Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-25, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. apríl 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 25. apríl 2016 · Nr. 47 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Neli Heldarskarð Pætur E. Jensen Landskappingin í hondbólti er lokin, og frá ítróttartoyminum hjá Rás2, in.fo og Sosialinum skal ljóða eitt rungandi »tillukku« til VÍF, menn og neistakvinnur við føroyameistaraheitunum. Í mun til avrikini í finalunum, so var talan um uppibornar FM-sigrar til VÍF, menn og neistakvinnur, men sæð yvir alla landskappingina var sigurin hjá neistakvinnum meiri uppiborin enn sigurin hjá VÍF, monnum. Neistakvinnur vóru suverent oddalið í grundspælinum í hvonndeildini. Tær vunnu allar fýra dystirnar í grundspælinum ímóti kyndilskvinnum, umframt báðar FM-finalurnar ímóti kyndilskvinnum. Hjá VÍF, monnum var talan um góða »timing«, og bestu avrik í øllum árinum, tá teir knógvaðu H71 í báðum FM-finalunum í FTZ-deildini, men í grundspælinum var H71 tað suverena oddaliðið, og hevði sæð við »rættvísis- brillum« uppiborið eina betri lagnu. Leisturin við FM-finalunum er spennandi ja, men ikki rættvísur. Nú á døgum handlar tað nógv um at gera spennandi »event«, og sum »event« eru tað fá ting í Føroyum, sum eru meiri hugtakandi og spennandi enn FM- finalurnar í hondbólti. Baksiðan av medaljuni er tó, at leisturin ikki er rættvísur í mun til alt kappingarárið. Ein rættvísur leistur hevði verið, at fýra tey ovastu liðini aftaná grundspælið spældu eitt meistaraskapsendaspæl við seks umførum, har tey fýra liðini øll byrjaðu við null stigum, og spældu heima og úti ímóti hvørjum øðrum. Hetta hevði givið 18 spennandi og avgerandi dystir, og hevði samstundis verið meiri rættvíst, tá FM-vinnarin skal finnast. Baksíðan við meistaraskaps-endaspælinum er tó, at liðini, sum enda, sum nummar fimm, seks og sjey høvdu ikki havt nakað at spæla fyri meðan fýra tey ovastu liðini vóru í gongd við meistaraskaps- endaspælið. Eitt annað alternativ, sum kanska er vert at royna er eitt »Final Four«-endaspæl. Aftaná grundspælið fara fýra tey ovastu í grundspælinum víðari til eitt »Final Four«-endaspæl, sum verður avgjørt uppá eitt vikuskiftið. Tey fýra liðini høvdu spælt hálvfinalur fríggjakvøld, og finalu og bronsudyst sunnudag. Í hálvfinaluni hevði nummar eitt í grundspælinum spælt ímóti nummar fýra í grundspælinum. Í hinari hálvfinaluni hevði talan verið um eina uppgerð millum nummar tvey og trý í grundspælinum. Vinnararnir høvdu spælt finalu, og tapararnir høvdu spælt bronsudyst. Talan hevði verið um eitt rimmar hondbóltsvikuskiftið við spennandi og tøttum dystum, og góðum stemningi. Men aftur her hevði onkur sett spurnartekin við um hetta hevði verið ein rættvísur háttur at avgera eitt FM í hondbólti. Spennandi verður at síggja um limafeløgini í HSF fara at halda fast við leistin við FM-finalunum, ella um annar leistur verður valdur. Góða eydnu við at finna rætta, og mest rættvísa leistin. Leisturin er spennandi, men ikki rættvísur KLUMMAN Heri sigur sína hugsan... Tróndur Arge Tað eru 30 kemparar, um­ framt venjarar og dómarar koma, sum til Føroya. Tey koma úr Danmark, Norra, Hollandi, Svøríki og Grikkalandi. Ímillum luttakararnir eru tveir føroyingar: Fróði Hansen, sum er pro­ fessionellur MMA kempari og Sarah Mahfoud, sum er »hálvt føroysk« og tosar føroyskt. Hon er fleirfaldur danskur og norðurlendskur meistari í boksing. Nickolaj Vinogradov er ein av bestu Kickboksarum í heiminum í løtuni. Hann kemur at kempa í Føroyum um eisini at verða meistari í ISKA-høpi. Nevnast kann eisini ein av evnaríkastu MMA kemparinum í Danmark – Carlos Zamora – skal kempa ímóti Kenneth Evensen úr Norra. Tað var neyðugt at fara til Norra eftir mótstøðumanni til hansara, tí eingin í Danmark torir at møta honum. Innvigingina sum verður á Torginum í SMS fríggjakvøldið 6. mei. Dystast verður í pro­ fessionell­um búri, sum er kent frá stóru UFC-stevnun­ um uttanlands. Vilja gera vart við kampítrótt Tað eru Jákup Jacobsen, sum eigur Yndi, og løg­ tings­maðurin fyri javnar­ flokkin, Bjarni Hammer, sum fyriskipa kamp­ítróttar­ stevnuni í Føroyum. – Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at nakað líknandi tiltak verður í Føroyum. Vit hava fleiri sløg av kamp­ ítrótti, og talan er um fólk, sum veruliga vita hvat tey gera. Íðkari, dómarar og venjarar koma úr øllum Evropa, og enntá onkur uttan­fyri Evropa, sigur Jákup Jacobesen. Fult lógligt Tað er fult lógligt at dystast í MMA, boksing og kick- boksing í Føroyum Fyri­ skiparnir siga, at teir hava tikið øll tey atlit, sum skulu takast fyri at fyriskipa einum slíkum tiltaki. – Vit hava tosað við mynduleikarnar, og tað einki til hindurs fyri at fáa slíka ítróttarstevnu hendan vegin. Vit skulu sjálvandi hava lækna, sjúkrabil og hjálparfólk til stevnuna og tað er alt í lagi, sigur Jákup Jacobsen. »Full contact« Talan er um »full contact«, sum merkir at tað verður uttan verjur og serligar reglur. – Hetta er akkurát sum tú sær tað í sjónvarpinum. Tað verður eitt áttakan búr, sum teir kempast í og tað er uttan verjur og brynjur, sigur Jákup Jacobsen. Av tí at hetta er fyrstu ferð, so torir Jákup Jacobsen ikki at spáa um, um hetta verður endurtikið og ein partur av føroyska ítróttar­ árinum. – Tað kemur ann upp á hvussu fólkið móttekur hesum. Tað verða sjálvandi tey, sum halda hetta er ørt, tí talan er um kampítrótt. Hinvegin er talan um ein ítrótt, sum er ein sjálvverju­ ítróttur, ið er tann skjótast vekastandi í USA, greiðir Jákup Jacobsen frá. Tankin verið til leingi Jákup Jacobsen og Bjarni Hammer hava leingi tosað um at skipa fyri hesum tiltakinum. – Vit hava tosað um tað fleiri ferðir. Brádliga blivu vit samdir um at gera tað. So fóru vit í holt við at finna útav nær vit kundu gera tað. Bjarni Hammer hevur allar kontaktirnar og fór at tosa við tey ymisku fólkini. Tað vísti seg, at 7. mai passar øllum partur væl, greiðir Jákup Jacobsen frá og leggur afturat: – Vit gera hetta fyri at gera vart við kampítrótt, sum er ókend í Føroyum, sigur Jákup Jacobsen at enda. Dystirnir í teimum ymisku ítróttar­greinun­um verða í tríggjar til fimm rund­ir, og saman­lagt verður mett, at stevnan verð­ur í á­leið tveir og ein hálv­an tíma. Til­takið verður leygar­kvøldið 7. mai í Høllini á Hálsi. trondur@sosialurin.fo MMA Í FØROYUM: TIL HENDURS Á HÁLSI Fyri fyrstu ferð nakrantið í Føroyum, verður skipað fyri altjóða stevnu í kampsporti. Tað verður dystast í Boksing, Kick-Boxing og MMA. Alt er »full-contact«. - Vilja gera vart við kampítrótt, sigur fyriskipari