hósdagur 2. september 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 166 - 2. september 2004
Nr. 166 - 2. september 2004
3
Evropa skyldina av
yvirgangi
Evropa fekk av at vita á landsfundinum hjá republik-
anska flokkinum í USA, har altjóða yvirgangur hevur
verið eitt av høvuðsevnunum.
Fyrrverandi borgarstjórin í New York Rudolph
Giuliani var serliga hvassorðaður. Hann segði, at
evropeararnir eiga meginpartin av skyldini av, at
yvirgangur yvirhøvur er til í 2004. Giuliani vísti á, at
í teir palestinsku yvirgangsmenninir, sum lupu á tey
jødisku ítróttarfólkini á olympisku leikunum í
Múnchen í 1972, vórðu latnir leysir longu tveir mán-
aðir seinni. Hann nevndi eisini, at yvirgangsmenninir,
sum søktu at ferðamannaskipinum »Achille Lauro« í
1995, vórðu eisini latnir leysir eftir stutta tíð. At enda
vísti hann á, at Yasser Arafat fekk Nobelfriðarheið-
urslønina í 1994, sjálvt um hann tók undir við yvir-
ganginum í Miðeystri.
– Yvirgangsmenninir hava lært, at teir kunnu hótta
heimssamfelagið, og serliga evropearar hava verið
skjótir at slaka, segði Rudolph Giuliani, sum var
borgarstjóri í New York, tá yvirgangsmenn oyðiløgdu
World Trade Center fyri trimum árum síðani.
Avrættingar byrja aftur
Ísraelsku myndugleikarnir fara nú aftur at beina fyri
víðgongdum palestinskum leiðarum, søgdu trygdar-
keldur í Jerusalem í gjár.
Fyrr í ár beindu ísraelsmenn fyri tveimum leiðarum
í felagsskapinum Hamas. Nú verða avrættingarnar
tiknar uppaftur, tí Hamas hevur kunngjørt, at tað vóru
hansara limir, sum skipaðu fyri teimum báðum sjálv-
morðsbumbuatsóknunum at tveimum bussum har
suðuri í Ísrael fyrradagin. 16 fólk doyðu í atsóknun-
um, og meiri enn 80 fingu skaða.
Sambært teimum ísraelsku trygdarkeldunum hava
myndugleikarnir ikki hildið so neyvt eyga við teim-
um víðgongdu leiðarunum í seinastuni, tí herurin
hevur havt úr at gera við at stríðast ímóti øðrum pal-
estinum. Men nú verður lagt á annan bógv, siga keld-
urnar.
Í kríggj við grashoppur
Fleiri lond har vesturi í Afrika fyrireika seg nú til ta
ringastu grashoppuinnrásina seinastu 15 árini.
Forsetin í Senegal, Abdoulaye Wade, sigur við tíð-
indastovuna AP, at tey vesturafrikonsku londini noyð-
ast at biðja herin taka sær av teiomum nógvu gras-
hoppunum. Týsdagin kom tann fyrsta bylgjan av
grashoppum til senegalska høvuðsstaðin Dakar. Á
vegnum hagar hava tær oyðilagt alla grøði, og ST
sigur, at Senegal og hini londini mugu fáa minst 700
milliónir krónur í hjálp, skulu tey vinna bardagan
ímóti grashoppunum.
Men senegalski forsetin vil ikki hava pengar. Hann
vil heldur hava flogfør, sum kunnu fara í bardaga við
grashoppurnar. Vit eru í kríggi, og tað hevur skund at
basa fíggindanum, sigur hann.
Funnu 1700 ára gamlan
mann
Danskir fornfrøðingar hava funnið beinagrindina av
einum manni, sum bleiv jarðaður í Høje Taastrup á
Sælandi fyri 1700 árum síðani.
Maðurin var 169 sentimetrar til hæddar, og hann
var ímillum 20 og 30 ára gamal, tá hann doyði. Forn-
frøðingurin Anne Hansen sigur við Politiken, at
beinagrindin er sjáldsama væl varðveidd. Í kistuni
funnu fornfrøðingarnir eisini eina krukku, og út frá
mynstrinum á krukkuni hava teir staðfest, at maðurin
bleiv jarðaður einaferð í fjórðu øld. Anne Hansen sig-
ur, at maðurin hevur havt góðar tenn, og tað bendir á,
at hann hevur etið góðan mat, sigur hon.
Tann 1700 ára gamla beinagrindin skal nú kannast.
Millum annað er ætlanin at vita, um maðurin leið av
onkrari sjúku, eftir sum hann doyði so ungur.
UTTAN ÚR HEIMI
Russisku myndug-
leikarnir eru ikki í iva
um, at tað eru tær
sokallaðu »svørtu
einkjurnar« úr
Kekenia, sum hava
staðið fyri yvirgang-
inum teir seinastu
dagarnar
YVIRGANGUR
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Gjáramorgunin tóku yvir-
gangsfólk meiri enn 200
skúlabørn og umleið 40
foreldur gíslar í einum
skúla í býnum Beslan har
suðuri í Russlandi. Tað
eydnaðist umleið 50 børn-
um at sleppa til rýmingar,
men yvirgangsfólkini sýttu
fyri at lata hini leys. Tey
vildu heldur ikki samráðast
við myndugleikarnar og
hóttu við at spreingja skúl-
an í luftina, leyp løgreglan
á.
Myndugleikarnir hildu í
gjár, at gíslatakararnir vóru
umleið 20 í tali, og at fleiri
kvinnur vóru teirra millum.
Í fyrstani ljóðaði, at umleið
400 børn vóru í skúlanum,
men seinni søgdu myndug-
leikarnir, at 240 børn og 40
foreldur vóru í skúlanum,
tá yvirgangsfólkini lupu á.
Børnini eru ímillum sjey og
seytjan ára gamul, og fleiri
teirra skuldu hava sín fyrsta
skúladag í gjár.
Svørtu einkjurnar
Belsan er bara einar 50
kilometrar frá kekenska
markinum, og tí var eingin
ivi um, at tað vóru tær so-
kallaðu »svørtu einkjurn-
ar« úr Kekenia, sum eina-
ferð enn høvdu gjørt vart
við seg.
Russiska trygdartænast-
an er sannførd um, at tað
vóru tvær »svartar einkj-
ur«, sum sprongdu tey bæði
flogførini í síðstu viku, og
at tað var ein av starvssystr-
um teirra, sum sprongdi
eina bumbu uttan fyri
undirgrundarstøðina
í
Moskva fyrradagin. Hesar
tríggjar atsóknirnar kostaðu
meiri enn 100 mannalív.
Trygdartænastan segði í
gjár, at tær báðar kvinn-
urnar, sum sprongdu flog-
førini, og kvinnan, sum
sprongdi
bumbuna
í
Moskva, komu til Russ-
lands ísenn. Ein fjórða var
saman við teimum, og
henni hevur trygdartænast-
an leitað eftir. Í gjár bleiv
gitt, at hon kanska var
ímillum teirra, sum tóku
gíslarnar í skúlanum í
Balsan.
Islamski felagsskapurin
Islambouli-brigadurnar
hevur átikið sær ábyrgdina
av atsóknunum ímóti teim-
um báðum flogførunum og
undirgrundarstøðini
í
Moskva.
Felagsskapurin
sigur, at atsóknirnar eru
hevnd fyri tann harðrenda
politikkin hjá russum í
Kekenia. Um felagsskapur-
in eisini hevði ábyrgdina av
gíslatøkuni í Belsan var
ikki greitt í gjár.
Svørtu einkjurnar herja Russland
Fyri 14 døgum síðani
herjaði tropiska
ódnin Charley
Florida. Nú er Francis
á veg, og hon kann
gerast uppafur verri
ÓDNARVEÐUR
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Veðurmenninir hava flokk-
að Francis í tað, teir kalla
bólk fýra. Charley, sum
rakti Florida fyri 14 døgum
síaðni, var í sama flokki.
Amerikonsku
veður-
menninir vænta, at Francis
fer at herja Bahamas í
morg-in, og at hon fer at
raka strondina í Florida og
Georgia sunnudagin. Í Flo-
rida hava myndugleikarnir
givið fólki boð um at fyri-
reika seg, sjálvt um mong
framvegis ikki eru liðug at
rudda eftir tær stóru oyði-
leggingarnar, sum Charley
hevði við sær. Hildið verð-
ur, at skaðin tá kostaði ein-
ar 40 milliardir krónur.
Fyrradagin herjaði trop-
iski stormurin Gaston statin
Virginia,
har
illveðrið
kravdi fimm mannalív.
Nógv hús vórðu oyðiløgd,
og bæði vegir og elveiting-
ar fóru illa.
Florida bíðar eftir Frances
Frystitrolarin Ljósa-
felli er í ferð við at
verða seldur til eitt
føroyskt felag, váttar
Mortan Johannesen,
reiðari
FISKIVINNA
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Reiðaríið hjá frystitrolaran-
um ‘Ljósafelli’ váttar at ein
søla av skipinum er í um-
búna. Sum skilst er mann-
ingin á Ljósafelli øll upp-
søgd í sambandi við ta ætl-
aðu søluna, sum sostatt tyk-
ist vera komin væl áleiðis.
Tó kunnu vónir vera fyri at
tey 28 arbeiðsplássini verða
varðveitt, meinar reiðarin,
Mortan Johannesen. Uttan
at vilja nevna keyparan við
navni, upplýsir hann at tal-
an er um eitt føroyskt felag.
– Eg kann ikki annað enn
vátta at vit umhugsa at selja
Ljósafelli, segði Mortan
Johannesen.
– Hóast vit hava sagt
mannskapið upp, so er alt
enn ikki endaliga avgreitt,
legði reiðarin afturat og
vísti til eina roynd at selja
skipið til Grønlands fyri 12
árum síðani; tá kom trolar-
in nevniliga retur.
– Enki bendir á at tað før-
oyska felagið sum keypir
skipið hesuferð er í líkn-
andi støðu fíggjarliga sum
tann grønlendski keyparin á
sinni, men sum sagt er alt
ikki endaliga avgreitt enn.
Skipið hevur ikki kastað av
sær teir heilt stóru pengarn-
ar men tað hevur staðið seg,
og givið 28 arbeiðspláss.
Okkara vón er at ar-beiðs-
plássini verða varðveitt hjá
tí reiðarínum sum keypir
skipið.
Ljósafelli hevur millum
annað roynt eftir svartkalva
við Flemish Cap og konga-
fiski í Irmingarhavinum
hesi seinastu árini. Fiski-
skapurin
hevur
verið
hampiligur, hóast Flemish
Cap gav óvæntað lítið í ár.
Trolarin hevur einans fiski-
loyvi uttan fyri tað føroyska
200 fjórðinga fiskimarkið
men hevur tó klárað seg,
millum annað við hjálp av
kvotu frá hinum skipinum
hjá Mortan Johannesen,
Enniberg.
– Tær mest attraktivu
leiðirnar eru ofta tær ið
liggja innan fyri okkara 200
fjórðingar; men sæð út frá
at Ljósafelli einans hevur
havt fiskiloyvi uttan fyri
markið, so má sigast at
hann hevur klárað seg
nøkulunda. Nú gav Flemish
Cap óvanliga lítið í ár av
onkrari orsøk men fiskarí
er ofta ójavnt frá einum ári
til annað.
Spurdur um orsøkina til
at Ljósafelli nú verður
seldur,
svaraði
Mortan
Johannesen óbeinleiðis at
tað hevur við aldur og
arbeiðsbyrðu at gera.
– Nú hava vit Enniberg í
forvegin at hugsa um og tá
man er blivin 67 ár, so…
Tað er hóast alt avmarkað
hvussu nógv man orkar at
hava um hendi.
Ljósafelli til sølu
Tað bendir tann vegin, at Ljósafelli fer at skifta eigarar, men skipið verður framvegis á føroyskum
hondum
C
M
Y
K
3
2