Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-25, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. apríl 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. apríl 2016 · Nr. 47 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Neli Heldarskarð Tað var eitt heldur nýtt og óroynt kvinnulið hjá Neist­ anum, sum fór í holt við hond­bóltskappingarárið 2015/2016. Seinastu árini hava neista­kvinnurnar havt út­lendskar leikarar sum Miliciu Rankovic og Barbaru Brauer at styðja seg upp­undir, men kapp­ingar­ árið í ár hevur verið øðrvísi á tann hátt, at í ár hava tað bara verið heim­ligir leikarar, ið hava um­boðað kvinnulið Neistans.  Argasti kappingarneytin hjá Neistanum í bæði undan­ farna og hesum kappingar­ ár­inum hevur verið grann­in úr Kyndli. Hóast VÍF í størri mun enn áður hev­ur hótt, so vóru tað enn eina­ferð arva­fíggindar­nir úr høvuðs­ stað­num, sum hittust til av­ger­andi finaludystirnar miku­dagin og leygardagin í farnu viku. Somu lið brustu eis­ini saman í finaluni í fjør. Einvegis ferðsla Mikukvøldið skuldi fyrsta slagið ímillum grannarnar standa. Sum heild plaga dystir­nir ímillum Neistan og Kyndil at vera javnir og fá­tækir í málum, men so var als ikki mikukvøldið. Neistakvinnur vundu nevn­iliga úr kyndils­kvinn­ um. Eftir seks minuttir var støðan 4-1 til Neistan, og eftir hetta var spenningurin í dyst­inum so at siga fokin. Hálv­leiks­støðan var 12-7, men í seinna hálvleiki gjørdist mun­urin enn størri. At enda vann Neistin heili 25-17, og fingu neista­kvinnur sostatt sett eina tjúkka striku undir, at tær vóru stórfavorittar at vinna føroyameistaraheitið. Í hesum dysti var tað ser­liga Marjun Danberg hjá Neist­anum, sum skaraði fram­úr við at skora heili átta mál.  Málúrtøka hevur tó onki at siga, tá ið avgerandi FM- final­urnar verða spældar, og tí vistu kyndilskvinnur, at tær við sigri leygardagin, óan­sæð hvussu stórur hann skuldi vera, kundu skaffa eina triðu finalu sunnudagin. Illa spæld finala Um kyndilskvinnur ikki vóru nóg uppsettar til dystin miku­kvøldið, so má sigast, at tað var eitt væl betri kyndla­ lið, ið møtti upp til dyst leygar­dagin. Hesaferð máttu neista­kvinnur kýta seg enn meir fyri at fáa sigurin til høldar. Dysturin leygardagin var javnur, men tó var hann alt annað enn væl spældur, og vóru málini fá. Eitt skifti í fyrra hálvleiki tyktist næst­ an at vera hugsandi, at hvørki av liðunum fóru at fáa tvey­siffrað tal av málum – tá ið 20 minuttir vóru farnir var støðan nevniliga bara 4-4! Tað kom ongantíð nøkur verulig ferð á málskjótingina í dystinum, og var hálvleiks­ støðan bara 6-5 til Neistan.  Í seinna hálvleiki var tað Kyndil, sum legði best út. Eftir 40 minuttir var støðan 7-6 til Kyndil, sum um tað mund­ið var ávegis einari triðu finalu. Tað var ikki fyrr enn í minuttin aftaná, 11 min­ uttir inni í seinna hálvleiki, at Neistin skoraði sítt fyrsta mál í hesum hálvleikinum.  Dystarendin gjørdist javn­ur og spennandi, men gjøgnumgangandi fyri Neistin er fullkomiliga einaráðandi í føroyskum kvinnu­hond­ bólti. Í vikuskiftinum vann bláa høvuðsstaðarfelagið sítt 41. meistara­heiti í finalu ímóti Kyndli. Eitt lið, sum neistakvinnur hava havt yvirtakið ímóti gjøgnum alt hetta kappingarárið HONDBÓLTUR NEISTIN FYRI 41. FERÐ KVINNUFINALA