Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. september 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 166 - 2. september 2004 Nr. 166 - 2. september 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Dagurin 2. september. Elisa, profeturin sum kongabøkurnar í Gamla testamenti vita at greiða frá. Í gomlum álmanakkum var navnið skrivað Eliseus, sum kemur av latínska bíbliutýðingini Vulgata. Eliseus hevur verið brúkt sum mansnavn í Føroyum. Navnið merkir Guð hevur hjálpt, ella Jahve er Guð mín. Elinborg Johannesen, Tórshavn: 45 ára starvsdag hjá Tryggingarfelagnum Føroyar 1. september 2004 vóru liðin 45 ár síðan Elinborg Johannesen í Havn byrjaði sum skrivstovunæmingur hjá Tryggingarsambandin- um Føroyar. Tryggingarsambandið var tá stutt frammanundan flutt frá Tinganesi yvir á Kongabrúnna. Elinborg arbeiddi í mong ár við bil- og á sjóvátrygg- ing. Nú er hon á vinnu- deildini. Tá hon byrjaði í 1959 vóru einans 9 starvsfólk í felagnum við stjóranum, í dag eru tey langt yvir 100. Alt arbeið varð gjørt manuelt, ongar kopimask- inur vóru. Einans skrivi- maskinur og kalkerpappír. Elinborg hevur arbeitt undir fýra stjórum: Thomas Thomasen, Marius Thoma- sen, Jens Petur Arge, og núverandi stjóranum Gunnar í Liða. Elinborg er 62 ár og ættað úr Kvívík, dóttir Binu, f. Nysted, og Jørgin Danielsen úr Kvívík. Hon er gift við Árna Johannesen, ættaður úr Fuglafirði, tey eiga tveir synir, Jørgin og Kristjan, sum báðir búgva í Havn. Mikudagin 1. september rundaði kendi toftamaðurin Frits Johannesen, bilførari og grótlaðari, tey seksti. Frits er sonur Michael og Onnu Kristinu Johannesen úr Tøðuni á Toftum. Frist er giftur við Vilbjørg av Skála, og eiga tey fýra børn - tríggjar synir og eina dóttur. Sum ungur fór Frits at troyta sjógvin. Hann róði út í Grønlandi í 1960, 1961 og 1962 við bátinum Vaðnum hjá Justinus Hansen á Toftum. Í 1963 og 1966 var hann til fiskiskap við Jógv- an Norði við Jógvan I Olsen á Toftum sum skip- ara. Í 1964 og 1965 róði hann út í Grønlandi við Fiskinum hjá Hanna Høj- gaard í Króki á Toftum. Seinni hevur Frits eisini av og á verið til skips, men síðan 1967 hevur høvuðs- arbeiði hansara verið á landi sum bilførari og grótlaðari. Ì 1967 keypti Frits sær sín fyrsta lastbil við merk- inum Scania frá Rósing Rasmussen í Runavík. Frits hevur gott eyga á Scania- bilunum, og hann hevur bara hildið seg til Scania øll árini. Núverandi bilur, sum er tann fjórði í røðini, er frá 1986. Bilarnir hava altíð verið væl viðfarnir - og týðiliga sæst, at Frits leggur nógv fyri til tess at røkja sín lastbil. Umframt vanliga lastbila- koyring hevur Frits serliga lagt seg eftir at arbeiða sum grótlaðari. Sigast má, at hann hevur sýnt sera gott hegni til hetta arbeið. Alla- staðni, har hann hevur verið, standa garðar hansara sum eitt listarligt prýði fyri eygað, og hann hevur stóra rós uppiborið fyri sítt nær- lagni. Mong stórarbeiði eru eisini gjørd hesi árini: við Føroya Banka á Toftum og í Runavík, við kirkjurnar í Fuglafirði, Leirvík og Glyvrum, við minnisvarðan á Toftum og Æðuvík, við nýggja eldrasambýlið Vest- urskin á Toftum og mong, mong onnur. Tað er altíð hugaligt at koma á tal við Frits, sum altíð veit eina góða søgu - gamla ella nýggja. Við sínum lætta lyndi setur Frits altíð dám á, har hann er staddur. Við hesum fáu orðum fari eg at ynskja tær, skyld- manninum, hjartaliga til- lukku við teimum seksti árunum við bestu ynskjum og Guðs signing. Súni í Hjøllum Í dag, hósdagin 2. septem- ber, verður Kirstin Andre- assen í Havn 80 ár. Kirstin er havnarfólk. Her varð hon fødd, og her hevur hon búð so at siga alla sína tíð. Foreldrini vóru Jóhanna og Jens Christian Guttesen. Hon var úr Skálavík, og hann var havnarmaður. Jens Christiani verður framvegis minstur fyri síni serligu evni at fáast við tónleik. Tey bæði fingu trettan børn. Av teimum komu ellivu undan, og við nútíðar eygum tykist tað heilt ófatuligt, at tað bar teimum til at búleikast í lítlu húsunum við Ting- húsvegin, har tað eisini ofta vóru gestir. Tey ellivu systkini vóru: Jens, Maja, Óli Jógvan, Gunhild, Kirstin, Petur, Leivur, Brynhild, Erling, Ingrid og Gunnar. Jens, Óli Jógvan, Gunhild og Leivur eru farin. Hini búgva øll í Havnini uttan Erling, sum býr í Keypmannahavn. Eftir at hon var liðug í skúlanum, arbeiddi Kirstin í bakarínum hjá Frants, hjá Hans Joensen og í Sápu- húsinum. Áðrenn hon gift- ist var hon eitt skifti í Keypmannahavn og tænti, og fyrst í seksti árunum arbeiddi hon í Radio El, sum William Sloan átti. 22. august í 1949 giftist Kirstin við Leivuri Andre- assen ella Leivuri í Ull- vøruhúsinum í Havnini. Fýra ár eftir, at tey bæði vóru gift, fluttu tey til Keypmannahavnar, sum Leivur sigldi út frá. Tey búðu niðri í trý ár. So fluttu tey aftur til Havnar. Fyrst búðu tey í raðhúsi í Jó- annesar Paturssonargøtu, síðani fluttu tey í Ull- vøruhúsið, har tey búðu í mong ár, og seinastu stóru fjórðings øldina hava tey búð uppi við Plantaguna - í Jústsgøtu. Kirstin og Leivur eiga tvey børn - Maria og Jens, sum bæði búgva í Havnini og arbeiða á Landssjúkra- húsinum. Hon er sjúkra- systir, og hann er lækni. Barnabørnini eru átta, og Kirstin eigur tvey lang- ommubørn. Kirstin var í Ebenezer- kórinum, frá tí hon var blaðung og inntil fyri einum tíggju árum síðani. Hon hevur góða og berandi rødd, og tað finnast fleiri upptøkur, eitt nú hjá Ev- angelisku Røddini, har Kirstin eigur solorøddina. Kirstin hevur altíð verið stak fyrikomandi og smíl- andi. Hon hevur altíð havt gávurnar at seta kulør á, har hon hevur verið. Hon er framúr gestablíð, og henn- ara næstu bera henni, at tey høvdu ikki kunnað ímynd- að sær eina betri ommu. Føðingardagin er opið hús frá klokkan 10 og inntil klokkan 14 hjá Ebbu og Jensi í Javnagøtu. Elsebeth Johannesen, Hoyvík: 25 ára starvsdag hjá Tryggingarfelagnum Føroyar 1. september hevði Else- beth Johannesen í Hoyvík 25 ára starvsdag hjá Trygg- ingarfelagnum Føroyar Elsebeth byrjaði sum skrivstovunæmingur hjá Tryggingarsambandinum Føroyar 1. september 1979. Hon hevur arbeitt í ym- iskum deildum í felagnum, tó mest innan biltryggingar og bilskaðar. Tá hon byrjaði var Mari- us Thomasen stjóri, og Bjartur Dalsgarð var deildarleiðari á bildeildini. Í dag arbeiðir Elsebeth á Roknskapardeildina hjá Tr y g g i n g a r f e l a g n u m Føroyar. Elsebeth er 43 ára gomul og úr Havn, dóttir Hjørdis, f. Petersen, úr Kollafirði, og Hákun Mortensen í Havn. Hon er gift við Hans Martin Johannesen, ættað- ur av Skála, tey eiga fýra børn: Niklas, Hjørdis, Sús- anna og Hákun. Frits Johannesen, Toftir, 60 ár Kirstin Andreassen 80 ár NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Í sambandi 90 ár eru liðin síðan røðarin, skaldið og rithøv- undurin Petur W. Há- berg varð føddur, var skipað fyri almennari kvøldsetu í Ebenezer týskvøldið 31. august Rættuliga nógv fólk vóru savnaði í Ebenezer í Havn týskvøldið í samband við at 90 ár vóru liðin síðan røð- arin, skaldið og rithøvund- urin Petur William Háberg varð føddur. Hann varð føddur í Havn 31. august 1914 og doyði 70 ára gamal 25. oktober 1984. Svenning av Lofti leiddi kvøldið, og hann segði frá ymiskum áhugaverdum um Petur Háberg. Dánjal Poulsen frá Evang- elisku Røddini segði nøkur orð í sambandi við nýggju fløguna, sum ber heitið „Kom, sæla stund", har 19 sangir eru á, sum Petur Há- berg hevði yrkt og týtt. Zacharias Zachariasen frá forlagnum Leikerið í Gøtu, sum hevur givið bøk- urnar hjá Peturi Háberg, Søgur um Sangir 1 og 2, út av nýggjum, segði eisini nøkur orð í hesum sam- bandi. Bæði Dánjal Poulsen og Zacharias Zachariasen, sum kendu Petur Háberg sera væl, hugleiddu eisini um hann. Síðan handaðu teir fyrstu eintøkini av bókini og fløguni til Hjørdis Háberg, konu Petur Háberg, sum var við til kvøldsetuna. Umframt sangkórið í Ebenezer sang eisini kórið í Frelsunarherinum og Finn- ur Hansen sang saman við dóttrini Miriam, og Victor Carlsen sat við flyglið. Eisini luttóku Dupultkvar- tettin, Brita á Váli Smith, og Elin og Ingun, sum eru abbadøtur hjá Peturi Há- berg. Seinasti talari var Páll á Lakjuni í Fuglafirði, greiddi sera livandi frá tíðini, tá hann sum ungur kom til Havnar og bleiv ein partur av undómsarbeið- inum í Bíbliuklassanum hjá Peturi Háberg. 90 ár síðan Petur W. Háberg varð føddur: Kvøldseta við bóka- og fløguútgávu Zacharias Zachariasen frá forlagnum Leirkerið í Gøtu, og Dánjal Poulsen frá Evangelisku Røddini, handaðu Hjørdis Háberg fyrstu eintøkini av ávikavist bókini og fløguni Mynd: Magnus Gunnarsson Hjørdirs Háberg saman við børnunum f.v.: Pætur, Elma, Beinta Erna, Malan og Jógvan Páll Mynd: Magnus Gunnarsson Kórið í Frelsunarherinum sang sangin "Halleluja syngur í mínum hjarta" hjá Peturi Háberg Mynd: Magnus Gunnarsson Kórið í Frelsunarherinum saman við Ebenezerkórinum Mynd: Magnus Gunnarsson Fleiri í familjuni hjá Peturi Háberg, fremra rað, f.v.: Knút Háberg, beiggi Petur, Elma Johansen og mamman, Hjørdis Háberg, versonurin, Ejler Jacobsen, og Erna Háberg Hansen, dóttir Petur Mynd: Magnus Gunnarsson Finnur Hansen saman við dóttrini Miriam sungu sangin "Eg sum ein ferðamaður" Mynd: Magnus Gunnarsson C M Y K 13 12