týsdagur 26. apríl 2016síða 32
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. apríl 2016 · Nr. 48
32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Krúndiamantbrúdleyp
Fríggjadagin 20. mai kunnu hjúnini
Esther og Eivind Petersen úr
Oyndarfirði hátíðarhalda krún
diamantbrúdleyp. Dagurin verður
hildin í bygdarhúsinum í Leirvík
kl 17:00. Fyri at vita hvussu nógv
vilja halda dagin saman við okk
um, hevði verið gott, um tit søgdu
frá innan 12. mai á tlf 598861 ella
til Esther og Eivind á tlf 444529
ímillum kl 17:00 og 22:00
Møguleiki er eisini at senda teldu
post til gunnleygolsen@gmail.com
Gullbrúdleyp
Týsdagin 28. juni hava vit verið gift í
50 ár. Dagurin verður hátíðarhildin
í Betesda kl. 18.00 Tey, ið ynskja at
gleðast saman við okkum, verða
biðin at siga frá á tlf 221512- 455290
ella: kristian@cig.fo áðrenn 5. juni.
Vinarliga
Jonelisa og Kristian Martin
80 ára føðingardagur
1. mai verður Katrin Michelsen 80
ár. Dagurin verður hildin á Heiða
vegi 14 30. apríl frá kl. 16. Øll eru
hjartaliga vælkomin
Gullbrúdleyp
Leygardagin 30. apríl hava Anne
Gretha og Jóhan Elias Hansen 50
ára brúdleypsdag. Bjóða verður inn
til vælkomst kl. 20 á Gerðisvegi 21 í
Runavík.
Í summar hava vit
verið gift í 25 ár
Vælkomst verður í Bygdahúsinum
í Miðvági, týsdagin tann 26 juli kl.
18:00. Tey, ið ynskja at hátíðarhalda
dagin saman við okkum, verða
biðin um at siga frá á tlf. 333282 -
283282 innan 10. juli.
Vinarliga Eyðfríð og Per Olesen
Í summar hava vit
verið gift í 25 ár
Tí vilja vit bjóða familju, vinum
og kenningum í veitslu í Bygdar
húsinum í Leirvík 24. juni 2016 kl
19. – um tit ynskja at verða við til
veitsluna, hevði verið gott um
tit boða frá á tpost linda@kss.
fo , frimodt@kss.fo ella á telefon
267334/232038 innan 10. juni.
Vinarliga Linda og Frimodt
Brúdleyp
Leygardagin 21. Mai kl 13.00 gift
ast Joan Niclasen, Argir og Áki
Ellendersen, Tórshavn í Hvalvíkar
kirkju. Frá kl. 16.00 eru familja, vinir
og kenningar hjartaliga vælkomin
til eina hugnaliga løtu og ein góðan
bita í AB-húsinum.
Brúdleyp
Leygardagin 30. Juli giftast Jó
hanna Thomassen, Klaksvík, og
Pætur
Hvannastein
Sørensen,
Viðareiði. Vígslan verður í Betesda
í Klaksvík kl. 12, og veitslan verður
á Hotel Norð á Viðareiði kl. 18. Tey,
ið ynskja at hátíðarhalda dagin
saman við okkum, kunnu tekna
seg umvegis tlf. 257503 (Pætur) ella
+45 60665405 (Jóhanna), ella við
at skriva til patur_hvannastein@
hotmail.com í seinasta lagi 30. juni.
Brúdleyp
Leygardagin 7. mai 2016 giftast
Rósa Maria Restorff og Mikkjal
N.J. Olsen. Vígslan verður kl. 14.00
í Skúlanum við Løgmannabreyt.
Veitslan verður fyri innbodnum kl.
19.00 á Hotel Hafnia.
Brúdleyp
7. mai giftast i Bryndum kirkju
Gerda Astrid Joensen, dóttur Joan
og Árna Joensen, og Thomas Warm
ing Thyssen, sonur Inger og Erling
Warming Thyssen. Veitslan verður
fyri innbodnum í Vester Nebel For
samlingshúsi
Brúdleyp
Leygardagin 7. mai 2016 giftast
Ingunn Jensen, Sandur og Hans
Kári Hansen, Sørvágur. Vígslan
verður í Sørvágs kirkju kl. 14.00 og
veistla verður fyri innboðnum á
Hotel Vágum. Sunnudagin 8. mai
verður brúðarhús í Gerðisbrekku 6
frá kl. 17.
Brúdleyp
Leygardagin 21. Mai 2016 giftast
Linda Eliassen, Leirvík og Jim
á Horni, Fuglafjørður. Vígslan
verður
í
Fuglafjarðar
Kirkju
kl. 13. Veitslan verður hildin í
bygdarhúsinum í Leirvík kl 19. Tey
ið vilja hátíðarhalda dagin saman
við okkum, vera vinarliga biðin
um at boða okkum frá á tlf. 732226
(Linda) ella á 281028 (Jim) í seinasta
lagi 2. Mai
Brúdleyp
Leygardagin 21. mai 2016 giftast
Linda Eliassen, Leirvík og Jim
á Horni, Fuglafjørður. Vígslan
verður í Fuglafjarðar Kirkju kl. 13.
Veitslan verður hildin í bygdar
húsinum í Leirvík kl 19. Tey ið
vilja hátíðarhalda dagin saman við
okkum, vera vinarliga biðin um at
boða okkum frá á tlf. 732226 (Linda)
ella á 281028 (Jim) í seinasta lagi 2.
mai.
Brúdleyp
Leygardagin 14. mai 2016 giftast
Jakoba Eysturberg, Hvalba og Gisli
Daniel Sveinbjørnsson, Nes-Hvalba.
Vígslan verður í Hvalbiar Kirkju kl
11. Eftir vígsluna verður opið hús
í Tvøroyrar Klubba millum kl 14-
17, har høvi verður at heilsa uppá
brúðarparið. Veitslan verður fyri
innbodnum frá kl 19 í Tvøroyrar
Klubban.
Brúdleyp
Leygardagin 09.07.16 verða Beinta
Langgaard og Súni Olsen vígd í
Gøtu Kirkju kl. 14.00. Brúdleypið
verður hildið í Bygdarhúsinum
í Leirvík kl. 19.00. Tey, ið fegin
ynskja at halda dagin saman við
okkum, verða biðin um at siga frá
í seinasta lagi 19.06.16 við at ringja
289802 (Beinta) ella 223817 (Súni).
Brúðarlýsing
Mánadagin
06.06.2016
giftast
Anita Hanskáradóttir og Gunnar
Johildarson, í Tilst kirkju.Veitslan
verður hildin týsdagin 26.07.2016
í Beitishúsinum í Miðvági. Tey ið
vilja gleðast saman við brúðarpar
inum, eru hjartaliga vælkomin inn
á gólvið frá kl. 17.00.