Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-26, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. apríl 2016síða 39

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 27. apríl 2016 · Nr. 48 undir liðini á Páll A. Klettskarð í álop­inum. Tað kann ikki sigast ann­að, enn at tað riggaði væl, tí Páll skor­aði eitt mál og Jóannes skor­aði tvey mál. Hetta verður fyrsta ferð­ in, at Súni Olsen í bláu og hvítu troyggj­uni fer at royna seg ímóti gomlu lið­feløgunum. Sunnudagin skor­aði hann rimmar mál við lang­ skoti. Svongdin stór á Svangaskarði B68 - ÍF DAGFINN FORNÁ hósdagin kl. 19.00 Á middegi í gjár bórust tíðindini um, at ÍF venjarin Jógvan Martin Olsen hevur sagt seg úr starvi. Har­ við var neyðugt at broyta søguna, sum snúði seg um venjaran í Fugla­ firði, sum býr mest sum á Svanga­ skarði og sum starvast sum um­ sjónar­maður hjá kommununi og har eitt av arbeiðsplássunum er Svanga­skarð. Sonurin, André Olsen, er ein av spælarunum í B68, sum Jógvan Martin í síni tíð var við til at vinna trý FM heiti við – í 1984, 1985 og 1992. Nú verður Jógvan Martin ikki á ÍF beinkinum. Tá ið hesar reglurnar vórðu skrivaðar, var tað ikki greitt, um tað verður hjálparvenjarin Jákup Mikkelsen ella onkur ann­ar, sum fer at hava ábyrgdina í annað­ kvøld. Tølini siga, at tað er felags fyri báðar partar í oyggjauppgerðini, at verjuparturin ikki hevur verið sann­førandi. Átjan mál eru farin ígjøgn­um hjá ÍF og sekstan hjá B68, og leik­ligu avrikini hava ikki verið sann­førandi. B68 hevur ikki vunnið á heima­ vølli ímóti ÍF síðani í 2010, tá ið úrs­ litið var 1-0 í øðrum dystinum, og hin endaði 3-3. Síðani tá hevur ÍF vunn­ið tríggjar ferðir á Toftum, og tveir dystir eru endaðir javnir – tann síðsti 1-1 í 2014. HB vinnur fjórðu hvørja ferð B36 - HB LARS MÜLLER hósdagin kl. 18.00 Tað var tann tíð, tá ið HB mest sum hvørja ferð vann lands­kappingar­ dystirnar ímóti B36, sum altíð var undirtippað í grannauppgerðunum, og sum bara hendinga ferð megnaði at arga stórabeiggja. Nú er vent í holuni. Bæði lið­ini í Gundadali verða roknað at vera FM favorittar. Tí er talan um lykla­ upp­gerð, tá ið B36 og HB hittast hós­kvøldið. – Talan er mest sum hvørja ferð um tættar uppgerðir. Royndirnar siga, at tað ofta endar javnt ella at tað lið­ið, sum vísir størri vilja og treiskni og arbeiðir meiri, vinnur, og soleiðis rokni eg við, at tað eis­ ini verður hesaferð. Eingin ivi skal vera um, at vit ætla okkum at vinna, og at vit ikki tola at tapa, sigur B36 venjarin Eyðun Klakstein. Meðan allir B36 spælararnir, sum eru tøkir – uttan Jákup á Borg – vóru við í steyasigrinum á Argjum sunnu­dagin, so spardi HB nógvar spælarar, tá ið B71 legði rygg til 9-1 tap í Gundadali. Síðani 2008 hava tað verið nítjan grannauppgerðir í landskappingini í Gundadali. B36 hevur vunnið níggju, HB hevur vunnið fimm, og tíggju ferðir er tað endað javnt. – B36 liðið er gott, og tað eru ván­ ir fyri, at tað kann eydnast teim­ um at vinna FM triðja árið á rað. Men vit hava stórt sjálvsálit, og vit rokna tað fyri sannlíkt, at vit vinna hesa grannauppgerðina, sigur HB venjarin Jan C. Dam. Spæla um strikuna AB - SKÁLA PETUR REINERT hósdagin kl. 18.00 AB bíðar framvegis eftir fyrsta sigr­inum. Fýra javnleikir – íroknað tríggjar tær seinsatu ferðirnar í lands­kappingini – bera við sær, at argja­menn fram­vegis eru undir niður­flytingar­strikuni. Ein av lykla­ upp­gerð­unum í strembanini at vinna fyri fyrstu ferð og harvið at lyfta liðið upp um strikuna verður í morgin, tá ið Skála verður gestur á Argjum. Í favorittsigrinum ímóti Undrið FF í steypakappingini sunnu­ kvøld­ið spardi Skála Paula G. Hansen, sum ikki var við, og Álvur F. Christian­sen og Edvin Jacobsen vóru á beinkinum. AB spældi við sterkastu mann­ ing ímóti B36. joannes@sosialurin.fo Ikki við: Mayowa Alli (skaddur í baklærinum) Burturstaddur: Atli Danielsen Ikki við: Poul Nolsøe Mikkelsen (knæskaddur fyribils í tvær vikur) og Gunnar Christiansen (burturstaddur) Ikki við: Gert Drangastein (slitið hælsinuna), Andri Freyr Bjørnsson (knæið), Gunnar Haraldsen (knæið), Martin Midjord (burturstaddur) Við aftur: Karstin Højgaard (spardur síðst) og Sandri Færø (sjúkur í farnu viku), Rasmus Dan Sørensen (tøkur aftur eftir skaða) Ikki við: Rógvi Joensen (burturstaddur) Ivasamir: Teitur Justinussen, Carl Bech, Eirikur Magnusarson og Absalon Eliasen Allir mans tøkir KÍ ÍF AB TB SKÁLA 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 Besta deildin støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 HB 7 5 2 0 12 4 +8 17 2 Víkingur 7 4 3 0 18 8 +10 15 3 B36 7 4 2 1 14 6 +8 14 4 NSÍ 7 4 0 3 19 10 +9 12 5 KÍ 7 3 2 2 12 9 +3 11 6 ÍF 7 2 2 3 10 18 -8 8 7 TB 7 1 2 4 3 8 -5 5 8 Skála 7 1 2 4 4 13 -9 5 9 AB 7 0 4 3 5 8 -3 4 10 B68 7 0 3 4 3 16 -13 3 1 = Heimasigur X = javnleikur 2 = Útisigur TB - NSÍ HB - B36 Víkingur - KÍ AB - Skála B68 - ÍF KENDI TIPPARIN Sjúrður Skaale Fólkatingslimur fyri javnarflokkin Kendi tipparin hesaferð: Seinast tippari formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal Hann rakti tríggjar rættar av fimm. Høgni Hoydal væntaði sigrar til Víking og HB, meðan hann væntaði javnleik í Fuglafirði. Teir tríggir gingu heim. Høgni Hoydal tippaði: Víkingur - TB 1 (2-1), HB - B68 1 (1-0), ÍF - Skála x (2-2), AB - KÍ 2 (1-1) og B36 - NSÍ x (3-1)