Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-26, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. apríl 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. apríl 2016 · Nr. 48 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NÝGGJ Í STARVI NÝSETT STARVSFÓLK Nýggjur leiðari í Til­haldinum í Havn STØRV Eydna Berg er sett sum leiðari fyri Tilhaldið í Tórs­ havnar kommunu. Hon byrj­ ar í starvinum 1. mai. Síðan kommunan yvir­ tók eldraøkið er Tilhaldið ein partur av Heilsu- og um­sorg­ anar­tæn­ast­uni, og leiðarin í Tilhald­in­um er eisini leiðari fyri dag­til­haldini í Nólsoy og Kolla­firði. HUGSJÓNIRNAR við tilhaldunum eru at varð­ veita og menna heilsu og trivna hjá pensjónistum í Tórshavnar kommunu, eitt stað har hugni, trivni, menning og virðing fyri tí einstaka er í hásæti. Har øll kenna seg væl og fáa nýtt síni evni og førleikar at læra og hava tað stuttligt. Endamálið er, at tiltøkini í tilhaldunum skulu gera mun fyri lív og heilsu. Nú eitt av okkara skrivstovufólkum fer frá vegna aldur, leita vit eftir dugnaligum starvsfólki til skrivstovu okkara. Um okkum Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá sjey ymiskum kærunevndum, og fevnir okkara arbeiði í høvuðsheitunum um at lýsa og viðgera tær kærur, sum nevndirnar fáa. Eisini er kærustovnurin skrivstova hjá Skuldarumskipanarnevndini, sum viðger umsóknir um umskipan av skuld og hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini, ið viðger mál frá barnaverndartænastunum. Arbeiðsuppgávur Sum ein partur av skrivstovuni kemur tú at standa fyri innheintan av upplýsingum og at hava samskifti við borgarar og myndugleikar um innkomin mál. Umframt at talan verður um alt vanligt skrivstovuarbeiði, herundir journalisering og rættlestur, verður partur av arbeiðinum at tryggja rættleikan í roknskapinum hjá stovninum. Um teg • Tú hevur skrivstovuútbúgving ella aðra samsvarandi útbúgving. • Tú hevur góðan málkunnleika í føroyskum og royndir við rættlestri. • Tú hevur góðar roknskaparførleikar. • Tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt og loysir uppgávurnar við góðum huga og nærlægni. • Tú tolir, at viðhvørt er stórt trýst á, og ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá ástendur. • Hevur tú góðan telduførleika og royndir við 360 journalskipanini, er hetta ein fyrimunur. Lønar- og setanartreytir Starvið verður lønt í flokki IV sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Talan er um fulltíðarstarv og miðað verður eftir setan 1. juni 2016. Umsókn Umsóknir við prógvum, c.v. og møguligum viðmælum skulu sendast til: Føroya Kærustovnur Postrúm 45 110 Tórshavn og skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 29. apríl 2016 kl. 15.00. Møguligt er eisini at senda umsóknina umvegis teldupost til kaerustovnur@ kaerustovnur.fo Nærri upplýsingar um starvi fáast við at seta seg í samband við Peturbjørg Jensen, deildarleiðara á tlf. nr. 320585. Um stovnin Føroya Kærustovnur er óheftur stovnur undir Innlendismálaráðnum. Stovnurin fyrireikar kærumál til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum, Skatta- og avgjaldskærunevndina, Kærunevndina í lendismálum, Kærunevndina hjá Studna, Vinnukærunevndina, Psykiatrisku Sjúklingakærunevndina og Fjølmiðlanevndina. Eisini er stovnurin skrivstova hjá Skuldarumskipanarnevndini og Høvuðsbarnaverndarnevndini. Á stovninum starvast í løtuni 9 fólk: stjórin, fimm løgfrøðingar, deildarleiðari og tvey skrivstovufólk. Skrivstovufólk til Føroya Kærustovn Vísindastarv í búskaparfrøði Starvsøki Starvið er liður í viðlíkahaldi og menning av búskaparfrøði á Fróðskaparsetrinum, og tann, ið fær starvið verður helvtina av tíðini partur av tí toymi, sum skipar fyri B.Sc.-námi í búskaparfrøði, og hina helvtina av tíðini partur av tí toymi, ið røkir skrivara- og útrokningararbeiði fyri Búskaparráðið. Sostatt fevnir starvið um undirvísing og møguliga gransking í búskaparfrøði, og um luttøku í arbeiðinum hjá Búskaparráðnum. Sí nærri lýsing á www.setur.fo.