hósdagur 19. mai 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. MAI 2016
SOSIALURIN 57
7
RAGNHILD ELLINGSGAARD
H
ann situr annars og
arbeiðir í atelierinum,
tá eg komi gangandi
gjøgnum stóra havan
uttan fyri gomlu húsini.
Á gólvinum liggja fleiri tekn
ingar, sum skulu gerast til eina
nýggja barnabók og eingin ivi er
um, at listamaðurin hevur nógv
at gera. Atelierið er hvítt, opið
og rúmligt. Kanska eitt sindur
kliniskt, hugsi eg við mær sjálvari.
Men litføgru tekningarnar á gólv
inum, undarligu skapini á bróst
inum og stóri grønlitti málning
urin troka tað kalda og kliniska
burtur, meðan Edward leggur
arbeiði frá sær.
– Skulu vit ikki heldur fara inn?
Vit kunnu seta okkum í stovuna;
har er nógv heitari, sigur hann og
fer yvir móti hurðini.
Eg fylgi honum og hyggi at,
meðan hann kókar vatn og stoytir
í stempulkannina í køkinum.
Hann líkist ikki einum manni,
sum hevur nógv at gera. Heldur
hinvegin. Men tað er helst bara
stillføra framferðin hjá honum,
sum onkursvegna fær alt at
steðga á. Vit seta okkum í fyrstu
stovuna í gamla húsinum, meðan
hvíta kettan titar skjótt framvið
okkum. Hon ætlar sær helst okk
urt annað enn bara ein heitan
kaffimunn.
Ein einari í Klaksvík
– Eg var altíð eitt sindur øðrvísi
enn hini børnini. Í skúlanum var
eg tann friðarligi drongurin, sum
teknaði og las nógv. Onkursvegna
var eg øgiliga upptikin av einum
øðrum universi enn akkurát hetta
at vera í Klaksvík, sigur Edward
og fær sær ein munn av heita
krússinum, sum stendur á borð
inum framman okkum.
Flest øll børn tekna nógv,
men hjá Edwardi steðgaði hetta
ongantíð. Hann helt áfram, eisini
tá hann var vorðin vaksin. Sjálvur
kallar hann hetta eina drift, sum
ikki bar til at steðga. Gjøgnum
árini gjørdi hann nógv við bæði
málningar, tekningar og eisini
pallmyndir, men persónliga stílin
fann hann ikki, fyrr enn hann var
í 30-unum. Tað hendi knappliga,
sigur hann.
Eg siti jú úti í
kulissuni og
síggi inn á allan
meldurin. Beint
inn á alt, sum
bara koyrir full
drøn á kassan«
Hondin verður javnan drigin gjøgnum tjúkka og livandi hárið. Somu hendur,
sum í atelierinum dansa ein so kátan og spælandi dans á løriftinum, tykjast
heldur meira friðsamar her í djúpa stólinum. Gomlu og søguríku sýslumanshúsini
eru sum eitt annað univers í annars kalda og ráa veruleikanum, sum okkara
gerandisdagur stundum kann verða og mjúka røddin leggur seg um ein fjálg og
bleyt dýna rundan um okkum. Tíðin er steðgað eina løtu, meðan hann situr í
gamla stólinum og eg á gólvinum. Løtan er beint nú og kaffi í stempulkannuni
hevur staðið akkurát so leingi, at hitin er passaliga munngóður. Tað er beint
her, at dyrnar inn í heimin hjá listamanninum spakuliga lata seg upp
EG ERI BARA
EIN ÁSKOÐARI
ÚTI Í KULISSUNI
Edward Fuglø
Framhald á næstu síðu
Listamaðurin