mánadagur 25. apríl 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. apríl 2016 · Nr. 47
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Til lukku við at bjarga
brotssparkinum í evstu
løtu móti TB, men hví
endaði toppskjúttin
í málinum?
Símun Rógvi Hansen fekk reytt
kort og vit hava brúkt allar
útskiftingarnar.
Eg
hugsaði
beinavegin, at eg skuldi í mál, men
visti ikki um tað var tað rætta at
gera, um vit komu til umdyst. So
segði bonkurin, at eg skuldi fara í
mál.
Tú tveitti teg til tína
høgru síðu og bjargaði
– var tað av tilvild?
Tað er ikki av tilvild, tí eg dugi
ikki at kasta meg til vinstri. Tí
kundi eg vilja millum at standa,
ella tveita meg til høgru. Valdi tað
seinna og bjargaði.
Hevur tú staðið á mál fyrr?
Eg havi onkuntíð verið í mál fyrr í
yngru deildunum, so eg havi staðið
onkran dyst í ungdómsdeildini,
men ikki í vaksnmannafótbólti.
Stendur tú í mál
komandi dyst?
Nei, tað haldi eg ikki er eitt gott
hugskot. Vit hava fleiri góðar
málmenn og Karstin Hansen
stendur nokk í mál.
Skjóta mál og standa í
mál – onkur heldur at nú
manglar bara at ganga á
vatninum. Dugur tú alt?
Nei, men eg veit ikki hvat eg ikki
dugi. Men um tú ikki roynir, so
kemur tú ongantíð at vita hvat
tú dugur og ikki. Fyrimyndin
sum málverji er nokk Peter
Schmeichel.
Vikan ið fór
VÍF vinnur FM í hondbólti
annað árið á rað. Lunnar
verða lagdir undir samlaða
sigurin við knúsandi 31-20
sigri í høllini í Vestmanna.
Neistin vann FM heitið í hondbólti
hjá kvinnum fyri 41. ferð. Eins
og í fjør vinnur Neistin. Tær
vinna í finaluni á Kyndli.
Venjarin hjá Vendsyssel, Ove
Christensen, leggur frá seg,
eftir at føroyingaliðið ikki hevur
vunnið eftir vertasteðgin.
Sølvi Reinert Hansen leggur sum
tann triðji av fimm nevndarlimum
í ÍSF frá sær. Nevndin er nú ikki
viðtøkufør, eftir at Petur Elias
Petersen og Kartin Abrahamsen
eisini hevur lagt frá sær.
Tóki Hartmann Niclasen verður
valdur til nýggjan formann
í Róðrarsambandi Føroya.
Formaðurin seinastu tíggju
árini, Jan Herman Hansen,
stillaði ikki uppaftur.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Í 2004 bleiv kendi súkklarin
Marco Pantani funning deyður
í
einum
kamari
á
einum
gistingarhúsi. Einsamallur bleiv
hann funnin deyður av yvirdosis
av kokain.
Hetta er søgan um hvussu
ein nógv virdur og elskaður
súkklari, sum í 1998 vann Tour de
France, kundi enda sínar dagar
einsamallur í einum kamari í
einum gistingarhúsi.
Marco Pantani er kendur sum
knáur fjallaglintrari á súkkluni.
Klæntrasligur
og
lágur
av
vøkstri fór hann mangan undan
kappingarneyta í mótbrekkuni.
Hugurin til at súkkla var altíð
til staðar, men ikki altíð sum
yrkissúkklari. Álvarsligir skaðar
gjørdu
eisini
mótburðin
hjá
berskølta italiumanninum størri,
men reistist og vann Tour de
France og Giro’ina í 1998.
Í
dokumentarinum
sleppa
vit tætt at lívinum hjá Marco
Pantani. Dokumentarurin, sum
er á Netflix, er væl settur saman
og tú keðir teg sjáldan. Stuttligt
og gevandi við myndum, tá Marco
Pantani sum unglingi vinnur
súkklukappingar, og myndir frá
stóru hendingnum í Tour’inum
og Giro’ini.
HYGG UM: Tú hevur áhuga fyri
súkkling, minnist Marco Pantani
ella er hugtikin av lívsgongdini hjá
honum
IKKI HYGGJA UM: Tú væntar ein
dokumentar sum taktik og annað
í súkklingin hjá Marco Pantani
HVUSSU ER AT HYGGJA:
Dokumentarurin er væl gjørdur og
ikki langdrigin
HVAT SIGUR TÚ? Avgjørt verdur
at hyggja eftir, um tú hevur bara
tann minsta áhugan fyri súkkling
og Marco Pantani
trondur@sosialurin.fo
Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum…
★★★★★★
Leicester City viðhaldsfólk, eftir at Leicester
vann 3-0 á Swansea uttan Jamie Vardy
Leicester City viðhaldsfólk, eftir at Leicester
vann 3-0 á Swansea uttan Jamie Vardy
Hvør hevur brúk fyri Jamie Vardy?
Vit hava í dag prógvað, at Leicester
ikki er eitt »one man team«
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Klæmint A. Olsen
Aldur: 25
Ítróttur: Fótbóltur (NSÍ)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1
Nær vann Bjarne Riis Tour de France?
2 Hvussu æt liðið, sum Bjarne Riis súkklaði við, tá ið hann
vann Tour de France?
3 Tríggjar Grand Tours eru í súkkling. Tour de France, Giro
d'Italia og?
4 Hvussu eitur belgiski súkklarin, ið hevur vunnið flestar
Grand Tours?
5 Bara ein núverandi súkklari hevur vunnið meira enn fimm
Grand Tours. Hvør?
6 Hann hevur vunnið tveir Tour de France-teinar og er nú
viðmerkjari á danska TV2. Rolf, hvat meir?
7 Chris Froome súkklar fyri Stórabretland, men í hvørjum
landi er hann føddur og uppvaksin?
8 Hvør er súkklarin á myndini?
?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Quizzin, svar: 1. 1996, 2. Team Telekom, 3. Vuelta a
España, 4. Eddy Merckx (11), 5. Alberto Contador
6. Sørensen, 7. Kenya, 8. Vincenzo Nibali
Dokumentarurin:
Pantani: Tilvildarligi deyðin
hjá einum súkklara
ÍTRÓTTAR UMMÆLI