týsdagur 26. apríl 2016síða 52
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 17 • 25. APRÍL 2016
12
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Bilar
N
ýggi Toyota RAV4 er nú komin
sum hybridbilur og koyrir 20
km/l við bensin- og elmotori.
Tá Toyota fyri meira enn 20 árum
síðan kom á marknaðin við sínum
fyrsta RAV4, var tað startskotið til ein
heilt nýggjan bilklassa. Talan er um
lættar SUV, ið eru høgir frá vegnum
og sum síggja út sum jeepar.
Umframt at nýggi RAV4 fæst í
bensin- og dieselútgávum, fæst hann
eisini sum hybridbilur. Hybridkonseptið
virkar soleiðis, at bensinmotorurin og
el-motorurin supplera hvønn annan,
og syrgja fyri at bilurin altíð koyrir
optimalt, bæði hvat kraft, økonomi
og umhvørvisvernd viðvíkur.
Tøkniliga
samansetingin
av
bensinmotori, elmotori og trinleysum
CVT-girkassa ger RAV4 til tann heilt
optimala bilin hvat komforti, økonomi
og dálking viðvíkur. Hann hevur 2,5
litra bensinmotor og koyrir frá 0-100
km/t upp á 8,7 sekund, og toppferðin
er 180 km/t. Bensinnýtslan er 20,
km/l við blandaðari koyring.
RAV4 Hybrid fæst bæði sum
forhjólsdrivin og sum 4-hjólsdrivin.
Tá hann er 4-hjólsdrivin er verða
bakhjólini einans drivnin av einum
eyka elmotori, so har er eingin gardan
aksil frá motorinum. Hann kann draga
ein viðfestisvogn upp til 1.650 kg.
Bilurin hevur elektroniska start/
stop skipan, t.v.s. at tá bilurin stendur
stillur, steðga motorarnir og starta
aftur, tá bilførarin traðkar á spitaran.
Í vanligari býkoyring gongur tað full
komiliga ljóðleyst fyri seg, og dálk
ingin er eingin, tá bilurin bert koyrir
við el-motorinum. RAV4 kostar úr
356.850, meðan tann bíligasti Hybrid
4x4 kostar 442.850.
RAV4 er ein koyriuppliving í ser
klassa. Bilurin kann síggjast og royn
ast hjá Reyni Service.
Toyota RAV4
sum hybridbilur