Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2016síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. MAI 2016 SOSIALURIN 57 5 EFTIRLØNIR DANJAL AV RANA P áll á Reynatúgvu, løg­ tingsformaður, hev­ur boðsent floksfor­monn- un­um á fund í dag at um­ røða eftirlønarviðurskiftini hjá løgtingsmonnum. Lønar- og eftirlønar­viður­ skift­ini hjá løgmanni og lands­ stýrismonnum vóru endurskoðað og broytt í síðstu tingsetu og komu í gildi eftir løgtingsvalið í septembur. Í stuttum var broytingin, at løg­ maður og landsstýrismenn nú rinda inn til sína egnu eftirløn eins og øll onnur. Eftirlønin hjá løgtingsmonnum er sum hjá øðrum tænastumonnum. Tað vil siga, at teir fáa 60 prosent av lønini útgoldna sum pensjón, so leingi teir liva, tó alt eftir, hvussu leingi teir hava sitið á tingi. Hava teir sitið á tingi í 16 ár, fáa teir fulla eftirløn útgoldna, tað er góðar 22.000 krónur um mánaðin. Sosialurin hevur áður varpað ljós á, at broytingarnar í lønini hjá løgmanni førdu til, at løg­ tings­formaðurin, sum fær somu løn sum løgmaður, nú fær eina væl hægri eftirløn enn løgmaður, tí meðan løgmaður rindar 15 prosent av lønini til sína eftirløn, fær løgtingsformaðurin framvegis 60 prosent av lønini útgoldna, tá hann fer frá. Fólk hava eisini víst á, at tá løgtinginið nú er í fer við at gera eina pensjónsnýskipan fyri okkum onnur, hevði tað verið upp á sítt pláss, um teir eisini hugdu eftir síni egnu eftirlønarskipan. Páll á Reynatúgvu hevur tí boðað floksformonnunum á fund fyri at vita, hvat teir hugsa og halda um verandi skipan, og um hon møguliga skal broytast. – Hetta er ein byrjanarfundur fyri at vita, hvar flokkarnir standa og hvat teir halda, og um ein skal broyta tað, hvussu tað skal broytast, um tað til dømis skal vera uttanhýsisnevnd, sum kemur við einum tilmæli, sigur Páll á Reynatúgvu og vísir á, at tá lønar- og eftirlønarviðurskiftini hjá løgmanni og lands­stýris­monn­ unum vóru viðgjørd, var tað eftir tilmælinum frá eini óheftari uttan- hýsisnevnd. – Eg havi so ikki viljað lagt meg á nakran leist hvørki so ella so, tað fyrsta má vera, at vit hoyra, hvat flokkarnir hava upp á hjartað, sigur hann. - Eg helt altíð jálvur, at tað var skeivt ikki at viðgera tað saman við viðurskiftunum hjá løgmanni og landsstýrismonnunum, tí í mongum førum er talan um somu fólk og skipanirnar ganga eitt sindur inn í hvørja aðra, sigur Páll á Reynatúgvu. Eftir valið mistu løgmaður og landsstýrismenn sínar gyltu eftirlønir. Nú er líkt til, at túrurin er komin til løgtingslimirnar ENDURSKOÐA EFTIR­ LØNIR LØGTINGS­MANNA DANJAL AV RANA Kaj Leo Holm Johannesen var løg­ maður, tá lønar- og eftir­lønar­við­ urskiftini hjá løgmanni og lands- stýrismonnum vóru broyttar í farnu tingsetu. – Eg helt longu tá, at man átti at gera tað sama fyri løgtingslimir, so at skipanirnar vera meiri rættvísar, og tað er tað einasta rætta, at man ger eisini tær broytingarnar. So tað er gott, at man ger tað sama, sum vit gjørdu fyri landsstýrisfólk, sigur hann og vísir á, at man eigur við jøvnum millumbilum at endurskoða skipanina. Kaj Leo Holm Johannesen held­ ur, at tað vildi verið eitt gott hug­ skot at sett somu skipan í gildi, sum var sett í gildi fyri landsstýrisfólk, at tey sjálvi rinda 15 prosent av lønini inn til sína egnu eftirløn. Hann heldur, at tað er hóskandi, nú tá arbeitt verður við eini stórari pensjónsnýskipan, at eisini verð­ur hugt at eftirlønunum hjá løg­tings­ monnunum. – Teir ger eina stóra skipan fyri øll og tí er eisini rímiligt, at løgtingsfólk eru í eini skipan, sum er samanberlig við onnur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen og vísir á, at talan er eisini um at skapa eitt gjøgnumskygni innan hesi viðurskifti. Kaj Leo Holm Johannesen sat sjálvur sum løgmaður og onkur vil kanska spyrja, hví hann ikki sjálvur gjørdi nakað við málið, tá hann sat sum løgmaður. Hann sigur, at sum løgmaður hevur hann ikki heimild til at blanda seg inn í innanhýsis viðurskiftini hjá løgtingum, men hann heitti á løgtingsformannin, Jógvan á Lakjuni, at hyggja at málinum. – Tað var hørð mótstøða móti tí, sum eg gjørdi, hóast tað spardi landinum eini tríggjar, fýra milliónir krónur um árið. Samlaða lønin hjá landsstýrisfólkunum lækk­aði, umframt at eftir­lønar­ skipanin gjørdist væl bíligari fyri landið. Kortini var mótstøðan stór, minnist hann aftur á. – Gamla skipanin var ein øgi­ liga góð eftirlønarskipan, tað er ikki til at koma uttan um, men tað stóð eisini í lógini, at løg­ maður skal eftirmeta lønar- og eftirlønarviðurskiftini hjá lands­ stýris­fólkum, sigur Kaj Leo Holm Jo­hannesen. Loysnin var at seta eina uttan­ veltaða nevnd at endurskoða løn­ ar- og eftirlønarviðurskiftini hjá løgmanni og lands­stýris­monn­ unum. Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at tað hevði kanska verið eitt hugskot at heitt á somu nevnd aftur. – Tað hevði verið eitt gott hug­ skot at sett eina nevnd, even­ tuelt somu nevndina, tí tey hava arbeitt við málinum, tey hava royndirnar, hava tosað við fólk og gjørt útrokningar. So eitt gott hugskot hevði verið at fara eftir teimum somu fólkunum at manna eina nevnd at endurskoðað eftir­ lønarviðurskiftini hjá løg­tings­ fókunum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður. Tað er tað einasta rætta Fyrrverandi løgmaður heldur, at sama nevnd, sum gjørdi arbeiðið fyri landsstýrið, kundi endurskoðað eftirlønirnar hjá løgtinginum Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður