Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. apríl 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 27. apríl 2016 · Nr. 48 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 LØGMENN 35 prosent av føroyingum vilja hava Aksel V. Johannesen til løgmann sambært kanningini, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Miðlahúsið og Kringvarpið Tjóðveldi ongan­ tíð havt løgmann Eirikur Lindenskov Einast av teimum fýra stjóru flokkunum í Før­ oyum, sum ongantíð hevur havt leiðsl­una í Tinganesi, er Tjóðveldi. Tað er ikki tí, at flokk­ urin ongantíð hevur verið størsti flokkur. Tí tað hevur hann verið nakrar ferðir. Fyrstu ferð Tjóðveldis­ flokk­urin kom í sam­ gongu var eftir løg­ tings­valið í 1962 – tá sjálv­stýris­lands­stýrið varð skipað. Tá var Tjóð­ veldis­flokkurin størsti flokkur í samgonguni, sum var mil­l­um Tjóð­veld­ is­flokkin, Fólka­flokkin og Sjálv­stýris­flokkin. Hóast Tjóð­veldis­flokk­urin var størri enn Fólka­flokkurin, so var tað Fólka­flokkurin, sum fekk løg­mann. Tað sama endurtók seg eftir løgtingsvalið í 1998, tá Tjóðveldi gjørdi eitt rimmar hál – vann 10 prosentstig í framgongd og gjørdist land­sins størsti flokkur. Eis­ini hesa­ferð var tað Fólk­ flokk­urin, sum kortini fekk løg­mann. Í 2008 endurtók hend­ an støðan seg. Tá varð Jó­annes Eidesgaard vald­ ur til løg­mann, hóast Tjóðveldi var 4 pro-sent­ stig størri og hevði tvey tingfólk fleiri enn Javn­ aðarflokkurin. Eirikur Lindenskov Tað er eingin ivi millum før­oy­ingar um, at Aks­el V. Jo­hannesen úr Javnaðar­ flokk­inum helst skal vera løg­maður. Í kanningini verður spurt, hvønn av verandi floks­for­ monnum fólk helst vilja hava skal vera løgmaður eftir komandi val. Og tá svara 35 prosent, at tað skal vera Aksel V. Jo­ hannesen. Næstur er Bárður á Steig Nielsen úr Sam­bands­flokk­ inum. 13 prosent halda, at hann skal vera løgmaður. 10 prosent halda, at tað skal vera Høgni Hoydal 8 prosent siga Jørgen Nicla­ sen. 3 prosent siga Poul Michel­ sen 3 prosent siga Jógvan Skor­ heim Og 1 prosent sigur Jenis av Rana. Býtt millum kynini, so sæst, at tað eru kvinnurnar, sum í størri mun velja Aksel V. Jo­hannesen. 37 prosent av kvinnunum halda, at Aksel V. Johannsen skal vera løg­ maður. Býtið millum kvinnur hjá hinum floksformonnunum sær soleiðis út: Bárður á Steig Nielsen: 11 pro­sent Høgni Hoydal: 8 prosent Jógvan Skorheim: 6 prosent Poul Michelsen: 4 prosent Jørgen Niclasen: 3 prosent Jenis av Rana: 1 prosent Hjá monnum er býtið soleiðis: Aksel V. Johannesen: 32 prosent Bárður á Steig Nielsen: 15 prosent Jørgen Niclasen: 13 prosent Høgni Hoydal: 11 prosent Jógvan Skorheim: 2 prosent Poul Michelsen: 2 prosent Jenis av Rana: 1 prosent Hyggja vit eftir aldurs­ bólk­um, so kann sigast, at Aksel V. Johannesen hevur størstu undirtøkuna í ald­ urs­bólkinum 60+, har 40 prosent siga seg vilja hava hann til løgmann. Lægstu undirtøkuna hevur hann í aldursbólkinum 18-24 ár, har 21 prosent vilja hava hann til løgmann. Í hesum aldursbólkinum er bókurin »veit ikki« størstur, har siga 35 prosent seg ikki vita, hvønn tey vilja hava til løgmann. Sum heild er býtið annars javnt tað sama millum tey sjey floksformenninar í øllum aldursbólkum. Aksel hevur størstu undir­ tøkuna sum løgmaður Fýra menn og ein kvinna Eirikur Lindenskov Fimm fólk hava umboðað Javn­aðarflokkinum í løg­ mans­embætinum. Fyrsti løgmaður Javn- aðar­floksins, var Petur Mohr Dam, sum var ein av stovn­arum floksins, og sum var for­maður floksins í ein mans­aldur. Fyrsti stóri sigur hjá Javn­aðarflokkinum var á val­inum í 1958, tá flokkurin fyri fyrstu ferð skipaði sam­gongu. Tað var aftur so­n­evnda heima­stýris­sam­ gong­an millum Javn­aðar­ flokk­i­n, Sambandsflokkin og Sjálv­stýrisflokkin. Tá fekk flokkurin fyrstu ferð løg­mann, Pertur Mohr Dam. Hóast Javnaðarflokkurin gjørdist enn størri á valin­um í 1962, so tapti hann stjórn­ar­ valdið. Men eftir valið í 1966 kundi flokkurin aftur skipa heimastýrissamgonguna, og Petur Mohr Dam varð aftur løgmaður. Men hann doyði í 1968, og tá tók Kristian Djur­ huus, varaløgmaður, við sum løgmaður. Eftir valið í 1970 skipaði Javnaðarflokkurin aftur sam­gongu. Tá gjørdist Atli P. Dam fyrstu ferð løg­mað­ ur. Hann skipaði aft­ur sam­ gongu eftir valið í 1974 – men nú saman við Fólka­flokk­ inum og Tjóð­veld­is­flokk­ inum. Hendan sam­gonga varð aftur skipað eftir valið í 1978, men slitanði í 1980, tá Javnaðarflokkurin aft­ur misti stjórnarvaldið. Eftir valið í 1984 skipaði Atli Dam aftur samgongu, hes­a­ferð saman við Tjóð­ veld­isflokkinum, Sjálv­stýris­ flokkinium og Kristiliga Fólk­a­flokkinum. Síðast samgogan, sum Atli Dam skipaði var tví­flokka­ sam­gongan millum Javn­ aðar­flokkin eftir valið 1990, tá Javnaðarflokkurin fekk 10 tingsessir. Atli Dam legði frá sær í 1993, og tá tók Marita Petersen við sum løgmaður – hon sat til løgtingsvalið í 1994. So skuldu tað ganga 10 ár, til Javnaðarflokkurin aft­ur slapp fram at stjórnar­vald­ inum. Tað var í 2004, tá Jó­ annes Eidesgaard gjørdist løg­maður í samgongu mill­ um Javnaðarflokkin, Fólka­ flokkin og Sambandsflokkin. Eftir valið í 2004 helt Jó- annes Eidesgaard fram sum løgmaður, men nú saman við Tjóðveldi og Miðflokkin. Tann samgongan helt í átta mánaðir. Í fjør kundi so Aksel V. Johannesen sum tann fimti í røðini hjá Javnaðarflokk- inum skipa samgongu – sam­ an við Tjóðveldi og Fram­ sókn. 35% Aksel V. Johannesen Bárður á Steig Nielsen Høgni Hoydal Jenis av Rana Jógvan Skorheim Jørgen Niclasen Poul Michelsen Veit ikki 13% 10% 1% 3% 8% 3% 27% Atli P. Dam Petur Mohr Dam Jóannes Eidesgaard Marita Petersen