týsdagur 26. apríl 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 27. apríl 2016 · Nr. 48
Sosialurin
HJÚNABANDSLÓGIN
Árni Gregersen
Broytingarnar í hjúnabandslógini hava
tikið ein stóran part av arbeiðstíðini hjá
Løgtinginum í vr.
Í gjár skuldi málið hava aðru viðgerð
fyri aðru ferð, tí tað seiasnt var beint aftur
í nevnd, men formaðurin útsetti viðgerðina.
Orsøkin var eitt broytingaruppskot frá
Heðin Mortensen. Áðrenn tað kundi leggj
ast fram, skuldi tað ígjøgnum umsitingina
hjá Løgtinginum fyri at vita um tað kundi
tvinnast saman við hinum broytingunum í
hjúnabandslógini.
Umsitingin kom til ta niðurstøðu, at
uppskotið kann leggjast fram.
Í stuttum vil hetta siga, at verður lógar
uppskotið samtykt í Løgtinginum, so skal
tað til fólkaatkvøðu áðrenn tað verður sett
í verk.
Broytingaruppskotið
frá
Hreðin
Mortensen verður skrivað inn í uppskotið
og verður sett undir atkvøðugreiðslu fyrst.
Verður tað so samtykt, so verður atkvøtt
um sjálvt uppskotið.
Broytignaruppskotið fer so at hava við
sær, at verður lógin samtykt við fólka
atkvøðu, so skulu føroysku myndug-leik
arnir taka upp samráðingar við donsku
myndugleikarnar um at broyta grein 14, stk.
2 í hjúnabandslógini.
Gevur fólkaatkvøðan ein meirluta ímóti
hesum, so fellur alt uppskotið burtur og
samkynd fáa ikki rætt at giftast borgarliga
á hesum sinni.
Tá ið broytingaruppskotið var lagt fram
seinnapartin í gjár, var tingfundurin niður
lagdur í ein tíma, so tingfólk fingu stundir
at lesa og seta seg inn í broytingaruppskotið
Uppskot samtykkjast
– so fólkaatkvøða
Broytingaruppskotið hjá Heðin Mortensen var til viðgerðar seint í gjár