hetta bleiv so kappingarárið,
har vestmenningarnir komu
til tíðina. Við einum sann
førandi, ágrýtnum og skila
góðum avrikið í fyrru final
uni fekk VÍF um endan á
hoyvíkingum,
sum
hóast
eina betri roynd í seinnu
finaluni ikki kláraði at venda
vánaligu gongdini frá fyrru
finaluni.
Vestmenningar toppaðu
og spældu sínar bestu dystir
í FM finlauni. Tí standa teir
eisini eftir sum tvífaldir FM
vinnarar.
trondur@sosialurin.fo
VÍF - H71 31-20 (16-9)
VÍF: Áki Egilsnes 10, Niklas Selvig 8, Julian Olsen 5, Hanus Christophersen 2,
Filip Jojic 2, Sjúrður Olsen 1, Jóhann í Garðastovu 1, Agnar Joensen 1,
Andrias Eriksen 1
H71: Pætur Thomsen 7, Jónas Djurhuus 4, Helgi Hoydal 3, Peter Krogh 3,
Tróndur Arge 2, Hans Kári Hansen 1
H71 - VÍF 27-29 (12-15)
H71: Peter Krogh 8, Hilmar Leon Jacobsen 8, Jónas Djurhuus 5,
Pætur Thomsen 2, Sigmundur Nolsø 2, Helgi Hoydal 2
VÍF: Áki Egilsnes 9, Filip Jojic 6, Nuunu Lars Olsen 5, Julian Olsen 5,
Hanus Christophersen 2, Nicklas Selvig 1
HONDBÓLTUR
Myndir: Sigmar Mørkøre
Tað verður uttan Petur
Mittún og Halgir Dahl
Olesen, at H71 skal reisa
seg til komandi kapp
ingarár. Teir hava boðað
leiðsluni frá, at teir ikki
halda
fram
komandi
kappingarár.
– Eg og Halgir halda
ikki fram. Tað hava vit
fráboðað fyri langari tíð
síðani, og tað hevur einki
við hetta at gera, sigur
Petur Mittún, sum einki
vil siga um verður venjari
aðrastaðni
komandi
kappingarár.
– Eg eri givin sum
venjari hjá H71 og tað er
einasta viðmerkingin eg
havi beint nú, sigur Petur
Mittún.
PETUR OG
HALGIR GEVAST
Tað er ikki greitt um Ingi
Olsen heldur fram sum
venjari hjá VÍF. Tó bendir
nógv á, at tvífaldi FM
vinnandi venjarin verður
at síggja á síðulinjuni hjá
vestmenningum.
– Eg og nevndin í felag
num hava avtalað at tosa
saman eftir kappingarlok.
Eg burdi kanska fari til
samráðingar í kvøld, sigur
Ingi Olsen brosandi
VÍF vann í fjør greip
una og FM í ár.
trondur@sosialurin.fo
INGI OG VÍF
SAMRÁÐAST