Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, Tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskifti redaktørur Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 20. mai 2016 Tingfólk skulu skilja, at tey eru ikki fólksins harrar – men fólksins tænarar Í dag fara formenninir í flokkunum á tingi at seta seg saman at tosa um pen­sjóns­við­ur­ skift­ini hjá tingfólki. Tað er Páll á Reynatúgvu, løgtings­for­ mað­ur, sum hevur kallað formenninar til fund­ar. Vit hava so mangan víst á tað sera ó­rímu­liga í, at politikarar taka sær fram­í­hjá­ rætt­indi, sum aðrir borgarar ikki hava. Tað hevur løgtingið gjørt við at áseta ting­fólki og landsstýrisfólki fullkomiliga vit­leys­ar pensjónsskipanir, sum kosta skatta­borg­ar­ unum tíggjutals milliónir um árið. Eing­in hevur tamarhald á, hvussu stórar út­reiðsl­ ur­nar verða í framtíðini, tí løgtingið hevur bund­ið lands­kassan at rinda, líkamikið hvussu stór upphæddin verður. Eitt tingfólk kann upp á 16 ár vinna sær fulla pen­sjón, sum vanlig fólk skulu brúka 37 ár at upp­tjena sær. Ikki nóg mikið við tí. Ting­fólk kunnu fara frá, tá tey eru 60 ár við full­ari pen­sjón, meðan vanlig fólk mugu bíða til tey eru 67 – sum helst verður hækk­ að til 68 ella 70 um stutta tíð. Tí er tað hamrandi órímuligt, um løg­ting­ ið ikki tekur pen­sjónsfriðingina av tingfólki úr gildi. Tað gjørdi undanfarna løgting við lands­ stýr­is­fólkini. Eftir stórt trýst í miðlunum settu skiftandi løgmenn tríggjar ferðir nevnd­ir, at arbeiða við málinum. Tann ta síðstu nevndina setti Kaj Leo Holm Jo­hann­ e­sen, og tá bragdaði. Lógin varð broytt fyri landsstýrisfólk – og harvið hevur lands­ kass­in spart eina útreiðslu upp á einar 60 mill­i­ónir krónur fyri hvørt landsstýri, ið sett verð­ur. Sjálvandi skulu landsstýrisfólk ikki eft­ ir­løn­ast øðrvísi enn onnur fólk. Lønin sum lands­stýrisfólk skal sjálvandi vera góð, tí tað er eitt høgt og viðriligt starv at vera lands­ stýr­is­fólk. Pensjónin verður avspeglað í løn­ ini ­– og bara har. Treytirnar skulu vera tær somu fyri politikarar sum fyri vanlig fólk. Løgtingið eigur alt fyri eitt at broyta pen­sjóns­við­urskift­ini, so tey verða eins og nýggja skipinanin hjá lands­stýr­is­fólk­um – eins og hjá øllum øðrum sam­fel­ags­borg­ ar­um. Ger løgtingið ikki tað, so hevur løgtingið ikki trúvirði at viðgera okkara nýggju pensjónsskipan. Stuttleikaparkin Tivoli vil ikki, at bilur skal eita Tivoli Tá suðurkoreanski bilurin Ssang­Yong Tivoli kemur á danska marknaðin í vár, verð­ur tað undir einum øðr­um navni. Tað skrivar bilsíðan hjá in.fo, bilurin.fo Hetta hendir, eftir at stutt­leika­park­in Tivoli í Keyp­manna­havn hevur hótt við inn­flutn­ings­for­boði gjøgn­um danska Sjó- og Hand­ils­rætt­in, um bilurin eit­ur Tivoli, tá hann kemur til Dan­mark­ar. Sambært SsangYong sip­ar navnið til ein bý í Italia, sum eitur Tivoli. SsangYong Tiv­oli verður seldur um all­an heim, men tað er bert í Dan­mark, at bilurin hevur møtt mót­støðu vegna navnið. Í Dan­mark kemur bilurin at eita Ssang­Yong LUVi, sum stend­ur fyri Leisure Utility Vehicle inspired. SsangYong hava ikki ver­ið seldir í Danmark síðan 2007 og koma nú aftur á danska marknaðin. Í Før­oy­um verða teir tó seldir sum vanligt. Les meira um bilar á www.bilurin.fo, sum er bila­síð­an hjá in.fo Partur av ætlanini hjá Løgtinginum við at keypa Eik Banka í miðbýnum er at selja Gamla Apotek, sum nú verður nýtt til floks­høli hjá flokk­ u­num. Løgtingsmenn hava leingi funnist at ván­a­ligu umstøðunum á Gamla Apoteki, og fólk eru eisini farin at ilskast inn á, at bygningurin stend­ ur sum eitt skrímsl á Vaglinum, meðan aðrir bygningar verða málaðir og snøggaðir. Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, sigur tó, at einki verður gjørt við Gamla Apotek, fyrr enn støð­an við Eik banka er avklárað. – Apotekið verður viðlíkahildið á min­i­mums­ blussi, tí tað hevur í longri tíð verið eitt kjak um, hvat skuldi henda, og um tingfólk skuldu flytast í onnur høli, sigur hann. – Hendan óavkláraða støðan hevur vart ov leingi, og tí valdi eg at handla skjótt, tá tað stóð okk­um í boði at keypa Eik Banka. Gamla Apo­tek fer tó at standa í líknandi líki sum nú, til hin spurningurin er avkláraður – og verð­ur nýtt á líknandi hátt sum nú, til gamli sparikassabygningurin er vorð­in endalig ogn hjá Løg­ting­inum, sigur Páll á Reynatúgvu. Sjálvandi skal pensjónin broytast Apotekið fær frið Løgtingið Les eisini blaðið á telefonini Kvinnur savnaðar um javnstøðu Tema síða 11 Lortur í plasti Høgni Djurhuus Umafturafturum síða 40 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri navnastríð Visti tú? Í dag eru 89 ár síðani fyrstu flogferð um At­lants­havið Tivoli má skifta navn