Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. juli 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 87 - 6. mai 2000 Nr. 87 - 6. mai 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart EYÐUN KLAKSTEIN Í august mánaði fyri trimum árum síðani læt umbygda mentanarhúsið Atlantis í Klaksvík upp. Fimm mán- aðir og næstan tríggjar milliónir eftir at farið varð í holt við at umbyggja húsið, stóð tað klárt at taka í nýtslu. Og eingin hevði nakað at finnast at. Húsið var sera snotiligt, tá tað læt upp, tað skuldi verða ein miðdepil fyri mentan í Norðoyggjum, og í húsinum var eisini nýggjur biografur, sum skuldi gera kvøldini hjá klaksvíkingum styttri. Men eftir eina hugaliga byrjan kom mótburðurin. Ráðini vóru ikki til at hava ein dagligan leiðara, bio- grafvirksemið leið undir einum tungum rakstri, og so við og við fækkaðust tilboð- ini í húsunum. Seinasta árið hava onkur tiltøk verið í Atlantis, men tað hevur fyrst og fremst verið Klaksvíkar Sjónleik- arfelag, sum hevur brúkt húsið. Tað breiða útboðið av mentanartiltøkum endaði við góðum sjónleiki, men so lítið meira. Sum sjálvs- ognarstovnur Nú ætlar Klaksvíkar býráð, sum eigur húsini, at rættiligt lív aftur skal koma í At- lantis, og at fíggjarliga fløkjan rundan um húsini skal greiðast. Seinasta hós- dag samtykti býráðið, at ein sjálvsognarstovnur skal yvirtaka Atlantis og fáa tað at rigga sum ein mentanar- depil í Norðoyggjum - so- leiðis sum upprunaliga ætl- anin var. Í nevndini fyri sjálvs- ognarstovnin skulu umboð fyri býráðið, Klaksvíkar Sjónleikarfelag og Norðoya Sparikassa sita. Hesir tríggir nevndarlimirnir skulu so fáa greiði á fíggjarligu trupul- leikunum og miðja fram ímóti at seta ein dagligan leiðara, sum skal standa fyri virkseminum í húsinum. Tað var breið undirtøka fyri avgerðini í Klaksvíkar býráði, og formaðurin í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráði, segði í gjár við Sosialin, at hann helt hetta vera røttu loysn- ina á Atlantis-málinum. Tvífaldur kostnaður Men søgan um umbygging- ina av Atlantis er eisini søgan um eina umbygging, sum gjørdist tvífalt so dýr, sum upprunaliga ætlanina var. Og tað er eisini ein søga um fløkt fíggjarlig viður- skifti. Upprunaliga ætlanin var, at umvælingin av Atlantis, sum byrjaði í mars mánaði í 1997, skuldi kosta 1,4 milliónir krónur, men hend- an ætlanin kom ikki at halda. Tá umbyggingin var liðug, kostaði hon tað tví- falda - 2,8 milliónir krónur. Orsøkin til hetta var mill- um annað, at talan var um gamlan bygning, sum varð settur í stand, at kjallarin varð innrættaður, og at økið uttan um húsini varð fríðk- að. Ynsktu at arbeiðið varð víðkað Klaksvíkar Sjónleikarfelag søkti í mars mánaði í 1997 landsstýrið um stuðul og fekk játta 30% av uppruna- liga umvælingarkostnaðin- um, tó í mesta lagi 396.000 krónur. Næstan eitt ár eftir, at Atlantis var latið upp, søkti Klaksvíkar Sjónleikarfelag av nýggjum um stuðul frá landinum. Síðsta dagin í juli mánaði 1998 varð ein um- sókn send til Undirvísingar- og Mentamálastýrið, har Klaksvíkar Sjónleikarfelag søkti um stuðul til tað, sum varð rópt tann „víðkaða verkætlanin Atlantis“. Í umsóknini vísti Klaks- víkar Sjónleikarfelag á, at borgarar og lands- og kommunalpolitikarar ynsktu, at umvælingarar- beiðið varð víðkað, tí Norð- oyggjum vantaði í ólukku- mát eitt mentanarhús. Hetta hevði nevndin tikið til eftir- tektar og víðkaði verkætl- anina. Vi hesi grundgeving søkti Klaksvíkar Sjónleikarfelag um 30% í stuðli av teimum 1,470.000 krónunum, sum víðkaða verkætlanin kostaði afturat teimum upprunaligu 1,4 milliónunum, sum land- ið longu hevði játtað stuðul til. Fingu nei frá landinum Síðani gekk næstan eitt ár, meðan umsóknin hjá Klaks- víkar Sjónleikarfelag var til viðgerðar ymsastaðni í um- sitingini. Landsarkitekturin skuldi ummæla umsóknina, Fíggjarmálastýrið var eisini blanda uppí, og teir ymsu partarnir ryktu eftir svari frá hvørjum øðrum. Hálvan juni mánaða í 1999 fekk Klaksvíkar Sjón- leikarfelag so umsíðir svar frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, sum boðaði frá, at tað ber ikki til at lata stuðul til tað so- kallaðu víðkaðu verkætlan- ina, tí tað varð mett, at talan var um meirkostnað og við- líkahald av upprunaligu verkætlanini. Undirvísingar- og Menta- málastýrið vísti á, at tað bara stuðlar bygging, út- bygging og umbygging og ikki meirkostnað av verk- ætlanum, og at umsøkjarar fáa at vita, at kostnaðarmet- ingin má halda. Tað er eingin sum ivast í, at mentanarhúsið Atlantis er vert tær 2,8 milliónirnar, sum tað er umbygt fyri, men Undirvísingar- og Menta- málastýrið vil bara ikki lata stuðul til tað, sum tey meta verða meirkostnað av upp- runaligu ætlanini. Atlantis – trý ár seinni Umbygda mentanarhúsið Atlantis í Klaksvík hevur ikki virkað sum veruligt mentanarhús í meira enn eitt ár, men nú er ein loysn fyri framman Mentanarhúsið Atlantis í Klaksvík hevur ikki virkað sum mentanarhús í meira enn eitt ár, fíggjarligu viðurkskiftini rundan um húsini eru fløkt, men nú er kanska ein loysn fyri framman Nevndarlimir veðhalda Landsstýrið og Klaksvíkar kommuna hava samanlagt stuðlað umbyggingini av Atlantis við umleið 850.000 krónum, og av restini av kostnaðinum er meginpart- urin fíggjaður við lántøku í Norðoya Sparikassa. Og í sambandi við hesa lántøku gjørdust viðurskift- ini í Atlantis enn meira fløkt. Klaksvíkar kommuna eigur bygningin, men tað er Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum rekur virksemið í hon- um. Kommunan kundi ikki lata Klaksvíkar Sjónleikar- felag seta bygningin í veð fyri lántøku, og tí gingu nevndarlimirnir í Klaksvík- ar Sjónleikarfelag við til at veðhalda fyri lántøkuni til Atlantis vegna Sjónleikar- felagið. Skuldin í Atlantis er nú umleið 1,9 milliónir krónur við rentum, og av hesari skuld veðhalda fimm pri- vatfólk fyri, hóast tað er mentanarhúsið Atlantis, sum hevur fingið ágóðan av pengunum. Skuldin tyngir raksturin av Atlantis, og millum ann- að hesi fløktu fíggjarligu viðurskiftini gera, at húsið fæst ikki at virka, soleiðis sum ætlanin var. Annar trupulleiki er, hvussu og hvør skal reka húsið. Norðoya Sparikassi vil hava sínar pengar aftur, Klaksvíkar kommuna vil ikki uttan víðari fara uppí og gjalda fyri Klaksvíkar Sjónleikarfelag, og tað tyk- ist fullkomiliga órímiligt, at nevndarlimir í Klaksvíkar Sjónleikarfelag persónliga skulu gjalda fyri mentanar- húsið í býnum, hóast tey hava kautionera fyri lánin- um. Loysn fyri framman Tað er millum annað hesar fløkjur, sum nýggi sjálvs- ognarstovnurin fyri Atlantis nú skal loysa. Privatfólkini skulu sleppa undan sínum veðhaldi, At- lantis má sleppa av við stór- an part av skuldini, Klaks- víkar kommuna má helst lata pengar til virksemi í húsinum, og Norðoya Sparikassi má helst vísa lagaligheit og kanska veitra farvæl til ein part av peng- unum, sum stovnurin eigur til góðar fyri umbyggingina. At Klaksvíkar kommuna og Norðoya Sparikassi eru við í nevndini fyri sjálvs- ognarstovnin gevur kanska eina ábending um, at part- arnir vilja hava eina loysn á málinum, so mentanarhúsið Atlantis aftur kann fara at virka sum eitt veruligt mentanarhús. Og ikki bert sum sjón- leikur, so ella so… EDVARD JOENSEN Útnorðurráðið skipar í døg- unum 13. og 14. juli fyri mentanarráðstevnu í Qaqortoq (Julianehåb) í Grønlandi. Stevnan verður hildin í samband við, at tvey túsundárahald falla saman í Grønlandi. Liðin eru túsund ár, síðan Leivur »Hepni« Eiriksson kom til londini vestan hav, sum í dag eita Amerika. Samstundis eru liðin túsund ár, síðan kristan trúgvin kom til Grønlands. Tað var móðir Leivs, Tjóðhildur, sum bygdi kirkju á garði teirra, Eiriks Reyða, í Brøttulíð. Hesi bæði hátíðarhaldini eru løgd saman, og eftir mentanarráðstevnuna í Qaqortoq verður farið í Brøttulíð, har hátíðarhald verður dagarnar 15. og 16 juli. Tað er Útnorðurráðið, sum skipar fyri mentanar- ráðstevnuni í Qaqortoq. Føroyingar hava í løtuni formannin í Útnorðurráð- num. Jógvan Durhjuus úr Túsundárahald í Grønlandi Skipað verður fyri mentanarráð- stevnu í Grønlandi í samband við at túsund ár eru liðin, síðan Leivur Hepni fann Amerika, og móðir hansara tók við kristnari trúgv Tjóðveldisflokkinum er for- maður. Ein føroysk sendinevnd fer at luttaka í grønlendsku hátíðarhaldunum. Talan verður sjálvandi um for- mannin í Útnorðurráðnum. Men eisini útnorðurting- menninir úr Føroyum, em- bætisfólk, løgmaður og varaløgmaður fara at lut- taka. Fylgið fór úr Føroyum við Atlantsflog til Grøn- lands um Ísland seinna- partin í gjár. Ferðalagið verður eftir ætlan aftur í Nú fer at bera til hjá ferðafólki at síggja drunn- hvíta eystantil á Sand- oynni. Sandoyar Kunningar- stova skipar fyri túrinum, sum verður út undir Borg í Norðasta Haga í Skála- vík. Útferðin verður gjørd í samband við fólkatón- leikarakonsert, sum hild- in verður í Skálavík fríggjakvøldið. Konsertin verður klokkan 20.oo. Drunnhvítatúrurin verður um midnáttina, tá Føroyum mikudagin 19. juli. Mentan Evnið á mentanarráðstevn- uni í Qaqortoq er ikki heilt óvæntað mentan. Stutt og greitt. Tó verður hugtakið mentan í hesum førinum býtt í tríggjar partar. »Ment- anararvurin í Útnorði«, »Út- norður sum partur av norð- urlendska mentanarsam- starvinum« og »Mentanar- samstarvið í Útnorði nú og í framtíðini.« Ráðstevnan verður skipað fuglurin plagar at leita sær heimaftur eftir veiði- ferð til havs. Í tíðindaskrivi sigur Sandoyar Kunningar- stova, at okkurt verður at fáa til matna í húsinum undir Borgini um náttina. Kostnaður fyri alt til- takið, tað vil siga konsert og útferð, er kr. 150,-. Til- melding er á Sandoyar Kunningarstovu, sum hevur telefon nr. 361836 ella fartlf. 222078 ej Fríggjakvøldið skipar Kunningar- stovan í Sandoynni fyri túri út undir Borg í Skálavík Útferð í Sandoynni við uppleggum frá fólki, sum arbeiða við mentan í økinum. Og sjálvandi verð- ur eisini lagt upp til orða- skifti millum luttakararnar. Millum luttakararnar á ráðstevnuni verða menta- málaráðharrarnir í útnorði umframt tann danska mentamálaráðharran. Elsebeth Gerner Nielsen luttekur sum formaður hjá norðurlensku mentamála- ráðharrunum í Norrøna Ráðharraráðnum. Úr Føroy- um luttekur Høgni Hoydal, sum umsitir mentamál í løtuni. Endurreisn Annar partur av túsundára hátíðarhaldinum í Grøn- landi verður í Brøttulíð, har Eirikur Reyði bygdi fyri góðum túsund árum síðani. Útnórðurráðið hevur virkað fyri at endurreisa garðin og kirkjuna, sum kona Eiriks, Tjóðhildur, reisti. Kirkjan varð nevnd eftir henni. Tjóðhildar- kirkja. Tó eru tað ikki teir upprunaligu bygningarnir, sum reistir verða aftur, uttan eftirgerðir skamt frá gamla búplássinum. Hesir bygningarnir verða vígdir undir hátíðarhaldin- um. Eisini verða teir alment latnir grønlendska heima- stýrinum og Narsaq Komm- unu í varðveitslu. Hugskotið at endurreisa bygningarnar í Brøttulíð varð lagt fram á ársfund- inum hjá Útorðurráðnum í 1992. Arbeitt varð við mál- inum, og í 1997 varð ein byginevnd sett at fyrireika sjálva endurreisnina. For- maður í bygginevndini hev- ur verið íslendski altings- maðurin Árni Johnsen. Jógvan Durhuus, formað- ur í Útnorðurráðnum, sigur, at nú bygningarnir standa lidnir, standa teir í umleið sjey milliónum krónum. Íslendingar og grønlending- ar hava fíggjað meginpartin av kostnaðinum. Men før- oyingar hava eisini verið við, sigur Jógvan Durhuus. Løgtingið hevur játtað 100.000,- krónur yvir tvey ár, meðan Landsstýrið gjøg- num Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur latið 50.000,- krónur til endurreisnina. Eisini hava nógvir aðrir sponsorar verið við í tiltakinum. Væntað verður, at hendan endurreisnin av gamla garð- inum fer at geva grøn- lendsku ferðavinnuni eitt gott íkast, eins og vónað verður, at tað kann fara at styrkja tað framman undan góða samstarvið, sum er í ferðavinnuni í Útnorði, sig- ur Útnorðurráðið í tíðinda- skrivi, sum sent er út í sam- band við tiltøkini í Grøn- landi komandi dagarnar. Annars sigur Jógvan Dur- huus, formaður í Útnorður- ráðnum, at næsti ársfund- urin hjá Ráðnum verður í Havn í døgunum 4. til 8. september. Tá verður nýggj- ur formanskapur valdur, og grønlendingar fáa tá for- mannin. Formansskapurin í Útnorðurráðnum situr eitt ár í senn og gongur upp á skift millum londini. ∆ EDVARD JOENSEN Í dag verður aftur roynt at sleppa niður til Jólaskipið í Fugloyarfirði. Nú vita kavararnir, hvar skipið ligg- ur, og er tað tí nógv lættari at arbeiða. Heri Andreasen, sum stend- ur fyri kavingunum, sigur, at á kyrrindunum klokkan hálv- gum tólv fyrrapartin, verður farið niður aftur til vrakið. Ætlanin er hesaferð at taka tveir maskintelegrafar, sum kavararnir hava funnið, upp. Teir ætla at hevja teir við ballónum, sigur Heri Andreasen. Umframt fer ein kavari at hava eina kurv við sær, sum hann skal fylla ymisk smá- ting í, sum teir hava sæð niðri við vrakið. Eisini er ein kassi, sum teir ikki vita, hvat í er, ið teir eru sera áhugaðir í at fáa við sær. Teir skulu arbeiða skjótt. Luftmongdin er avmarkað, og skipið liggur so mikið djúpt, at tað tekur langa tíð at koma uppaftur. Tískil hava teir bara 18 minuttir av effektivari arbeiðstíð niðri við vrakið, sigur Heri Andreasen. Hann sigur, at teir hava bara dagarnar í dag og í morg- in at arbeiða í. Streymurin fer nú at taka til aftur, og donsku kavararnir noyðast avstað við Norrønu fríggjamorgunin. Annars sigur Heri Andreasen, at tað uppruna- liga málið við at finna skip- ið er rokkið. Ætlanin var frá byrjan av at finna Jólaskipið og filma tað. Tí málinum hava teir nátt. Men tað er altíð spennandi at taka ym- Aftur á Jólaskipið iskt upp, tá nú møguleikin er har kortini, sigur Heri. Hann veit ikki at siga, um tað nú er liðugt við kav- ingum eftir Jólaskipinum. Sum er hevur hann tó ong- an, sum er sinnaður at fíggja fleiri royndir, skilst. Ætlanin er aftur í dag at royna at kava niður til jólaskipið. Hetta verður helst seinasta leggið, nú verður gjørt