Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. apríl 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. apríl 2016 · Nr. 48 10 Sosialurin HEÐIN ROYNIR AT KVETTA TANN GORDISKA KNÚTIN HJÚNABANDSLÓGIN Árni Gregersen Tað kom órógv á í Løg­ting­ inum, tá ið tað frættist, at javn­aðarting­maðurin, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, royndi at leggja eitt upp­skot fram um at fáa broytingarnar í hjúnabands­ lógini til fólkaatkvøðu. – Eg síggi hetta sum tann einasta mátan at fáa málið loyst á ein sámuligan hátt, sigur Heðin Mortensen við Sosialin. – Hetta málið fekk eina skeiva byrjan, har tað meira snúði seg um at skunda málið ígjøgnum, heldur enn at gera forarbeiðið til lýtar, leggur hann afturat. Málið um hjúnabands­ lóg­ina skuldi annars hava 2.viðgerð rættuliga tíð­liga á ting­fund­inum í gjár, men upp­skotið frá Heðin Morten­ sen fekk tingformannin til at flyta uppskotið longur niður á dagsskránna. Hendan onnur viðgerð er nummar tvey av slagnum, tí málið hevur einaferð áður fingið aðru viðgerð. Tá var semja um at beina mál­ið aftur í nevnd, tí Løg­tingið helt seg ikki hava fing­ið fult svar uppá allar spurn-ing­ arnar í málinum. Etiskt mál Málið snýr seg grundleggj­ andi um at geva tveimum av sama kyni rætt at giftast og harvið fáa somu borgarligu rættindi, sum hjún. Tann parturin snýr seg um arvarætt og annað, men skjótt komu onnur viður­ skifti inn í málið. At giftast borgarliga er ein partur av málinum, men skjótt vísti tað seg, at mong hildu, at hetta mál eisini fór at koma inn um kirkjugátt og tí má tann parturin eisini skipast. Bispur var drigin inn í málið og hann gjørdi greitt, at tað er kirkjan sjálv, sum eigur at taka støðu til spurn­ ingin um samkynd kunnu vígast í kirkjuni – ikki lóggev­ andi valdið. Talan er um eitt etiskt mál, har samgonguskjalið sigur, at tað stendur sam­ gongu­tingfólkum frítt at atkvøða, hvat tey vilja í slík­ um málum. Løgmaður hevur eisini end­urtikið fleiri ferðir, meðan málið er viðgjørt, at hetta er so, men andstøðan metir tvørturímóti, at talan í veruleikanum er um eitt samgongu/andstøðu mál. Goridiskur knútur Umframt at málið hevur ómetaliga stóran almennan áhuga, so er talan um eitt virðisstríð millum partar í Løgtinginum. At samkynd fólk eru í samfelagnum vita øll, men harfrá og til at broyta grundleggjandi reglur í sjálvum samfelagnum teirra vegna, er ov nógv fyri mong ting­fólk. Religión hevur eisini stóra ávirkan á føroyskan politikk og ikki minst í málum av hes­um slag. Tingfólk við sterk­um tilknýti til kirkjur og samkomur eru sum heild ímóti, at hetta málið verður samtykt. Tær atkvøðugreiðslur, sum higartil hava verið í mál­in­um, vísa, at Løgtingið stórt sæð er í tveimum líka stórum pørtum, með­an veljarakanningar hin­ vegin vísa, at ein stórur av før­oyingum halda, at sam­ kynd skulu sleppa at giftast borgarliga. Fyri at sleppa eitt sindur víðari við málinum og høgga gord­iska knútin, hevur Heðin Mortensen altso roynt at leggja eitt uppskot um fólka­atkvøðu fram. – Málið er illa handfarið polit­iskt frá fyrsta degi. Tí haldi eg, at vit eiga at spyrja før­oyingar um grein 14, stk 2 í donsku hjúnabandslógini skulu setast úr gildi í Føroy­ um. – Er svarið ja, so mugu vit fara til danir at samráðast um spurningin, men er svarið nei, so dettur málið burtur, sigur Heðin Mortensen. Tað er borgarstjórin í Havn, sum setir broytingar­ upp­skotið fram. – Ja, tað havi eg gjørt fyri at sleppa undan politikki av øllum handa slag. Lat okkum fáa svar frá føroyingum um hvat vit eiga at gera, leggur hann afturat. Andstøðan somu ætlan Uppskotið fá Heðin Mort­ en­sen mátti umvegis um­sit­ ingina í Løgtinginum fyri at vita um tað kann leggjast fram. Sagt verður vanliga, at broytingaruppskot skulu hava sama identitet, sum lógar­uppskotið sjálvt. Tað vil siga, at broytignaruppskotið ikki má víkja ov nógv frá upp­runauppskotinum. Uppskotið frá Heðin Mor­t­ensen, sum altso er partur av samgonguni, kom ógvuliga óvart á, tá ið ting- fund­urin var settur í gjár. Samgongufólk vistu ikki um uppskotið og andstøðan heldur ikki. Dagsskráin var eisini broytt, tí bíðað var eftir upp- skotinum. Men sjálvt um Heðin Mortensen kom við hes­um uppskoti undir 2. við­gerð, so er tað ikki nýtt, at til ber at koma við broyt­ingar­upp­ skot­um, sum ávirka vanligu við­gerðina av tingmálum. Andstøðan hevði ætlan um, at tá ið mál kemur ti 3. Viðgerð at koma við einum uppskoti av sama slag, sum tí sum Heðin Mortensen er komin við. Kanska ikki við somu orðing, men við sama endamálið: at leggja málið út til fólkaatkvøðu. arnig@sosialurin.fo Ein fólkaatkvøða um hjúnabandslógina og broytingarnar í henni, hevði loyst málið, heldur javnaðartingmaðurin