týsdagur 26. apríl 2016síða 58
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 17 • 25. APRÍL 2016
18
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Bilar
Í
sambandi við at hetta er tíðin, tá
skift verður til summardekk, bjóðar
First Stop ein hóp av góðum dekk
tilboðum.
– Dekkini eru einasta samband
bilurin hevur við vegin, tí er tað av
stórum týdningi at hava góð dekk. Her
hjá okkum er nógv regn, og vegirnir
eru vátir. Tá hevur tað enn størri týdn-
ing, at dekkini eru góð.
– Hjá First Stop eru vit dekkser
frøðingar. Við okkara royndum, vitan
og ráðgeving finna vit altíð røttu
dekkini, ið hóska til bilin og tína koyr-
ing, sigur Fríðrikur Bláhamar stjóri hjá
First Stop í Føroyum.
First Stop er eitt net av pro-
fessionellum sølubúðum, ið eru
stuðlaðar av Bridgestone. Talan er
um sjálvstøðugar dekksølur, sum
bjóða tænastu á sera høgum støði.
Bæði privat- og vinnukundar fáa ráð
geving um dekk, bilrøkt og billutir frá
royndum sølufólki.
First Stop Atlantic hevur alt, ið
hevur við hjólini á bilum at gera so
sum dekk, felgur, balansering, sporing
umframt aðrar smærri mekaniskar
umvælingar. Umframt Bridgestone
og Firestone selur FirstStop Atlantic
eisini dekk av slagnum Dayton. Talan
er altíð um kvalitetsdekk til kapp-
ingarføran prís.
First Stop Atlantic bjóðar eisini
ein fullfíggjaðan tænastupakka, har
olja og filtur verða skift og bilurin
verður kannaður frá A til Z. Alt verður
gjøgnumgingið sum t.d. viskarar,
sprinklaraløgur, bremsiveska, kølara
veska, battarí, dekkslit, dekktrýst,
lyktir, útstoyt, róðurgreiðir, fjaðrar og
stoytdoyvarar.
Rustviðgerð og sand
blásing av bilum
F
øroya Oljusøla víðkar nú sítt
virksemi til eisini at rustviðgera
bilar. Tað er Regin við Skipá, sum
stendur fyri Mercasol rustviðgerðini.
Regin hevur verið á teoretiskum og
praktiskum skeiði hjá Mercasol í Norra,
og verður hann javnan dagførdur við tí
nýggjasta frá Mercasol.
Rustviðgerðin gongur fyri seg
á tann hátt, at tá bilurin kemur inn,
verður hann trýstreinsaður og síðan
turkaður. Um rustur er at síggja undir
botninum, verður kundin kontaktaður
og avtala gjørd um at bilurin skal
sandblásast, har sum rusturin er.
Hetta gevur eina serliga trygd fyri at
rustviðgerðin heldur.
Mercasol verður framleitt í Svøríki
og verður nýtt í bilaídnaðinum,
maskinídnaðinum og í offshore vinn
uni. Mercasol produktini eru góðkend
eftir svenskum og finskum stand
ardi. Talan er um ein standard, sum
verður nýttur til rustviðgerðir í øllum
norðurlondum. Rustverjan verður
kannað fyri t.d. kulda- og hitaegin-
leikar, hvussu hon sampakkar við
fabriksrustverjuna á bilinum eins og
onnur rustverjuprodukt. Eisini verður
kannað hvussu slitsterk rustverjan er.
Fyrimunirnir Mercasol eru t.d.
minni nýtsla av upploysingarevni,
næstan luktfrítt, dálkar minni, slit
sterkari, ljóðdoyvandi og longri livitíð
og lættari at eftirviðgera.
Norsk Antirustforening
Føroya Oljusøla er limur í Norsk
Antirustforening, ið er ein felags
skapur, sum brúkar skandinaviskar
framferðarháttir og antirustproduktir.
Felagsskapurin er tann størsti av
sínum slag í Norra.
Tað eru Marner og Eyðbjørn við
Skipá, sum eiga og reka Sp/f Før
oya Oljusølu, ið er ein fyritøka, sum
seinastu mongu árini hevur selt
smyrjuolju til persón- og lastbilar,
bátar, motorsúkklur, traktorar og
sláimaskinur. Ein tænasta hjá Føroya
Oljusølu er at skifta olju á bilum.
Føroya Oljusøla selur motoroljur,
gearoljur, hydralikoljur, feitt, sprinkl
aravesku, sápur og avfeittarar til øll
endamál. Fyritøkan umboðar t.d.
Champion, Pennzoil, Americol sápu,
Adblue, Mercasol og Eurol.
Rustviðgerðin er í Mykinesgøtu 3,
har sum Nordtrukk og KJ-Hydraulikk
hava hildið til.
Vit hava røttu summardekkini
Marner við Skipá frá Føroya Oljusølu við bygningin í Mykinesgøtu
Regin við Skipá stendur fyri Mercasol rustviðgerðini hjá Føroya Oljusølu
Manningin á First Stop klár til at
skifta dekk f.v.: Kristoffur Nielsen,
Tróndur Johannesen, Fríðrikur
Bláhamar og Hans Kristian á Plógv