Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-26, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. apríl 2016síða 56

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 17 • 25. APRÍL 2016 16 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Bilar S uzuki Celerio er ein sera væl umtóktur bilur í Danmark, har meira enn 3.000 Celerio vórðu seldir longu fyrsta árið. Eisini her hjá okkum hevur hann víst sínar dygdir. Celerio er ein hatchback við fimm hurð­um, sum er designaður til evro­ peiska marknaðin. Suzuki eru kendir fyri at duga væl at gera slitsterkar og álítandi bilar. Her er Celerio einki undantak. Talan er um ein bil við fimm hurðum sum standard. Eitt sum hevur verið við til at gjørt Celerio so væl umtóktan, er at hann kann sleipa ein viðfestisvogn upp til 400 kg. Bilurin er liðiliga innrættaður og sera rúmligur við stórari baklúku. Viðførisrúmið er 254 litrar. Designið er smart og aerodynam- iskt við lágari luftmótstøðu. Suzuki Celerio er ein væl útgjørdur bilur við so gott sum allari útgerðini sum standard. Instrumentborðið er einfalt og smart og girstongin situr væl fyri. Kabinan er flott og væl útgjørd. Í mun til aðrar minibilar er nýggi Celerio bæði hægri, breiðari og mun­ andi rúmligari. Koyrieginleikarnir eru fult á hædd við tað, vit kunnu vænta av einum nútímans bili til evropeiska marknaðin. Celerio er sera økonomiskur við Dualjet bensinmotori, sum koyrir heilt upp til 27,8 km/l og CO2 útlátið er einans 84 gr/pr.km, sum má sigast at vera flott. Orsøkin er Dualjet skipanin, sum er nýggjasta økonomi tøknin hjá Suzuki. Suzuki Celerio er bæði bíligur, praktiskur, økonomiskur og rúmligur. Eginleikar sum gera Celerio til tann mest praktiska bilin í sínum klassa. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Berg Motors. Rúmligur familjubilur við stórum avslátti N ú ber til at ogna sær ein rúm­ ligan bil til alla familjuna fyri ein bíligan penga. Talan er um nýggjar Fiat 500X, sum verða seldir við munandi avslátti hjá Nordcar. Fiat 500X er ein MPV bæði hvat plássi og innrætting viðvíkur. Gott bein­pláss er bæði aftan og framman. Innrættingin er liðilig við nógvum smart­um detaljum. Instrumentborðið er í stíl við vanliga Fiat 500, men hesin er nógv betri útgjørdur. Hesir bilarnir eru útgjørdur við 17” alufelgum, fartpiloti, klimaanleggi, el­ rútum aftan og framman, U-Connect radio við 5” tuchschreen, bluetooth, tokuljósum, kølirúmi, TMPS-dekk- trýst­vísara, síðuspeglum við hita, elektr­iskari hondbremsu v.m. Bensinmotorurin er ein 1,6 við 110 hk, og bilurin koyrir 16,7 km/l. Vanligur prísur á bilinum er 269.000, men hesir verða seldir við 70.000 í avslátti. Gordon Rajani, stjóri í Nordcar, sigur, at hetta er eitt sera gott tilboð til tey sum ynskja sær ein rúmligan familju­bil fyri ein bíligan penga. Fiat 500X er ein 5-persónabilur við flott­ um og smartum designi og góð­um koyri­eginleikum. Minibilur við nógvum eginleikum