Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. september 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 166 - 2. september 2004 Nr. 166 - 2. september 2004 9 Komandi vikuskiftið verður nýggi salurin hjá samkomuni Keldan í Skálabotni tikin í nýtslu. Eitt ódnartak má sigast, tí virðið í bygninginum nú hann stendur liðugur, er ikki minni enn 15 milliónir. Kortini er ongin skuld. Eitt Guds und- ur, sigur samkomu- leiðarin, Pauli Høj NÝBYGNINGUR Myndir: Jens K. Vang Tekstur: Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Skálabotnur: Keldan hevur longi havt plásstrot í gamla sali, sum stendur stutt frá nýggja salinum. Gamli salur hevur bert 150 stólar, og sam- koman 300 limir. Men tað verður ikki ein trupulleiki longur, tí í nýggja sali eru ikki færri enn 800 stólar. Hetta síggja tey í Skála- botni tó ikki sum ov mikið, tí Keldan er ein samkoma í vøkstri. Seinastu tvey ella trý árini er talið á sam- komulim økt úr um 150 upp í 300. Samkomuleiðarin Pauli Høj greiðir frá, at mangan hevur tað verið alt ov trongligt í gamla sali, og tá avmarkingin er pláss, so ber illa til hjá einari sam- komu at mennast. – Men nú verður øðrvísi. Nú er ov mikið av plássi, so nú fara fólk at koma, væntar hann. Ljóðgóðska í topp Tá ein trínur inn í nýggja salin, er tað nærum sum at trína inn í eitt studio ella rættari eina velduga kon- serthøll. Himmalhøgt til loftið, og bara við at lurta eftir tosinum og hurrinum frá ymiskum maskinum, fær ein ta fatan, at aku- stikkurin er avbera góður. Stórur dentur er lagdur á ljóð og ljósgóðskuna. Yvir- høvur sást á øllum brøgdum, at hetta er ein vælgjøgnumførd verk- ætlan, har ongin slingur er í valsinum. Miksipulturin er ein av teimum størstu í Føroyum, og prísurin fyri bara hann, skuldi borgað fyri góðsku. Góðar 150.000 krónur. Alt í alt kostaði ljóðanleggið í nýggja salinum 1,1 millión krónur. Pauli Høj sigur, at tey við vilja hava lagt so nógv í at fáa so góða tøkniliga út- gerð, sum til ber, tí tey vilja náa ungdómin við teirra boðskapi eisini. – Ungdómurin er kræsin í dag. Tey vilja hava góðsku, tá tey eru til fram- førslur, konsertir ella hvat tað nú skal vera. Her hava vit í øllum førum tryggjað okkum, at tað sum fer fram á pallinum væl og virðiliga kann náa út til ein ungan skara, sigur hann og leggur afturat, at samkoman held- ur, at teirra boðskapur er tann besti, sum er til. Og tí skal hann koma út undir bestu umstøðum. Afturat prísinum á ljóð- anlegginum kemur so ljósútgerðin. Ein ørgrynna av ljós- kastarum hanga uppi undir loftinum. Eisini hava tey útvegað sær roykútgerð, so tað er ikki torført at ímynda sær, at ein framførsla kund- ið verðið serstakliga flott. Ongin skuld Nú fyrsta av trimum byggi- stigum stendur liðugt, er tað ótrúligt at hugsa sær, at samkoman so gott sum onga skuld hevur. – Alt er fíggjað av sam- komulimum, sum hava goldið inn til samkomuna seinastu árini. Tað var bara líka nú í síðstuni, at vit tóku eitt lítið lán fyri ikki at hava nakað útistandandi við veitarar, nú alt stendur liðugt, greiðir Pauli frá. Sjey milliónir hevur sam- koman goldið til dagin í dag, og eru tað bert pengar, sum eru komnir frá sam- komulimum. So gott sum alt arbeiðið hevur verið sjálvboðið. Menn í sam- komuni hava smíðað og arbeitt eftir arbeiðstíð, og nógvir langir leygardagar eru farnir í nýggja salinum. Pauli sjálvur hevur eisini verið verkætlanarleiðari. – Vit hava sum sagt goldið sjey milliónir, men virðið í bygninginum er 15, so ein kann gott siga, at vit hava fingið hann fyri hálvan prís, soleiðis sum vit hava valt at gera tað, sigur samkomuleiðarin. Pauli metir, at okkurt um fimm % av arbeiðinum hevur verið lønt. Hann dylir ikki fyri, at tað er ótrúligt, at ein so lítil sam- koma skal megna at taka eitt slíkt tak. – Ein kann siga, at menn- iskjasliga ber hetta ikki til, men vit hava sæð Guds hond í hesum, og tí er hetta onki minni enn eitt Guds undur, sigur hann. Vælvild Nógv tos gekk serliga um í fyrstuni, hvussu verkætlan- in bleiv fíggjað. Pauli sigur, at hann hoyrdi sjálvur nógvar stuttligar søgur. Til dømis at útlendskir fíggj- arar vóru inni í myndini. Onkur fólk vóru eisini kanska nakað skeptisk, men sum tíðin leið, og tey sóu, at hetta bar til, broyttist hugburðurin. – Fólk hava sum heild verið sera positiv. Vit hava eisini møtt vælvild alla- staðni. Bæði frá handlum, fyritøkum og øðrum veitar- um, greiðir hann frá. Men hann undirstrikar, at hetta hevði ikki borið til uttan innsatsin og saman- haldið í samkomuni. Og hann sær eisini hetta, sum tað berandi framyvir. Spurdur um, hvussu raksturin av salinum skal fíggjast framyvir, greiðir Pauli frá, at samkomulimir hava í nøkur ár sjálvboðin goldið eina upphædd um mánaðin til samkomuna. – Seinastu fýra ella fimm árini hava vit fingið okkurt um 150.000 krónur inn um mánaðin frá limum, ið hava goldið, sigur hann. Trý byggistig Sjálvur salurin er fyrsta byggistigið av trimum. Við síðuna av bygninginum standa skapilsini av tveim- um øðrum bygningum. Hesi eru ávíkavist annað og triðja byggistig. Annað byggistig er ein kaffistova, sum kemur at vera í bygninginum, sum samantvinnar teir báðar stóru. Triðja byggistig er so tann størsti bygningurin, sum eisini verður kallaður skúlabygningurin. Hesin bygningurin verður í fýra hæddum, og Pauli greiðir frá, at soleiðis fer tað at bera til hjá teimum at ar- beiða í stigum fram ímóti at fáa alla verkætlanina lidna. – Vit vilja fara so varð- liga fram sum gjørligt, tí slagorðið hjá okkum er, at vit ikki vilja seta okkum í ovurhondsstóra skuld, sigur hann. Skúlabygningurin skal í fyrstu atløgu nýtast til aktivitetir av ymsum slagi fyri børn. Tey hava hugsað um at gera kømur á ovastu hædd, so fólk eisini kunnu gista har. Havið verða møguleikarnir fyri legum eisini munandi betur. Frískúli Pauli noktar heldur ikki fyri, at samkoman umhugs- ar ein frískúla, men tann ætlanin liggur enn ikki so frammarlaga í huganum kortini. – Vit hava fleiri lærarar í samkomuni, so tað hevði borið væl til, men nú fáa vit at síggja sigur Pauli, meðan gingið verður yvir í gamla sal. Samkoman eigur gamla salin, men ongin ítøkilig ætlan er um at selja hann beinanvegin. Tá hendan nýggja verkætlanin av álv- ara fór í gongd fyri trimum árum síðani, var ein skuld í gamla sali upp á 300.000 krónur. Hendan skuldin varð goldin niður skjótt, og so byrjaði tann ovur-honds- stóra innsavningin í sam- komuni til nýggja sal. Pauli Høj metir, at tað skuldi verðið ein møguleiki fyri, at øll verkætlanin stendur liðug um eini trý ella fýra ár. Komandi vikuskiftið verður so innvígsluveitlsan. Møtir, framførslur og ann- að verða á skránni alt vikuskiftið. – Vit hava valt ikki at hava bara tað eina møti, tí vit vænta nógv fólk. Tí spjaða vit innvígsluveitsl- una yvir alt vikuskiftið, sigur Pauli Høj, samkomu- leiðari í Kelduni og leggur at enda afturat, at øll eru hjartaliga vælkomin. Vellandi kelduvað Pauli Høj, samkomuleiðari í Kelduni, sigur, at tað veldur eitt øgiligt nøgdsemi og ein stór gleði í samkomuni, nú stásiligi salurin er liðugur Trý byggistig. Uttast til vinstru nýggi salurin hjá Kelduni. Bygningurin í millum er ætlaður til kaffistovu, meðan tann stóri til høgru er tann sokallaði skúlabygningurin Ljóðpulturin, sum kostaði góðar 150.000 krónur man vera ein tann størsti í landinum Eitt serligt ljóðtætt rúm er gjørt inni í salinum, har mammur, sum geva smábørnum til dømis kunnu sita við teimum uttan at skula hugsa um, at tað kanska órógvar úti í salinum. Rútar eru í hølinum og inni í tí hanga hátalarar, so man kann hoyra tað, sum gongur fyri seg í salinum Noomi ansar eftir Signari, meðan foreldrini rokast við at fáa tað seinasta frá hondini í salinum Uttanfyri verður arbeitt av allari megi at fáa parkeringsum- støðurnar so góðar sum gjørligt áðrenn vikuskiftið C M Y K 9 8