týsdagur 26. apríl 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. apríl 2016 · Nr. 48
18
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
– Eg havi tað gott, og hví skuldi eg
latið meg kannað fyri at finna út
av, um tað kanska er okkurt, mær
bagir?
Henrik Prinds Rasmussen er lækni
i Læknahúsinum Nord í Kolding.
Umframt at vera serlækni í heili
vági, arbeiðir hann eisini við liða-
og vøddasjúkum og við sjúkum
í beinagrind. Akupunkturur og
kognitiv terapi eru eisini hansara
áhugaøkið.
Læknin gleðir seg
Henrik Prinds Rasmussen sigur, at
hann gleðir seg altíð, tá hann sær
navnið á henni í kalendaranum.
– Hon er 89 ár, og hon smílist, tá
hon eitt sindur ótrygg á beinunum
reisir seg úr stólinum í bíðirúminum
og nærkast viðtaluhølinum. Hon
kemur treyðugt til viðtalu og sig
ur treytaleyst nei til øll tey upp
skot, eg komi við um heilivág og
kanning. Vit hava snakkað um
tað fleiri ferðir, har eg meira ella
minni heilhjartað havi roynt at fáa
hana at fylgja klinisku rætnings
linjunum fyri viðgerð. Tað endar
sum oftast við, at hon fær sín vilja.
Og læknin heldur fram, at hin 89
ára gamla smílist og sigur hart, tá
hann setir henni spurningar:
– Eg havi tað gott, og hví skuldi
eg so latið meg kannað fyri at finna
út av, um mær kanska bagir okkurt.
Eg eri jú 89 ár, og skuldi eg fingið
ein blóðtøpp og farið hiðani, tí eg
ikki fekk allan tann heilivág, sum
tín læknabók sigur – jamen, so er
tað jú bara fínt hjá mær.
Henrik Prinds Rasmussen sigur,
at lagið á hini gomlu er gott, men
hon heldur kortini fram í einum
ávísum tónalagi:
– Veitst tú hvat? Eg vil slett ikki
hava tín heilivág. Eg toli hann ikki,
og sjálvt um eg toli heilivágin, vil eg
ikki hava hann.
Hin gamla fer oftast út úr við
taluhølunum aftur í góðum lag og
við vissuni um, at hon hevur vunn
ið »slagið«.
– Hon hevur vunnið slagið á
tann hátt, at hon ikki fær ta nøgd
av heilivági, sum vegleiðingin sigur,
at hon eigur at fáa. Men, hon hevur
fingið ta kunning um vandar og
møguleikar, sum eru, og hon hevur
tikið eitt aktivt val, sigur læknin.
Tey frísku verandi frisk
Í DSAM (Dansk Selskab for Almen
Medicin) eru læknar upptiknir av,
hvussu vit menna heimsins bestu
almennu praksis til gleði fyri sjúk
lingarnar.
– Vit kundu freistast at halda, at
hetta kann gerast við meira heili
vági, fleiri heilsukanningum, meira
tøkni og fleiri kanningarhættum,
men hetta er ikki nóg mikið einsa
malt. Heilsa snýr seg um at viðgera
og umgangast sjúku, men eisini um
at lata tann fríska vera frískan.
Henrik Prinds Rasmussen vísir
á, at WHO hevur skilgreinað heilsu
sum »eina støðu av fullkomnari
likamligari, sálarligari og sosialari
vælveru og ikki bert fráveru av
sjúku og ílegum«.
– Tað er kanska at taka munnin
ov fullan og halda, at mín 89 ára
gamli sjúklingur er í eini slíkari
støðu, men samanumtikið hevur
hon eina fysiska heilsu, sum er betri
enn hjá teimum flestu í hennara
aldri, og tað er eingin ivi um, at hon
hevur eina góða eginumsorgan og
eini fantastisk evni, tá ræður um at
taka ábyrgd fyri egnum lívi.
Læknin, Henrik Prinds Rasmus
sen, leggur aftrat:
– Tá vit eru við at enda viðtaluna,
sigur hon: »Takk fyri í dag, og hava
vit tað ikki gott!?« Eg sigi, at eg hevði
verið meira enn nøgdur, um eg var
líka so frískur sum hon, tá eg komi
í hennara aldur - um eg nú gerist so
gamal. Hon vendir sær við, og meðan
hon gongur út úr viðtaluhølunum
sigur hon, at eg nokk skal røkka
hennara aldri, um eg ikki taki ov
nógvan heilivág, sigur hann.
Kelda: www.helse.dk
– Hin 89 ára gamla fer oftast út úr viðtaluhølunum aftur í góðum lag og við vissuni um, at hon
hevur vunnið »slagið«. Hon hevur vunnið slagið á tann hátt, at hon ikki fær ta nøgd av heilivági,
sum vegleiðingin sigur, at hon eigur at fáa, sigur læknin, Henrik Prinds Rasmussen
– Eg vil ikki hava tín heilivág!
HEILSA
Alt fleiri gerast ovurviðkvom
Tað kann gerast ein álvarslig støða hjá fólki, sum eru ovurviðkvom fyri ymiskum matvørum. At fólk í størri mun gerast ovurviðkvom er vorðið ein
alsamt størri trupulleiki. Umleið 5-7% av øllum børnum í Danmark dragast við eitt ella annað slag av ovurviðkvæmi mótvegis onkrum matvørum.
Í fyrsta lagi er talan um mjólk, egg, jørðnøtir, fiskur og skeljadjór. Flestu børn veksa tó burtur úr hesum. Høvuðsreglan er, at lættast er at sleppa
burtur úr ovurviðkvæmi, tá ræður um mjólk og egg. Hinvegin hongur ovurviðkvæmi, sum stendst av jørðnøtum ella fiski, gjarna við alt lívið.
Millum vaksin fólk eru tað umleið 2%, sum líða av ovurviðkvæmi, ið stendst av ymiskum matvørum, og millum tey vaksnu hongur
ovurviðkvæmi oftast við alt lívið. Kelda: www.helse.dk
– Tú verður líka gamal, sum eg, um tú ikki tekur ov nógvan heilivág, sigur hin 89 ára gamla við læknan
Soleiðis eldast menniskju
At fólk eldast, kemst
bæði av innaru og
ytru umstøðum
Vilmund Jacobsen
Ytru umstøðurnar snúgva seg eitt
nú um kost, rørslu, royking og
strálingar, sum kunnu fáa fólk at
síggja eldri út.
Aftrat ytru umstøðunum, eru
sjálvandi eisini lívfrøðiligar frá
greiðingar um, hví fólk eldast.
Vit kunnu siga, at likamið hevur
eitt ur, sum bara gongur í eina ávísa
tíð.
Menniskju eru ”programmeraði”
til at doyggja, tí okkara kyknur
kunnu ikki deila seg í allar ævir.
Kyknur kunnu nevniliga bert deila
seg eitt ávíst tal av ferðum.
Likamið er bygt upp av kyknum,
sum alla tíðina deila seg. Hvørja
ferð, ein kykna deilir seg, kopierar
hon sítt egna dna, sum hevur ein
ávísan bygnað.
Bygnaðurin er kendur undir
navninum, kromosom.
Í hvørjum kromosomi er tað,
sum rópt verður ”telomerur”, ið vit
kunnu siga er eitt pettið av dna,
sum er til avlops.
Tá dna’ið verður kopierað, kem
ur ikki alt kromosomið við.
Fyri hvørt ”kopi”, sum verður
gjørt av dna’num, verður minni av
telomerum, og at enda eru tær heilt
burtur. Tá hesar eru burtur, heldur
kyknan uppat við at deila seg, og
tá doyr hon. Tað er, tá kyknurnar
doyggja, at vit síggja tekin um
aldurdóm á likaminum.
Tað er soleiðis okkara egna
likam, sum forðar okkum í at liva í
allar ævir.
Kelda: videnskab.dk