Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. apríl 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. apríl 2016 · Nr. 48 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SKATTAMÁLIÐ Barbara Holm Hevur Eik rætt til frádráttin á 90 milliónir krónur. Tað er spurningurin, sum Taks nú skal taka støðu til. Tað eru nøkur viðurskifti, sum eru púra greið, tá ið umræður hendan partin av málinum. Tað eina er, at tapið á áleið hálva milliard stavar frá koll­ silgda Eik Banka. Eingin ivi um tað. Ein annað er, at Fíggjarligt Støðufesti hefti fyri tapið í kollsilgda bankanum sum garantur, tá ið bankin fór á heys­in. Knúturin í hesum part­inum av málinum er, hvørt Fíggjarligt Støðufesti ella nýggi Eik Banki eiga rætt­ind­ini til hatta tapið – óan­sæð hvar tað stavar. Og tað er so spurningurin, sum Taks skal taka støðu til. Hin parturin av málinum er sjálv tilgongdin. Hon er meira knorklut at skilja. Hon er meira illgrunasom. Og hon er tann, sum leiðslan í Eik fram­vegis ikki hevur sagt eitt orð um. Tilgongdin ónøktandi Tilgongdin sjálv krevur nærri frágreiðing. Fyrst av øll­um mugu vit hyggja aftur á eitt skjal, sum varð gjørt, tá ið Eik Banki fór á heysin og varð bjargaður av politiska trygdar­netinum. Tá Fíggjarligt Støðufesti yvir­tók virksemi í kollsilgda Eik Banka, var eitt sokallað skatta­skjal gjørt. Skjalið gjørdu gran­skoð­ararnir hjá Fíggjar­ligum Støðufesti í sam­ráð við danskar skatta­ myndug­leikar. Har stóð púra greitt, at nýggi bankin ikki kundi draga tap frá gamla bankanum frá í sín­ um virk­semi. Tað varð skriv­ að, tí tá Fíggjarligt Støðu­festi yvirtók koll­silgda bankan, kendu tey ikki til virðir og skuld hjá koll­silgda bank­ anum. Hetta skuldi gerast upp og tað fór at taka rúma tíð. Tí varð av­rátt at gera eitt slíkt skatta­skjal – so at nýggja banka­virk­semi kundi byrjað, hóast Fíggjar­ ligt Støðufesti ikki hevði eitt yvirlit yvir, hvussu stórt tapið var. Í februar 2011 verður sama skatta­skriv stað­fest enn einaferð, tá ið táver­andi stjórin í bank­ anum, Jørn Astrup Hansen, skriv­aði tað í notatið, eftir at enda­liga varð gjørt upp, hvussu stórt tapið eftir gamla bank­anum var. Í apríl 2011 keypir TF Holding 70 prosent av nýggja bank­anum fyri minni enn ásetta virðið. Tað var eitt gott keyp, eru allir partar samdir um. Sama skattaskjal varð víst og greitt øllum møguligum keyparum frá. Draga tapið frá kortini Leiðslan í Eik dregur tapið á 90 milliónir krónur frá í sjálvuppgávuni fyri 2010/2011. Hetta gera tey í 2012, tá ið sjálvuppgávan skal latast inn. Men nevndarlimir sáa iva um ætlanina. Summir nevnd­ar­limir halda tað vera fínt, meðan aðrir vísa á, at tað ikki er loyvt orsaka av oman­fyri­nevnda skjalið og tí, at Fíggjar­ligt Støðufesti hefti fyri tapið og ikki nýggi bank­in. Ein roynd at fáa greiðu á mál­inum varð gjørd, tá ið nevndin í 2013 álegði leiðsl­uni í Eik at venda sær til Taks og fáa Taks at taka støðu í málinum. Sama ár hevur gran­skoð­ anin í bankanum fund um málið. Ivi verður tá sáddur um skattafrádráttin og í mars 2014 sendir Spekt at skrivligt upprit til nevndarformannin í Eik. Har verður sagt, at tey hvørki halda tað vera rætt at draga 90 milliónir frá sum skattafrádrátt ella sum goodwill – yvir 10 ár. Hetta skjalið verður ikki sent til Taks og tað verður oman­fyrinevnda skattaskriv heldur ikki. Á sumri í 2015 kemur Taks til sína niðurstøðu og gevur Eik loyvi til at draga tapið frá yvir 10 ár. Men hetta vilja nevndar­ limir og granskoðarar ikki ganga við til. Og sagt verður, at Eik royndi at villleiða Taks, tí tey sendu ikki viðkomandi upp­lýsingar við til Taks, men heldur spurdu um, hvussu tapið skuldi dragast frá. Jørn Astrup Hansen, nevndar­limur, ávarar fleiri ferðir um nýta frá­dráttin, sum Taks gevur loyvi til, og tað sama gera granskoð­arar­ nir í Spekt. Um árskiftið 2015/2016 verð­ur støðan hættislig fyri Eik. Jørn Astrup Hansen fer úr nevndini og greiður al­ menn­ing­inum frá støðuni. Tað skal sigast, at hann skuldi úr nevndini kortini, tí Fíggjar­ligt Støðufesti tá seldi Øðrumegin snýr tað seg um, hvørt Eik hevur rætt til at draga tær 90 milliónirnar frá í skatti. Hinumegin snýr tað sum, um Eik hevur roynt at villeitt Taks við at afturhalda lyklaupplýsingar Í 2011 keypir TF Holding 70 prosent av nýggja bankanum fyri minni enn ásetta virðið SKAL SÍGGJAST FRÁ TVEIMUM VINKLUM