týsdagur 26. apríl 2016síða 38
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. apríl 2016 · Nr. 48
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Tríggjar dagar eftir dramatiska
steypadystin hittast TB og NSÍ
longu seinnapartin í dag aftur
við Stórá í Trongisvági. Hinir fýra
dystirnir í áttanda umfari verða
spældir í morgin. Tey, sum hava
skil fyri víld og fyritreytum fyri
optimalum ítróttarligum avrikum,
siga, at tað skulu fýra samdøgur til,
áðrenn spælarar eru fullbirgir til
nýggja avbjóðing.
Út frá hesum ber til at siga, at
teir í TB og NSÍ eru ikki komnir
seg heilt eftir steypadramatikkin
sunnudagin, tá ið teir longu klokk
an 16 í dag fara at ynskja hvørjum
øðrum væl aftur komnum á vøllin
í Trongisvági. Tá ið hini átta liðini
fara at spæla í áttanda umfari í
morgin, eiga spælararnir at vera
væl fyri, um tað er farið rætt fram
í hvíld og venjing fýra tey síðstu
samdøgrini.
At fáa spælararnar at koma fyri
seg aftur undan níggjunda umfari
verður størri avbjóðing hjá teimum,
sum skulu spæla í morgin, enn tað
verður hjá teimum, sum skulu
spæla í dag. Men tað verður stór
avbjóðing hjá øllum, tí tað verður
tyngri hvørja ferð, tá ið tað er so
stutt millum nógv umfør, sum tað
hevur verið síðstu vikurnar, og sum
tað aftur er frá áttanda og fram til
níggjunda umfar.
Í Eysturoy og Klaksvík hevur tað
verið avbjóðing at hildið dampin
uppi seinastu dagarnar. Kavi liggur
á vøllunum í Klaksvík, Fuglafirði,
Gøtu, Runavík, Toftum og Skála. Í
Gundadali, á Argjum og í Trongis
vági hevur tað ikki bilað.
Klæmint verður
fremsti maður
TB - NSÍ RÚNI GAARDBO
mikudagin kl. 16.00
Tað er ikki so ofta, at tað bara eru
tríggir dagar ímillum, at tvey lið í
bestu deildini hittast í týdningar
miklum uppgerðum. Soleiðis verður
tað í dag við Stórá í Trongisvági.
Sunnudagin vann NSÍ dramatiska
uppgerð í steypakappingini 2-1, og í
dag er tað í landskappingini, at TB
og NSÍ hittast.
NSÍ liðformaðurin, Klæmint
A. Olsen, var stóri maðurin, tá ið
hann fram ímóti dystarenda bjarg
aði brotssparki og harvið 2-1 NSÍ
sigrinum, og at tað var neyðugt við
longdari leiktíð.
NSÍ ferðalagið skuldi fara suður
klokkan 8.30 í morgun:
– Vit vandu seinnapartin mána
dagin og aftur í gjárkvøldið. Tá tað
er so stutt millum dystirnar, so er
neyðugt at brúka allar spælararnar.
Í dag verður liðið øðrvísi mannað,
enn tað var sunnudagin. Símun
Rógvi Hansen er leikbannaður, og
Karsten Hansen verður málverji.
Hóast hann er 18 ára gamal og
ongantíð hevur vart málið á besta
liðnum, so hava vit stórt álit á hon
um. Hann er evnaríkur og hevur
spælt 58 dystir í næstbestu deildini,
sigur NSÍ liðformaðurin Klæmint
A. Olsen.
Fert tú í málið at standa, um
hann verður noyddur at fara av
vøllinum?
– Vit hava 17 ára gamla Eli
Joensen við sum eykamálverji, so
tað verður hann, sum fer í málið,
um ikki allar útskiftingarnar eru
gjørdar, sigur Klæmint A. Olsen.
Toppskjúttin verður fremsti
maður, og eisini Árni Frederiksberg
og Petur Knudsen vera við frá
fyrsta bríksli.
TB skal reisa seg eftir trý vón
brot. Umframt steypatapið sunnu
dagin 2-1 tapið í Sarpugerði, tá ið TB
spældi væl og so stóra vónbrotið,
sum tað var at tapa 3-0 á heimavølli
ímóti ÍF. Tað kemur illa við, at lið
formaðurin Rógvi Joensen, sum
hevur skorað tvey av treimum
TB málum í landskappingini, er
burturstaddur.
Pílarnir peika rætta vegin
VÍKINGUR - KÍ EILER RASMUSSEN
hósdagin kl. 18.00
Tað eru tvey lið, sum síðstu vikur
nar hava vunnið góða úrtøku, ið
hittast í Sarpugerði. Víkingur hevur
framvegis ikki tapt í landskapping
ini. Tríggir landskappingardystir á
heimavølli eru vunnir við samlaða
málmuninum 10-2, og sunnudagin
eydnaðist tað at vinna steypa
dystin á Vágseiði.
Víkinga liðið verður øðrvísi
mannað í morgin, tí tá vardi Elias
Rasmussen
málið,
Hans
Pauli
Samuelsen var ikki við í Vági, og
Gert Hansen, Bárður J. Hansen,
Andreas Lava Olsen og Heðin
Hansen vóru ikki millum teir fyrstu
ellivu.
KÍ hevur ikki tapt fimm tær
seinastu ferðirnar. Í landskapp
ingini hevur tað tó kostað stig, at
tað tvær tær seinastu ferðirnar er
endað javnt – á Argjum og á heima
vølli ímóti B36.
Tølini siga, at sannlíkið fyri
javnleiki er stórt í morgin. Báðir
dystirnir í fjør og tann í fyrraárið
í Sarpugerði endaðu javnir. Síðsti
KÍ sigurin í Gøtu var í 2012 (1-0) og
Víkingur vann 3-0 í 2013.
KÍ var sunnudagin í 4-4-2 skipan
í Fuglafirði. Jóannes Bjartalíð var
FÓTBÓLTUR Síðstu árini hevur B36 havt takið
á grannunum fyri norðan, sum hava vunnið
fýra av nítjan teimum seinastu ferðunum,
grannarnir hava stríðst í landskappingini
Upptakt
Ikki við:
Robert Heðin Brockie
(langtíðarskaddur, knæið)
Hanus Thorleifsson
(knæskaði, 3-4 vikur)
Alex Mellemgaard
(lærkrikin, óvist)
Sebastian Pingel
(knæskaði, 4-6 vikur)
Ikki við:
Arnbjørn Hansen
(knæið, langtíðarskaddur)
Ikki við:
Hans Jørgen Djurhuus
(Ryggskaði, ógreitt)
Hanus Jacobsen
(Fipurspreinging, 4 vikur)
Ikki við: Símun R. Hansen (leikb.)
Einar Tróndargjógv (burturst.)
Jann Martin Mortensen
(fipurspr.), (Haraldur R. Højgaard
(mjødnin), Andras Frederiksberg
(lærkrikin). Ivasamur:
Nicolaj Køhlert (knæskaði)
Við aftur:
Jens Joensen (eftir leikbann)
Ikki við:
Albert Róin Johannesen
(Beklað fótin, 1 vika),
Niklas Poulsen
(Liðband í økslini, 2-3 vikur)
Ivasamur: Ivan Joensen (Baklær)
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
VÍKINGUR
NSÍ
B68
HB VINNUR
FJÓRÐU
HVØRJA FERÐ