Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. MAI 2016 SOSIALURIN 57 4 Í 1967 byrjaðu summarlegurar í Zarepta í Vatnsoyrum. Sunnasta húsið var júst bygt og legur vórðu skipaðar fyri børn og ung. Fyrstu árini vóru legurnar hildnar fyri gentur og dreingir hvør sær. Legurnar øktust ár undan ári og skjótt gjørdist hetta húsið ov lítið, og í 1977-78 varð nýtt hús bygt afturat norðanfyri hitt húsið. Legurnar eru øktar í tali og vavið, og seinastu mongu árini hava legur verið frá dýra biðidegi til heystferiuna. Um veturin brúka samkomurnar húsini og skipa sjálvar fyri vikuskiftislegum. Tíðirnar broytast og krøvini við, og nú er triðja húsið bygt norðanfyri hini bæði. Eisini er stórt parkeringspláss gjørt. Í hesum húsinum eru 12 gentukømur, umframt stova og skrivstova, sum nú eru liðug. Harafturat eru spælihøll og svimji­hylur í hesum húsinum, men tey eru ikki liðug enn. Ísamb. við at nýggja húsið verður tikið í brúk, verður bjóðað til mót­tøku leygar­dagin 21. mai, kl. 14-17. Her ber til at síggja nýggja húsið og eis­ini at fáa drekkamunn. Kl. 15-16 verður hátíðar­løta í salinum, við sangi, framførslu og talum. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 5-8 m/s 5-10 m/s 5-10 m/s 5-10 m/s Andøvsgul upp í ein strúk av eystri, 8 til 13 m/s, sum snarar í ein sunnnan og makar í lot til andøvsgul, 5 til 10 m/s. Fyrst skýggjað og síðani kanska regn, seinni samdrigið og ælaveður. Hitin millum 4 og 8 stig. Lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s, um náttina gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 4 og 7 stig. Hann frískar vindin av ymsum ættum, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig. 4-8 m/s Vikan ið fór Sæð á Facebook: – Liverpool ætlar at keypa nýggjan málmann, Loriusz Karius. Tá vera nógv hol í verjuni. Sæð á Facebook: – Nakrir av lívsins stórstu spurningum: Hevur Sveinur nakrantíð staðið í læru? Er Gestur nakrantíð heima? Er Bogi nakratíð strektur? So sigur Sprotin: býtislykil k21 Fastur útrokningarháttur, ið ásetur, hvussu eitthvørt skal býtast millum fleiri partar. ÍSF er um at fara í tvíningar, tí sersambondini eru vorðin ósamd um, hvussu játtanin, ÍSF fær á fíggjarlógini, og veddingarpengarnir skulu býtast. Ukraina vann leygar­ kvøldið Eurovision Song Contest, ella Melodi Grand Prix, við sang­inum 1944. Arbeiðið at gera kirkjugarðin í Hoyvík er nú boðið út. Hann skal takast í nýtslu í 2018. Týsdagin svam Pál Joensen innleiðandi umfar í 1.500m í EM í London, men megnaði ikki at vinna seg í finaluna, sum vónað. Týsdagin boðaði Skansi Offshore frá, at felagið hevði sítt vánaligasta ár nakran­tíð í 2015. Undir­skotið var 256 milliónir krónur. Mikudagin lat KOKS loksins upp aftur í Føroyum, hesa ferð í Kirkjubø. Mikukvøldið vann Sevilla finaluna í Europa League móti Liverpool. Úrslitið gjørdist 3 – 1 til Sevilla, sum vann kappingina fyri triðju ferð á rað. »Býtislykil« Zarepta byggir út MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt milliónir krónur eru latnar í granskingar­stuðli til 7,2 MANGT OG HVAT Visti tú? At arbeiðið at umvæla Kommunu­- skúlan er byrjað?