Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. apríl 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 27. apríl 2016 · Nr. 48 Sosialurin SKATTAMÁLIÐ tey rester­andi 30 prosentini av Eik til TF Holding, men hann fór áðrenn ætlað og hann greiddi miðlunum frá um­støð­unum. Hetta er eisini um sama mundið, sum tá Eik skal føra skattafrádráttin í al­menna rokniskapin og sostatt hava undir­skriftina frá granskoð­ arunum á ætlanina. Men Spekt ger bart og vil ikki skriva undir rokniskapin uttan átekning – also uttan at viðmerkja, at tey fram­ vegis ikki meta tað rætt at draga tapið frá. Tað viðførir, at Eik vend­ ir sær aftur til Taks í januar í ár, og tástani gerst hugsan­in hjá Spekt greið fyri skatta­ myndug­leikunum. Um sama mund­ið sendir Fíggjarligt Støðu­festi eitt skriv til Fíggjar­málaráðið. Har verð­ ur millum annað sagt, at Fíggjar­ligt Støðufesti metir tað hava týdning at kunna lands­stýrið um hesa ætlan og at Fíggjarligt Støðufesti bjóð­ar sær til at fáa greiðu á mál­inum saman við føroysku skatta­myndug­leikunum. Málið, sum Taks avgreiddi á sumri í 2015, verður sostatt tikið upp­aftur fyrst í 2016, og tí niður­støðuni bíða vit enn eftir. Í farnu viku segði Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks við Kringvarpið, at fleiri nýggir upp­lýsingar eru komnir fram í miðl­unum, og tí má Taks venda sær aftur til Eik eftir fleiri viðkomandi skjølum. Hann væntar tó, at Taks kem­ur við sínari niðustøðu um nakrar vikur. Í farnu viku segði Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks við Kringvarpið, at fleiri nýggir upplýsingar eru komnir fram í miðlunum, og tí má Taks venda sær aftur til Eik eftir fleiri viðkomandi skjølum Eik fyri­heldur seg bara til frádráttin Tað einasta vit hava hoyrt frá leiðslu og nevnd í Eik, síðani miðlarnir eru farnir at varpa ljós á málið, er teirra hugsan um sjálvan frádráttin. Eingin ivi er um, at nevndin og leiðslan í Eik meta seg hava rætt til frádráttin. Men tey siga einki um sjálva tilgongdina Barbara Holm Seinastu vikurnar hava miðlarnir roynt at fingið viðmerking frá nevnd og leiðslu í Eik Banka. Men at fáa eina samrøðu um málið tykist vera heldur trupult. Sosialurin hevur skriv­að eina ørgrynnu av teldu­postum til Súna Schwartz Jacobsen, men hann hevur ikki svarað okk­um. Vit hava eisini ringt fleiri ferðir uttan úrslit. Men tá Sosialurin byrj­ aði at varpa ljós á málið fyri áleið 14 døgum síðani, elvdi tað til eitt aftursvar frá forstjóranum og nevndar­formanninum í Eik. Teir báðir greiddu frá, hví teir meta Eik hava rætt til skattafrádráttin á 90 milliónir krónur. Men enn hava vit einki frætt um sjálva tilgongdina. Vit høvdu fegin vilja spurt Súna Schwartz Jacobsen og Torben Nielsen, hví teir ikki sendu skatta­skrivið víð­ ari til Taks. Ella hví teir ikki kunn­aðu Taks um niður­støð­una hjá Spekt áðrenn januar í ár. Vit høvdu eisini vilja spurt, um tað er rætt, sum keld­ ur hjá Sosialinum hava sagt – at persónar í Eik og TF Holding hava hótt nevnd­ar­limir og gran­ skoð­arar eftir at makka rætt í málinum. Samstundis høvdu vit vilja spurt Torben Nielsen, nevndarformann í Eik Banka, um skrivið, sum hann sendi farna hós­kvøld. Har vísti hann á niður­støðu hjá Deloitte – ein donsk fyri­tøka, sum ikki hevur verið í starvi hjá Eik Banka sum uttan­hýsis gran­skoð­ arar. Danska fyri­tøkan helt sam­bært nevndar­ for­mann­inum, at Eik hevði rætt til frá­dráttin á 90 milliónir krón­ur. Vit høvdu vilja spurt nær skriv­ið frá Deloitte er kom­ið, út frá hvørj­um upp­lýs­ing­um niður­støð­ an er tikin, og um tað er orsøk til, at Eik ikki metti tað hava týdn­ing at kunna Taks um tað, sum uttan­hýsis granskoðarar­ nir hjá Eik hildu um frá­ dráttin. Men tað hevur ikki eydn­ast okkum at fáa við­ merking frá honum. barbara@sosialurin.fo