Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-26, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. apríl 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 27. apríl 2016 · Nr. 48 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STØRV Trygd er eitt tryggingarfelag, ið er í einari spennandi menningartilgongd. Sum næmingur hjá okkum leggja vit stóran dent á tína útbúgving, og at tú mennist innan øll virkisøkir í okkara fyritøku. Vit bjóða tær eitt læruríkt umhvørvi og eitt mennandi og dynamiskt lærupláss, har tú skjótt fært ábyrgd av sjálvstøðugum uppgávum. Um teg Tú ert ágrýtin, tær dámar at læra og at fáast við kunda- røkt. Tú hevur eina miðnámsútbúgving, ella verður liðug/ ur í summar. Meira at vita Meira fæst at vita á www.trygd.fo Tú kanst eisini seta teg í samband við Janus Thomsen, stjóra, á jat@trygd.fo ella við at ringja 358 100. Umsókn Send tína umsókn við lívsrensli (c.v.) og avritum av prógvum til HR@trygd.fo ella Trygd, Oknarvegur 5, 110 Tórshavn, att: Janus Thomsen. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 29. apríl 2016 Vilt tú verða partur av einum samtaki, har tú bæði arbeiðir sjálvstøðugt og hevur ávirkan? Trygd søkir eftir næmingi Trygd er partur av BankNordik samtakinum, og byggja vit á virðini at vera dugnalig, eldhugað og framsøkin. > Les meira á www.trygd.fo Um Almannaverkið Fleiri enn 750 starvsfólk úr 16 ymsum starvsbólkum hava sín gerandisdag í Almannaverkinum. Yrkisdugnaskapur er undirstøðið undir allari tænastuni hjá stovninum og Almannaverkið leggur alstóran dent á samstarv tvørtur um fak, nýhugsan og menning av arbeiðsgongdum. Almannaverkið vil gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Avgerðarskrivstovan skal góðskutryggja tyngru avgerðirnar, sum Viðskiftadepilin á Almannaverkinum tekur. Allar avgerðir, sum verða tiknar viðvíkjandi pensjónum, arbeiðsbúgving, hjálpartólum og visiteringum til Trivnaðardeplarnar, verða sendar til Avgerðarskrivstovuna, sum skal tryggja, at máls við gerðin er í samsvari við galdandi lóggávu og livir upp til fyri siting arliga støðið. 6 starvsfólk eru á deildini. Arbeiðsuppgávur Deildarleiðarin hevur ábyrgd av øllum virksemi á deildini og fyrsta upp gávan verður at byggja upp og tryggja skynsamar manna gongdir á deild ini. Tað er neyðugt hjá deildarleiðaranum at stinga út í kortið við smidligari avgreiðslu, sum er bygd á tryggar og einfaldar KT mannagongdir. Deildarleiðarin á Avgerðarskrivstovuni skal tryggja, at deildin livir upp til setningin sum sosialfakligur garantur fyri avgerðum tiknar í Almannaverkinum. Starvið Deildarleiðarin fyri Avgreiðsluskrivstovuna verður settur fulla tíð og vísir til depilsstjóran í Viðskiftadeplinum. Starvið kann setast beinanvegin. Førleikakrøv Viðkomandi útbúgving innan almenna fyrisiting ella líknandi. Væntanir Vit vænta av umsøkjarum, at teir brenna fyri tí sosialfakliga, vilja virka fyri, at samskiftið við Almannaverkið kennist greitt, einfalt og fakliga undirbygt og at borgarin altíð verður settur í miðdepilin. Leiðsluhugur og hegni hevur týdning, eins og eitt gott eyga fyri trivnaðinum og menningini hjá starvsfólkunum hevur nógv at siga. Leiðsluútbúgving ella leiðsluroyndir kunnu vera ein fyrimunur, meðan rætti umsøkjarin dugir væl at orða seg í skrift og talu og stendur seg væl undir stórum trýsti til tíðir. Setanar- og lønarviðurskifti Starvsheitið er deildarleiðari, og starvið er flokkað sambært sátt mála millum Fíggjarmálaráðið og BLF, AKF ella Starvsmanna felagið. Starvs fólk mugu tola broytingar í starvinum. Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Viðskiftadeplinum á Smyrilsvegi 20, Tórshavn. Umsókn Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum, c.v. o.ø. skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Smyrilsvegur 20, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal „Deildarleiðari Avgerðarskrivstovan“. Freist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 02.05.2016 kl. 12.00. Nærri upplýsingar um starvið fáast frá depilsstjóranum Hallur Thomsen á telefon 297040. DEILDARLEIÐARI TIL AVGERÐARSKRIVSTOVUNA Almannaverkið søkir eftir einum fakliga sterkum og tilvitaðum deildarleiðara til nýggju deildina, Avgerðarskrivstovan, í Viðskiftadeplinum.