mánadagur 25. apríl 2016síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 25. apríl 2016 · Nr. 47
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kappingarárið í ár, so vóru
tað neistakvinnur, ið drógu
longra stráðið at enda. Dyst
urin endaði 13-12 til Neistan,
sum harvið er føroyameistari
fyri 41. ferð í søgu felagsins.
Einaráðandi
neistakvinnur
Søguliga hava neistakvinnur
aloftast verið ovastar í før
oyskum
kvinnuhondbólti.
Onki hondbóltsfelag í før
oyskum
kvinnuhondbólti
kemur upp á knøðini á
Neistanum, tí at tað eru heili
33 meistaraheiti á muni til
tað liðið, sum hevur vunnið
næst flest meistaraheiti í før
oyskum kvinnuhondbólti -
Stjørnan, ið hevur vunnið
átta av slagnum.
Meðan
Stjørnan
hevði sína stórleikatíð í
»00’árunum« í hesi øldini, har
felagið vann meistaraheitið
seks ferðir, so hevur tað
verið Neistin, ið hevur verið
fullkomiliga einaráðandi í
føroyskum kvinnuhondbólti
síðani 2011. Síðani tá hava
neistakvinnur vunnið øll
meistaraheiti,
undantikið
í 2014, tá ið kyndilskvinnur
vunnu eitt av sínum meira
sjáldsomu meistaraheitum.
Kyndilin slóknar
ímóti Neistanum
Hóast munurin málmunurin
í flestu dystunum ímillum
Neistan
og
Kyndil
ikki
er tann heilt stóri, so má
stutt og greitt staðfestast,
at Neistin hevur yvirtakið
ímóti grøna grannanum.
Fýra ferðir hava liðini
bæði spælt ímóti hvørjum
øðrum í landskappingini, og
hvørjaferð hevur tað verið
Neistin, ið hevur staðið eftir
sum sigursharri. Málmun
urin í hesum dystum hevur
svingað frá fimm til eitt mál
á muni, men ikki kann sigast
annað enn at, at hesi úrslit
eisini prógva, at Neistin
hevur verið besta lið í hesum
kappingarárinum.
Neistin
vann grundspælið við seks
stigum fleiri enn Kyndil, og
mótvegis H71 hjá monnum
megnaðu neistakvinnurnar
at handfara favorittleiklutin
á bestan hátt, tá ið mest stóð
á í sjálvum finalunum.
neli@sosialurin.fo
Kyndil - Neistin 17-25 (7-12)
Kyndil: Marianna Geirsdóttir Eystberg 5, Ásleyg Súnadóttir 4, Anna Brimnes 3,
Turið Arge Samuelsen 2, Bára Krossteig Hansen 1, Irena Dam 1
og Anja Hammer 1
Neistin: Marjun Danberg 8, Eir Berg 4, Jacklin Durhuus 4, Birita Jacobsen 3,
Brynja Høj 2, Nicoleta Radu Hansen 2, Lilja Mohr 1 og Barbara Johannesen 1
Neistin - Kyndil 13-12 (6-5)
Neistin: Marjun Danberg 5, Brynja Høj 2, Nicoleta Radu Hansen 2,
Jacklin Durhuus 1, Eir Berg 1, Birita Jacobsen 1 og Lilja Mohr 1
Kyndil: Gudrun Restorff Olsen 3, Anna Brimnes 2, Marianna G. Eystberg 2,
Bára Krossteig Hansen 2, Turið Arge Samuelsen 1, Anja Hammer 1
og Bjarta Johansen 1
HONDBÓLTUR
Myndir: Sigmar Mørkøre