Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. MAI 2016 SOSIALURIN 57 8 – Hetta ljóðar kanska eitt sindur sýrað, men tað var næstan heilt spirituelt. Eyðkenda skálkasmílið hómast í dámliga andlitsbránum, tá hann greiðir frá, hvussu eitt slag av einum portri lat seg upp framm­ an í høvdinum og hann fekk sam­ band við eitt ella annað. Hond­in fer upp og hann veipar eftir onkrum ósjónligum framman høvd­inum. – Tað er har, at øll míni bíløt og allar mínar bøkur koma frá. Eg veit ikki, hvat orð eg skal brúka, men hetta er okkurt slag av eini ókendari keldu og tað er her, at alt kemur frá. Eg eri bara eitt slag av eini antennu, sum taki ímóti og so geri eg hetta til okkurt annað. Onkun­tíð málningar, onkuntíð installa­tiónir og onkuntíð eina barna­bók. Alt kemur frá tí sama og tann streymurin er altíð har, bæði dag og nátt. Men tað kom knapp­ liga. Eg dugi ikki ordiliga at greiða frá hesum við orðum, men tað kendist bara rætt. Djúpa røddin hjá Edwardi steðgar á eina løtu, meðan hann tykist velja tey røttu orðini. – Fyri meg er hetta púra sjálv­ sagt. Keldan er ein onkursvegna ein partur av mær, sum stendur uttan­fyri meg sjálvan. Listin hjá Edward Fuglø hevur altíð skilt seg burtur úr mongdini. Viðhvørt eitt sindur fívilskend, men samstundis beinrakin og erlig. Og ofta heldur revsandi. Er hann ein tilvitaður samfelagsviðmerkjari, spyrji eg hann, meðan eg stoyti heitari kaffi niður í nú hálvtóma krússið. – Hatta er ein góður spurning­ ur, men eg fái faktiskt ikki ordiliga svara tær, sigur hann og hyggur upp á meg. Hann vísir aftur til keld­una, har listin kemur frá. Onkuntíð koma myndir fram fyri honum fyri síðani at fjara burtur aftur, men við­hvørt vera tær verandi í høvd­inum. Og tá fær hann ikki gjørt ann­að enn birta lív í tær við at gera tær til veruleika. – Myndirnar, sum koma fram fyri meg, eru altíð heilt lidnar. Tær hava titul, skap og enntá stødd. Alt hetta kemur samstundis. Viðhvørt kann eg gott spyrja meg sjálvan, um hetta nú eisini er so kul, sum eg geri – men eg havi sum so einki val. Um eg ikki geri nakað við myndirnar, sum koma fram, so forfylgja tær mær upp á onkran máta. Tí má eg taka tað, sum kemur frá kelduni og gera tað til veruleika, greiðir hann frá og leggur afturat, at sum lista­fólk kann hann gott tykjast at verða viðmerkjandi í sjálvari til­ gongd­ini, men hetta kemur alt úr sama stað. Nevniliga kelduni, sum er ein so stórur og íborin partur av hon­um sum menniskja og listar­ manni. Við einum beini í øðrum heimi Orðini hjá Edward eru sum smáar kavaflykrur, sum varliga danda aftur og fram í kvirru stovuni. Hann hugsar seg væl um, tá hann tosar og einki tykist hava skund hesa løtuna, meðan vit sita í gamla stórmanshúsinum, sum mest av øllum líkist eini ævin­týr­ kendari pallseting við teim kámu litunum á bróstunum og forn­lut­ unum, sum hann hevur savnað sær gjøgn­um mongu árini. Okkurt er keypt á netinum, meðan okkurt ann­að er keypt á ymsu ferðunum, sum Edward hev­ur gjørt kring heim­in. Meðan vit sita við hvør sín­um kaffimunni detta vin­fólk inn á gólvið hjá lista­ mann­inum. Góð vinfólk, sum líka koma inn at siga heilsa uppá. Tey fara tó skjótt víðari, tá tey síggja, at vit eru upptikin við samrøðuni okk­ara millum. Edward ger einki hóva­sták burtur úr hesum, men kort­ini er eingin ivi um, at hann er glað­ur fyri at hava tey rundan um seg. Hann skemtar eitt sindur og biður tey fáa sær kaffi á vegnum út. Hann er tó ikki serliga sosialur, sigur hann mær. – Eg eri á ongan hátt eitt bólka­ menniskja og eri eisini rættiliga egin; kanska serliga við míni list. Soleiðis hevur tað altíð verið, eis­ini, tá eg var barn, leggur hann aftur­at. Men hvussu er at standa einsa­mall­ ur við listini í einum so lítlum sam­ felag sum okkara? Er hann kanska eitt sindur excentr­iskur? – Eg veit ikki ordiliga. Tað kunnu hini kanska siga, men eg standi altíð við einum beini í øðrum heimi, so eg hugsi ikki so langt sjálv­ur. Eg eri púra óintereseraður í facebook, til dømis, og kundi ikki droymt um at logga meg á har. Eg havi hvørki orku ella áhuga til at hoyra, hvat øll hesi ymsu fólk­ ini hava at siga á øllum hasum portal­unum og you name it. Eg eri slett ikki har. Sjálvur haldi eg ikki, at tað er arrogant. Tað er bara so ræðu­liga nógv meldur og so nógvar informa­tiónir allatíðina – og tað mesta er so líkagyldigt, egentliga. Tað er kanska excentriskt, men eg havi einki problem við, at onnur gera tað. Tað er fínt, men tað sigur mær hvørki eitt ella annað. Eg lurti næstan ikki eftir miðlunum og síggi øgiliga lítið sjónvarp, men alíka­væl geri eg viðmerkingar til sam­felagið, sum eg livi í, sigur hann og leggur afturat, at hetta møguliga er júst orsøkin til viðmerkingarnar. – Eg siti jú úti í kulissuni og síggi inn á allan meldurin. Beint inn á alt, sum bara koyrir full drøn á kassan. Eg eri kanska áskoðarin, sum kann gera hasar viðmerkingarnar. Men við viðmerkingunum fái eg so eisini etikettuna sum tann excentriski ella orginalurin – og á tann hátt verði eg onkurs­vegna sjálvur ein part­ur av spælinum. Men tað er eis­ini í fínasta ordan, heldur lista­ mað­urin og letur aftur eitt lítið smíl spæla sær á varrunum. Hvíta kettan er komin inn aftur í stovuna og gongur spelkin aftur og fram eftir gólvinum. Hon kem­ ur yvir til mín og strýkur eymliga fram­við arminum, áðrenn hon legg­ ur seg við føturnar hjá Edwardi. Eg spyrji hann, um tað er nakað ávíst, sum hann ynskir at siga sam­felag­ num við síni list? Hann svar­ar ikki beinanvegin. Situr og hygg­ur eftir krússinum, sum nú stend­ur næstan tómt á borð­inum. Men tá orðini koma, eru tey rætt­iliga av­ gjørd. – Tað er kanska tað, at veru­leik­ in ikki altíð er tann, sum tú held­ur hann verða. Kanska er alt, sum vit halda, í síðsta enda bara nakrar illusiónir um tað, sum vit nú eina­ ferð halda, er veruleikin. Kanska eru myndirnar hjá mær bara nakrir spurn­ingar, sum ikki hava nakað endaligt svar. PERSÓNSSØGA »Eg var altíð eitt sindur øðrvísi enn hini børnini. Í skúlanum var eg tann friðarligi drongurin, sum teknaði og las nógv. Onkursvegna var eg øgiliga upptikin av einum øðrum universi enn akkurát hetta at vera í Klaksvík« Edward Fuglø Stutt um Edward Fuglø ■ Listamaður, føddur í Klaksvík í 1965 ■ Málari og teknari ■ Hevur gjørt pallmyndir, teknað og skriva barnabøkur, teknað frímerki og havt fleiri listaframsýningar við máln­ ing­um og installatiónum. ■ Hevur sýnt fram í øllum norður­londum og eisini fleiri øðrum londum. ■ Hevur fingið fleiri heiðurs- lønir og er umboðaður á Listasavni Føroya. Fleiri av verkum hansara kunnu síggjast á heimasíðu hansara: www.edwardfuglo.com MYND: EYDBII MYNDIR